Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow Articles arrow Bjørgini arrow Bjørgini
Bjørgini PDF Print E-mail
Hóast Eysturoyggin er bæði stór og høg, so eru Funningsbjørgini og Búgvin tey einastu fuglabjørgini á oynni.

Sum nevnt aðrastaðni, lógu Gjógv og Funningur saman í einum og øllum til umleið 1826. Tá fekk Gjógv frábýtt markatal, 15 merkur, sum er helvtin av jørðini í báðum bygdunum. Eisini vórðu bjørgini býtt tá. Funningsmenn býttu, og gjáarmenn tóku. Býtt var soleiðis, at øll bjørgini fram við landi - av Múlanum og vestur til Stein - vóru býtt javnt móti Búgvanum og Torvu. Gjáarmenn tóku Búgvan og Torvu, og hetta býtið av bjørgunum er galdandi dagin í dag.
Manna millum hevur hetta býtið mangan verið á munni. Eyðvitað hava gjáarmenn hildið Búgvan og Torvu verið tann betra partin, tí annars høvdu teir tikið fastlandið.
Einaferð varð ein gjáarmaður spurdur, hví teir ikki tóku fastlandið heldur enn Búgvan og Torvu. Hann svaraði: "Tað er óneyðugt at taka fastlandið, tí skeiðin liggur hjá". Hetta skuldi óivað skiljast soleiðis, at bjørgini vóru so høglig, at har kundi tú altíð "sníkja" teg við stongini.
Funningsmenn munnu eisini hava verið væl nøgdir við sín part, tí bjargamaðurin Pól Jóhannes í Lon, úr Funningi, nevndi m.a. í eini útvarpssamrøðu, at hann helt, at bjørgini høvdu líka nógvan fugl sum Búgvin.
Hóast bjørgini eru býtt, so hava funnings- og gjáarmenn í góðum felagsskapi røkt tey. Gjáarmenn hava verið nógv í Funningsbjørgunum saman við funningsmonnum, meðan funningsmenn harafturímóti lítið hava verið í Búgvanum við gjáarmonnum - hvør orsøkin til tess man vera.
 
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla