stadanovnStaðanøvn

Staðanavna-savnið er nú tøkt á kortskipan, sum Sunda kommuna hevur staðið fyri at menna. 

Trýst her fyri at vitja kortskipanina.

greinasavnGreinasavn

Tað eftir hondini rúgvusmikla tilfarið her á heimasíðuni er nú skipað í bólkar, og ger hetta tað vónandi lættari at koma framá eitthvørt av áhuga.

 

Drikka á Fløtti (1875 - 1980)

Nú er tað – um ikki hvønndagskostur – so í heilum, at onkur fyllir 100 ár. Omma mín, Drikka á Fløtti (Frederikka Maria, f. Joensen, í Funningi, 1875), fylti 100 ár í 1975, og tá gjørdist hon mestsum landskend, so sjáldsamt var hetta tá. At hon so var 105 ára gomul, tá ið hon doyði í 1980, tað er ein heilt onnur søga, sum ikki verður umtalað her, sjálvt um omma í mong ár varð søgd at vera elsti føroyingur, ið livað hevði.

Aftur til 100 ára føðingardagin 2. juli í 1975. Tað var sera nógv hóvasták gjørt burtur úr degnum, og útvarpið var eisini á blettinum – bæði Niels Juel Arge og Jógvan Arge. Eg haldi, at eg lati bara Argemonnunum orðið, tí tá ið teir hava mikrofonina, so keðir lurtarin seg ikki.

Lat okkum «hoyra»!

Tað er stórur hátíðsdagur norðuri við Gjógv í dag, nú Fredrikka Sigvardsen, Fredrikka á Fløtti, fyllir 100 ár. Dagurin hevur verið hildin higartil, og hann verður eisini hildin í kvøld.

Tað byrjaði við, at altargongd klokkan hálvgum ellivu var í Gjáar kirkju við Petur Martin Rasmussen. Síðani byrjaði borðhald á middegi, har hálvtrýss fólk sluppu til fyrsta borðið, og har vóru ymsir almennir gestir. Til hetta borðhaldið vóru millum aðrar Atli Dam, løgmaður, Ejvind Vilhelm, varabiskupur, Petur Martin Rasmussen, prestur, og umboð fyri bygdarráðið, Hans Kristiansen, og so Petur Jacob Sigvardsen, sum var ein av teimum, sum flutti fram  røðu við hetta borðhaldið vegna familjuna.

Atli Dam flutti fram røðu, Ejvind Vilhelm somuleiðis, Petur Martin Rasmussen somuleiðis og Hans Kristiansen.

Tað hava verið handaðar nógvar  gávur í dag. Løgmaður hevur frá Almannastovuni latið Drikku á Fløtti 1500 krónur, og í einum brævi, undirskrivað Claus Hermann og Trygvi Strøm, stendur, at Almannastovan hevur avgjørt at játta tygum 1500 krónur vegna tess, at tygum fylla 100 ár.

Har hava eisini verið handaðar aðrar gávur, og millum annað er komin ein stór lagkøka – 40 ganga 60 sentimetrar. Tað er eitt sindur av iva um, hvør tað er, sum hevur givið hana – antin tað er bakaríið Frants, ella tað er landsstýrið. Vit hava heldur ikki kunnað fingið hetta uppspurt, so at tann spurningin mugu vit lata liggja til einaferð seinni.

Eg havi eisini latið mær fortalt, at seinasta fólkið, ið fylti 100 ár í Føroyum, tá var eisini ivi um, hvør tað var, sum læt ta stóru lagkøkuna - var tað Bakaríið, ella var tað onkur annar, sum læt hana, men Bakaríið gjørdi hana.

Onkur onnur gáva hevur verið. Tað er gomul tradisjón í Danmark frá einaferð í 1920unum, at tá ið fólk fylla so runt sum 100, so skulu tey fáa eitt hálvt pund av kaffi. Hetta kemur av, at kaffi var ikki ein vøra, sum var so løtt at fáa fatur á tá á døgum, sum hon er nú, men tradisjónin er varðveitt, og ríkisumboðsmaðurin, Lejf Groth, møtti í dag upp norðuri við Gjógv, millum annað við einum hálvum pundi av kaffi til Drikku á Fløtti, og hon fekk eisini blómutyssi frá honum, sjálvsagt, eins og frá mongum øðrum.

Hvat annað kunnu vit siga um gávur? Ja, eg haldi ikki, at vit skulu taka nakrar einstakar burturúr, men vit kunnu siga so mikið, at vit spurdu okkum fyri hjá teimum fólkunum, sum varða av við Gjógv, hvussu nógvar gávur vóru komnar, og hvaðani tær vóru komnar, og tey søgdu tað, at tað er ikki uppgjørt enn. Her er so mikið nógv, at vit hava ikki havt stundir til at fylgja við í tí.

Drikka á Fløtti hevur eisini fingið nógv fjarrit. Á telefonstøðini á Eiði frættu vit - men tað er nokk ikki loyvt at siga tað - men eg haldi, at vit gera tað kortini, at klokkan tvey vóru komin 82 fjarrit, og tað vóru komin nógv síðani tá, og tey vænta uppaftur fleiri í kvøld.

Hvat annað hevur fyrifarist? Jú, tað er komið nógv fólk til Gjáar. Heilt nógv fólk er komið til Gjáar úr øllum landinum, líka úr Sumba, Sørvági og Norðoyggjum og sjálvsagt eisini úr Eysturoynni, Streymoynni, og onkur er eisini komin uttanlands til hendan føðingardagin.

Tey, sum varða av, familjan, sum er rættiliga stór, hevur í longri tíð fyrireikað seg til hendan føðingardagin, sum er vorðin ein hátíðardagur við Gjógv. Eingin arbeiðir í dag, øll luttaka í hátíðarhaldinum, og familjan hevur gjørt tað soleiðis, at tey við seg sjálvan hava gjørt av, at tey, sum koma til Gjáar, tey fáa ein bita at eta. Tey fáa ein døgurðabita, tey fáa kaffi, og til tess hava tey fingið sær millum tíggju og tjúgu krov.

Í dag hevur, sum sagt, verið nógv fólk, og tá ið vit fóru frá Gjógv klokkan fimm minuttir í fimm, mettu tey, at eini 400 fólk høvdu verið til borðs.

Nógv fólk hava eisini verið inni í húsunum á Fløtti, har Drikka eisini hevur tikið ímóti fólki, sum hava sagt henni til lukku.

Tað er eisini komið eitt fjarrit úr Danmark í sambandi við hendan dagin, og tað er frá Margrethu drotning. Tað ljóðar soleiðis:

Fredrikka Sigvardsen, Gjógv.

Efter højeste befaling skal jeg bringe dem hendes majestet dronningens lykønskning til hundrede års dagen.

 Undirskrivað av Wahl, kabinetssekreteri, og tað er sami maðurin, sum einaferð var ríkisumboðsmaður og æt Mogens Wahl.

Vit hava gjørt eitt sindur burtur úr føðingardegnum við samrøðum, og tað fara vit at senda nú. Fyrst hoyra vit málið í Drikku á Fløtti, og so hava vit eina samrøðu við son hennara, Karl Jacob Sigvardsen.

Fyrst Drikka á Fløtti:

Tygum eru slektað úr Funningi
Ja, ja, eg eri úr Funningi!

Hvussu kallast húsið, tygum eru úr í Funningi?  Tað kallaðist á Rættini.

Vóru tit fleiri systkin?  Ja, vit vóru fimm systkin.

Og so komu tygum blaðung til Gjáar?  Ja, eg var 16 ára gomul, tá ið eg kom til Gjáar.

Hvørji hús komu tygum í við Gjógv? Tað var á Fløtti, og har havi eg verið alla tíðina.

Tá var kanska ikki so nógv fólk við Gjógv! Jú, tað var tað. Tað var nógv fólk við Gjógv tá, men nú eru fá ung fólk eftir í bygdini.

Hvussu var arbeiðsdagurin? Tað var forskelligt. Vit gingu til neytar og vóru í fiski og í torvi. Tað var arbeiðið hjá okkum tá í teimum gomlu døgunum.

Kom nógvur fiskur upp á land her? Ja, tað kom ógvuliga nógvur fiskur upp her um várið.

Hvussu gomul vóru tygum, fyrstu ferð tygum vóru í Havn? 

Eg var so ung – eini 20 ár – tá ið eg var fyrstu ferð í Havn, og síðani havi eg ikki verið í Havn aftur fyrr enn einaferð, eg var sjúk og lá á hospitalinum. Tá var eg 91 ár. Eg lá í sjey vikur á hospitalinum, og so var eg tvær vikur á Hvíldarheiminum.

------

Karl Jacob (1905 - 2007)

Tá ið vit vóru við Gjógv seinnapartin, hittu vit Karl Jacob Sigvardsen. Karl Jacob er sonur Drikku á Fløtti, og hann er 70 ára gamal:

Karl Jacob, kanst tú siga okkum eitt sindur um familjuna hjá mammu tygara?

Mamma átti fýra systrar:  Marianna Joensen, f. 1880, Kathrina Sofía, f. 1877, Jóhanna Malena, f. 1884 og Poulina Sofía, f. 1891.

Mamma kom til Gjáar sum sekstan ára gomul. Hon kom á Fløtt, og har bleiv hon arbeiðskona, og hon giftist við pápa mínum, Petur Jacob Sigvardsen. Tey bygdu við Gjógv, og húsini standa áføst við húsini hjá foreldrunum hjá pápa.

Hvussu æt pápi tygara?

Pápi æt Petur Jacob Sigvardsen.

Navnið Sigvardsen er til her við Gjógv, og tygum eita tað millum annað, men tað eru eisini nógv Sivertsen. Hevur tað nakað við hvørt annað at gera?

Beiggjar mínir eru doyptir Sivertsen, men eg eri einsamallur doyptur Sigvardsen.

Hvat kann tað koma av?

Eg veit ikki, men tað vóru danskir prestar, so tað kann vera bronglað tann vegin – Sivertsen í staðin fyri Sigvardsen.

Men pápi tygara – hann æt Sigvardsen?

Ja, hann æt Sigvardsen, og abbi mín var eisini doyptur Sigvardsen – Christian Sigvardsen.

Men var tað ikki nakað við tí, at tygum trúðu, at tygum itu Sivertsen tey fyrstu árini?

Jú, eg skrivaði meg Sivertsen tey fyrstu árini, men tá ið eg fór at læra til motorpassara, fekk eg dópsattest, og har stóð, at eg var doyptur Sigvardsen, og tá bleiv tað forandrað til Sigvardsen. Eg visti ikki av tí frammanundan, men tað stóð í kirkjubókini.

Tygum nevndu í áðni, at mamma tygara hevði 4 systrar. Hvar fóru hesar systrarnar, tá ið tær fóru úr Funningi?

Marianna giftist til Strendur, Poulina giftist til Hvalvíkar, Jóhanna Malena giftist til Funnings, Kathrina giftist til Gjáar, og mamma giftist til Gjáar.

Hvussu nógv systkin eru tit?

Vit eru 5 systkin. Tann elsta eitur Anna Kathrina, og hon er gift í Kjøbenhavn, og so er tað systir mín, ið býr saman við mammu míni. Hon eitur Sofía og er einkja, og hon livdi saman við manninum í gott hálvtannað ár.

So er tað Jacob Martin. Hann doyði við skipinum ”Kristinu” í 1920, saman við pápanum. Næstur honum eri so eg, Karl Jacob Sigvardsen, og so er tað Jóhannes Sivertsen, og yngstur var Petur Sivertsen, sum forlisti við einum báti hjá ”Tinganesi” í Grønlandi. Báturin fór um, og tveir menn sjólótust, og ein maður reddaðist, og var tað Anton Hansen, úr Gøtu.

Vit høvdu eisini tveir hálvbrøður, og teir vóru Kristian Sivertsen og Axel Sivertsen. Axel førdi skipið «Kristinu», sum pápi og beiggjarnir gingu burtur við í 1920.

Ta tíðina, tá ið mamma tín hevur livað her við Gjógv, hevur nógv hent, millum annað tað at fólkatalið hevur verið upp í hæddini, og tað er eisini farið niðuraftur, og tað hevur verið nógv meira arbeiði at gera við Gjógv, enn tað er í dag. Hvussu mangir fiskimenn hava til dømis verið við Gjógv einaferð í hesari øldini?

Jú, tað er nógv forandrað við Gjógv, síðani fyrst ið eg minnist, og uppaftur meir forandrað frá tí, hon minnist. Fólkatalið, tá ið tað var upp á tað mesta, var í millum 280 og 290, og arbeiðið er eisini nógv forandrað. Tað var nógvur útróður tá, og nógv neyt vóru eisini í bygdini, so tað var nógv til hvønn fingur, kann mann siga.

Mamma mín hevur ofta fortalt mær, hvussu arbeiðsdagurin var til dømis um summarið, tá ið hon var ung. Tá ið bátarnir vóru til útróðrar, so var arbeiðsdagurin soleiðis, at hann byrjaði við, at bátarnir komu aftur við fiski, og so fóru konufólkini at bera fiskin niðan hjá útróðrarmonnunum. Tá ið tað var liðugt, og tíð var at fara til neytar, so tóku tær dyllurnar at fara á Ambadal. Ambadalur var góður og gav nógva mjólk.

Hetta var um áttatíðina um morgunin, og neytini vóru nógv, so hvør neytakona hevði einar tríggjar ella fýra kýr at ganga undir. Tær byrjaðu, sum sagt, klokkan átta um morgunin, og tað tók einar tríggjar/fýra tímar at vera burtur. Mjólkin, sum tær bóru, mundi liggja um einar 24/26 litrar fyri hvørja neytakonu.

Eg minnist, at tað kundu vera millum 50 og 60 mjólkkýr til samans. Kýrnar vóru í tveimum pørtum. Á Ambadali var tað mesta av neytunum, og so róptu vit nakrar kýr, sum lógu her oman fyri garðarnar, fyri Niðansneyt, og tað gingu einar tríggjar/fýra neytakonur til tey neytini. Á Ambadali vóru neytakonurnar einar átta ella níggju.

Neytakonurnar komu so aftur um ellivu/tólvtíðina, og so fingu tær sær rímiligt ein bita at eta, og so varð farið í torv. Tað tók millum ein og tveir tímar at ganga til torvið, og tá høvdu tær dyllurnar við sær, tí tær skuldu aftur til neytar um kvøldið.

Tá ið so tíðin var komin, at tær skuldu aftur til neytar, so fóru tær úr torvinum og á Ambadal til neytini, og tá ið tær so endiliga vóru við hús aftur um kvøldið, mundi klokkan vera millum tíggju og ellivu. Soleiðis var teirra dagur, og soleiðis var arbeiðið fyrr í tíðini.

Nær man hatta hava verið?

Hatta hevur verið á leið í millum 1910 og 1920.

Og tygum nevndu, at tað bleiv arbeitt í fiski. Vóru tað nógvir bátar, sum róðu út her?

Sjálvur kann eg minnast, at tað mundu vera fimm áttamannafør, og tey vóru «Hvalurin», «Brúðrin», «Rættarbáturin», «Gortrubáturin», «Magnusarbátur» og so «Stóri», sum var tíggjumannafar. So minnist eg eisini tað, at eitt seksmannafar plagdi at rógva út um várið, og tað róptu vit «Strandingin».

Nær mundi tað vera, at hesir bátarnir vóru?

Tað hevur verið um 1918/1920, og kanska eitt sindur longri.

Kunnu tygum siga okkum, hvat pápi tygara, Petur Jacob Sigvardsen, gjørdi?

Ja, pápi førdi nógv ár skip. Eg minnist hann føra «Hurricane», «Karina» og «Trongisvingin»: Hasi skipini minnist eg sjálvur, men hann førdi eisini «Vágoynna», «Jane», «Grace» og «Lively» - eitt íslandsskip.

Hann hevði eisini okkurt við ein deksbát at gera, sum bleiv keyptur úr Hetlandi um aldamótið!

Tað var verfaðir mín, sum keypti tann bátin, og hann æt «Nelson». Verfaðir æt Poul Jóhannes, og var vanliga nevndur Gamli skipari. So vítt eg veit, var pápi bestimaður hjá honum. Hetta var ein lítil bátur, sum teir keyptu. Hann hevði tvær mastrar og var sum ein stórur deksbátur.

Teir vóru niðri í Hetlandi eftir bátinum, og Poul Jóhannes førdi so bátin upp, men hann var ikki skiparalærdur tá. Eg haldi, at teir høvdu tann bátin í eini tvey ella trý ár.

Pápi var eini 34 ára gamal, áðrenn hann fór at læra til skipara. Áðrenn ta tíð sigldi hann við Jens Mohr, sum førdi «Lalla Rookh». Hann gavst sum skipari í 1916, og í 1917 fór hann at sigla við Axel, hálvbeiggja mínum, sum førdi «Elsu», sum Niels Juul Mortensen átti. «Elsa» bleiv niðurskotin á Bankanum 1917, men tá var pápi heima.

Um summarið fór hann yvir til Íslands við hinum hálvbeiggja mínum, Kristiani Sivertsen, sum tá førdi «Ørvingin». Í 1918 fekk Axel «Vágoynna» at føra, og tá fór pápi aftur við Axeli, og við tí skipinum var hann so í 1918 og í 1919.

Í 1920 bleiv so «Kristina» keypt. Axel og Kjølbro keyptu hvør sína hálva, og skipið kostaði 70.000 krónur. Pápi fór so á Suðurlandið við “Kristinu” á vári 1920, og hon gekk burtur tann fyrsta túrin.

Onkuntíð hava tað verið einir 70 fiskimenn her við Gjógv. Hevur tað verið, tá ið teir hava verið og fiskað við sluppunum?

Ja, tað minnist eg sjálvur, at tað vóru umleið 70 fiskimenn her, og tað var í millum 1930 og 1940.

Hvussu nógvir eru í dag?

Teir, haldi eg, kunnu teljast á fingrunum.

Einaferð vóru meir enn 280 fólk her í bygdini. Hvussu mong eru í dag?

Í dag eru gott hundrað fólk her, og tað eru fyri tað mesta eldri fólk – heilt lítið av yngri fólki.

Hvar blíva tey yngru fólkini av?

Tey fara gjarna at læra, tá ið tey koma úr barnaskúlanum. Eg kann siga, at tað mesta fer at læra, og tað sær soleiðis út, at tað søkir eingin til sjógvin, tá ið tað er tilkomið. Tað fer alt at læra.

Duga tygum at skilja tað, at einki av hesum unga verður eftir við Gjógv – ella kemur aftur til Gjáar?

Ja, upp á ein máta, er tað ikki liviligt við Gjógv, men nú er so gott vegasamband, at tað ber til at søkja sjógvin við hesum góðu skipunum, um tað skuldi verið, men tað vísir seg ikki, at hugurin stendur har til.

Tygum nevna, at upp á ein máta er ikki liviligt við Gjógv. Hvat hugsa tygum tá uppá?

Liviligt! Her er einki arbeiði fyri tað unga fólkið, so tey mugu leita sær burtur hiðani, um tey skulu fáa okkurt arbeiði.

Takk fyri!

 

 

 

 

 

 

 

 

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna