Forsíða Tíðindi Síðubygnaður Samskifti
Um bygdin.fo
Fyrst og fremst er heimasíðan - bygdin.fo - ein skráseting við myndum og frágreiðingum av øllum staðanøvnunum  við Gjógv, men tó er innmarkin ikki teldutøk enn.  Myndasavnið,  ið kann takast sum eitt klípi í varðveitsluni av virksemi og persónum, verður dúgliga vitjað. Tað er stuttligt at merkja. Heilsanir í gestabókini og viðmerkingar til myndirnar fløva.
 
Hovudsbannari
Forsíða arrow Greinasavn arrow Fjøran arrow Fjøran
Fjøran PDF Prenta E-post
Frá gamlari tíð hava flóðarnám ella valling verið roknað sum mark millum bø og haga. Fjøran verður sostatt roknað frá sjóvarmálanum til vallingina. Ognarviðurskiftini munnu vera tey somu her sum aðrastaðni, at Fjøran liggur óbýtt til alla bygdina.
 
Tað er munur á at fara í Fjøruna á vetri og á sumri. Lat okkum taka veturin fyrst. Hann er landnyrðingur ella norðan - og stendur inn á landið - og brimið kemur niðan undir bakkan ella niðan á bakkan her heimi, tá er Fjøran ikki vøkur.
Tá ið tað fjarar niður í sovorðnum brimi - ella um tað ikki er so nógv brim - kundi nógv skúm leggjast í Fjøruna. Skúmið legst serliga tjúkt í ávísum plássum. Niðan av Íslandi og heimast í Taravíkini kundi tað vera eina manshædd tjúkt, og tá ið so tær snurlandi hvirlurnar komu, bóru tær skúmið heim yvir bygdina. Tá ið tað lagið var, var frægast at halda seg innanveggja.
 
Tað kundi verið so mangt at sagt um brimið, men lat tað liggja í hesum sambandi. Kortini taka vit tað við, at teir gomlu plagdu at taka til, at brim er so vitugt. Teir høvdu lagt til merkis, at dunaði brimið á høgætt, so fór hann at koma lágt.
 
Um summarið er Fjøran vøkur - deyðakyrt - tað dregur ikki um doddafliðuna. Hevur tú hund hjá tær, koma allar æðurnar, sum eru við landið, gorrandi aftan á tær. Froyðurin stendur frá bringuni á teimum, og tær fylgja tær, so langt sum tú gongur. Hevur tú ikki hundin við tær, látast tær ikki um vón. Tað sær út, sum tær amast nógv meira upp á hundin enn upp á mannin.
 
Í slíkari kyrru - tá ið hellan er blivin heit - kanst tú síggja nógv dýr oman fyri sjóvarmálan. Nevnast kunnu tey smáu, reyðu dýrini, sum livdu í sprekkunum, og sum vit kallaðu fjørutrøll.
 
Smádreingirnir "búðu" í Fjøruni slíkar dagar, og teir spældu mangt og hvat. Til dømis løgdu teir til merkis, at um teir pissaðu á gjar, ið var fjarað turt, so tustu marflugur upp úr gjarinum. Gjarið var tilhaldsstað teirra, men tá ið tær fingu hetta flógva vatnið niður yvir seg, kom røringur í tær.
 
------
 
Fjøran hevur eisini givið eitt sindur. Gav hon einki, so hevði ikki verið farið í Fjøruna. Har eru bæði stórir og smáir rekar komnir, og fyrr varð hvørt sprek borið til hús - tað kundi altíð brúkast til okkurt, men soleiðis er ikki longur.
 
Í gamlari tíð hevur tað helst verið soleiðis, at rekamaðurin átti ikki rekan einsamallur. Nei, hann fekk bert finningarløn. Rekin varð samlaður saman, og seinni kom sýslumaðurin og hevði uppboðssølu. Henda regla hevur ikki verið galdandi við Gjógv. Her eigur rekamaðurin tað, ið hann finnur, men onkur kundi tó í spølni stinga hann við tí, at hann ikki átti rekan einsamallur.
 
Sjálvandi var serliga nógvur reki undir krígnum, men rekamenninir høvdu eisini ampa á sær ta tíðina. Minur róku um oyggjarnar - ein brast í Fjøruni og gjørdi stóran skaða í bygdini. Nógvar ræðuligar hendingar fóru fram á sjónum hesa tíðina, so tað var ikki gott at vita, hvat ið rekamaðurin kundi koma framá.
 
Undir seinna heimsbardaga róku tveir flakar á land. Kristian Jóhannes Heimi á Bø fann annan. Hesin flakin brotnaði sundur, og viðurin varð borin niðan undir bakkan.
Jógvan hjá Klæminti fann hin flakan. Hann kom inn heimarlaga í Taravíkin. Flakin var stórur, og kom mestsum heilur inn, so Jógvan mátti biðja sær hjálp at taka hann sundur. Tað var ein rúgva av viði í honum. Hetta var ein tangaflaki, meðan flakin, ið Kristian Jóhannes fann, hevði tunnur. Størri og smærri rekatrø komu altíð av og til, og tey vórðu dragsað niðan í Gomlu Flatnarætt. Har var eitt sagalag gjørt. Debus átti eina langsag, sum hann plagdi at læna út, so har eysturi er mangt rekatræið sundursagað til ymisk endamál.
Tað var so ringt at fáa við undir krígnum, so tað kom fyri, at tjúkk trø fyrst vórðu sagað í fjórðingar og síðani í tunnar plátur, ið vórðu snøggaðar og hølvaðar at brúka til borðvið á báti. Hetta var ikki løtuverk, og stundum plagdi Anton á Klá at standa fyri hesum arbeiðinum.
 
Men fjøran gav ikki bara við, tí tá ið tað leið út á summarið, legðist nógvur tari upp á land.
 
Fjøran varð eisini brúkt til fiskaarbeiði. Tey vaskaðu fisk í einum djúpum hyli eysturi á Íslandi og breiddu hann so á helluna og á steinarnar nærindis til turkingar. Eisini vaskaðu og turkaðu tey fisk niðri á Seiðabergi, uttan fyri Kós og úti á Gulakletti.
 
Fjøran er ikki agnpláss. Her er bara fliða, men tað er eisini mong línan egnd av fliðu, sum fæst um alla Fjøruna - líka av Usini eystur á Maliniklett.
 
------
 
Fjøran broytist hvønn vetur. Ein steinur kemur, og annar fer. Ein hella verður skrødd upp her, og onnur har.
Men enn standa staðanøvnini eftir, hóast rekamenninir eru burtur, og tann dagliga gongdin í Fjøruni er lítil og eingin.
 
Enn verður sagt "niðri í Fjøru" og "eysturi í Fjøru". Tað er altíð ringt at seta nakað avgjørt mark í millum tvey sovorðin heiti.
Ert tú "niðri í Fjøru", so kanst tú eins væl vera norðan fyri Ánna (Stóruá) sum sunnan fyri Ánna. Ert tú "niðri í Fjøru" norðan fyri Ánna, so ert tú á økinum frá Ánni og út um Kósina. Frá Kósini og úteftir fjarar heitið so líðandi burtur.
 
Ert tú harafturímóti "niðri í Fjøru" sunnan fyri Ánna, so er tað líkt til, at markið er heldur greiðari. Her verður heitið "niðri í Fjøru" brúkt frá Ánni og eystur ímóti Taravíkini. Tað verður t.d. sagt "niðri á Íslandi" men "eysturi í Taravíkini".
 
Heitið "eysturi í Fjøru" verður brúkt frá Taravíkini og møguliga heilt eystur í Eystastu Urð, har tað heilt avgjørt fjarar burtur, tí haðani og eystureftir verður sagt "eysturi á Malinikletti".
 
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla