Forsíđa Tíđindi Síđubygnađur Samskifti
Um bygdin.fo
Fyrst og fremst er heimasíðan - bygdin.fo - ein skráseting við myndum og frágreiðingum av øllum staðanøvnunum  við Gjógv, men tó er innmarkin ikki teldutøk enn.  Myndasavnið,  ið kann takast sum eitt klípi í varðveitsluni av virksemi og persónum, verður dúgliga vitjað. Tað er stuttligt at merkja. Heilsanir í gestabókini og viðmerkingar til myndirnar fløva.
 
Hovudsbannari
Forsíđa arrow Greinasavn arrow Um bygdina arrow Um bygdina Gjógv
Um bygdina Gjógv PDF Prenta E-post

Gjógv og Funningur hava ligið saman í einari sókn til 1948. Hagarnir lógu eisini saman. Gjógv er tann yngra bygdin, so her búði í fyrstani sjálvandi minni fólk enn í Funningi. Hesi fólk røktaðu seyðin, ið lá nær bygdini. So við og við vaks fólkatalið, og tí hildu báðir partar, at best var at býta hagarnar bygdanna millum.


Í 1790 varð jørðin so býtt sundur millum bygdirnar. Síðani býttu gjáarfólk sína jørð sundur í tvær helvtir: Norðurhelvt við 120 gyllin og Suðurhelvt við 120 gyllin - tilsamans 15 merkur.
Á Norðurhelvtini eru hagapartarnir Fyri oman Rætt og Heimi í Dal við ávikavist 80 gyllin og 40 gyllin. Hagapartarnir á Suðurhelvt liggja allir tríggir saman í býti, so gyllinir eru ikki sundurbýttir í millum hvønn hagapart.
Øll jørðin við Gjógv er ogn, og einki ognarleyst hús er í bygdini. Alt arbeiði í høgunum verður gjørt í felag, so øll kenna eina ávísa ábyrgd og ein serligan áhuga fyri høgunum. Nú snýr hesin áhugi seg bert um seyðahald, men fara vit bara eini 40-50 ár aftur í tíðina, so høvdu kúgvin og torvið størri týdning.

Eitt eldri fólk tekur soleiðis til: "Tað var meira lív í haganum fyrr - serliga um summarið. Vit vóru í torvi, vit vóru til neytar, og tað var ikki so sjáldan, at vit vóru í haganum og hentaðu lesull og hugdu eftir okkara seyði. Vit leitaðu eftir reiðrum, og vit tóku pisur. Nú sært tú næstan bara røktingarmenninar fara í hagan.
Jú, tað var meira lív í haganum, og samstundis kendist sjálvur hagin tær eisini meira livandi. Tú kendi nærum hvørja túgvu, hvønn stein, hvønn áarløk, hvørja keku og hvønn kjálka. Staðanøvnini vóru brúkt dagliga, so tú lærdi tey nátúrliga. Tey høvdu sín týdning . "Ærin hjá tykkum liggur í Svøðunum undir Sondunum." "Neytini gingu undir á Breiðhjalla." "Vit skera torv Eysturi á Fossi." Líka so nátúrliga, sum vit lærdu staðanøvnini, líka so nátúrliga bóru vit tey víðari til børn okkara, men støðan er ein onnur í dag."




Í hesum sambandi geva vit einum gomlum heimildarmanni orðið:"Eg haldi, at nærum hvørt móðurbarn í Føroyum hevði hoyrt um, at Stóri - Heini skuldi eiga fjórða hvørt hár og fjórða hvørt strá úr Vesturdalsá í Svøltutá og hálvan Stein, men tað man vera fáur í dag, ið kennir markið hjá Stóra - Heina úr Vesturdalsá í Svøltutá."
Vit máttu bert ásanna, at so var, og heimildarmaðurin helt fram: "Heini átti alla eystursíðuna, og markið gekk soleiðis, at hann átti hálvan Ósasand og út við Fjarðará - hon er marknará - niðan við Vesturdalsá og í Lokkafalsgjógv. Úr Lokkafalsgjógv niðan í Knúk - hálvan Knúk. Niður av Knúki, norð um Dyrnar og upp á Stígafjall - Stígafjall er eystan fyri markið. Niður av Stígafjalli, niður í Skarð í Nøvini - summi kalla tað Oyraskarð - í tað hægsta í skarðinum. Úr tí hægsta í skarðinum upp í Lítlafelli - í tað hægsta - niður av Lítlafelli og niður í Skálaskarð - í tað hægsta. Úr Skálaskarði í Smørrókafjall - Smørrók er eystan fyri markið. Niður av Smørrókafjalli, niður í Kvígandalsskarð - í tað hægsta. Av Kvígandalsskarði upp í Skerðing - Harðbalsenni er eystan fyri markið - norð eftir fjøllunum, norð í Oknadalsskarð - í tað hægsta. Úr Oknadalsskarði upp í Svartbakstind, niður av Svartbakstindi, niður millum Skornar - í tað hægsta millum Skornar. Upp á Blámansfjall, norð eftir Blámansfjalli - Húsafjall og Nón eru eystan fyri markið. Av Blámansfjalli niður í Vatndalsskarð - í tað hægsta. Úr Vatndalsskarði upp í Vaðhorn - í tað hægsta. Niður av Vaðhorni, niður á Eiðisskarð - í tað hægsta. Úr Eiðisskarði upp í Slættaratind - Gírabotnur og Tvífelli eru eystan fyri markið. Niður av Slættaratindi niður á Bláaberg - norð eftir Bláabergi, upp í Gráfelli - í tað hægsta. Niður av Gráfelli niður í Foldarskarð - í tað hægsta. Úr Foldarskarði upp á Sandfelli - norð eftir fjøllunum norð í Hornið. Úr Horninum niður í Svøltutá. Úr Svøltutá niður í Stein. Heini segði, at hann átti hálvan Stein - hann er klovin í helvt, og tað kann rógvast innan fyri hann í góðum veðri."



Jú, jú, tíðirnar skifta, og skal sama gongd halda fram, so verður tað ikki bara markið hjá Stóra - Heina, ið fer í gloymskuna. Nei, ein rúgva av gomlum virðum fer sama veg, og bæði vit og eftirkomarar okkara gerast fátækari, um hesi virði ikki verða uppfrískað og varðveitt. Hagarnir eru eisini útskiftir, soleiðis at nú eigur hvør eigari sín part bara í einum hagaparti. Hetta ger tað, at nøkur "sosial virði" eru farin fyri einki. Bygdarfólkið er ikki longur ein samlað eind, tá fjøllini verða gingin, og eigararnir sýna nærum bara áhuga fyri tí hagaparti, har teirra ogn liggur. Tann breiða vitanin um allar hagapartarnar hvørvur, so staðanøvnini fara meir at gerast servitan hjá teim fáu eigarunum í teim einstøku hagapørtunum heldur enn vitan hjá allari bygdini.

 
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla