stadanovnStaðanøvn

Staðanavna-savnið er nú tøkt á kortskipan, sum Sunda kommuna hevur staðið fyri at menna. 

Trýst her fyri at vitja kortskipanina.

greinasavnGreinasavn

Tað eftir hondini rúgvusmikla tilfarið her á heimasíðuni er nú skipað í bólkar, og ger hetta tað vónandi lættari at koma framá eitthvørt av áhuga.

 

Ernst Krenn (1897 - 1954)

Úr savninum hjá Thedori taka vit hesaferð eina yrking, sum eg minnist ein part av frá barnaárum mínum. Theodor fær skjótt orðið, men eg skal bara skoyta eitt sindur upp í tað, sum Theodor sigur um yrkjaran, eysturríkaran Ernst Krenn. Krenn kom ein túr til Føroyar í 1939 og gjørdi fleiri túrar eftir tað, men tann fyrsti túrurin hevði so stóra ávirkan á hann, at hann saman við konu síni – Franzisku – skrivaði bókina «Føroyar. Die Inseln des Friedens» («Friðaroyggjarnar) undir navninum Krenn-Gjógv. Krenn skrivaði fleiri bøkur, og tað er ikki minni áhugavert, at á Landsbókasavninum er hann skrásettur undir skaldanavninum «Álvur við Gjógv».

Sagt verður um Krenn, at hann var føroyavinur, men av tí, sum eg havi nevnt her frammanundan, kunnu vit leggja aftrat, at sanniliga var hann eisini Gjáarvinur. (Krenn var nógv avhildin av gjáarfólki, men av tí, at hann var so nógv her undir Krígnum, so var tað ikki so løgið, at ivi/ótti, hvørt hann mundi vera týskur spiónur, eisini stakk seg upp viðhvørt).

Krenn var annars útbúgvin sum lærari og málgranskari og hevði m.a. føroyskt mál og føroyska mentan sum sergrein. Krenn doyði av ólukku í Eysturríki í 1954 - bara 56 ára gamal. Hann var á veg til Føroyar, og tá ið hann skuldi skifta buss, koyrdi ein russiskur hernaðarlastbilur hann yvir, so at hann doyði. Lagt verður aftrat, at tað var hálka á vegnum. 

Theodor hevur orðið:

Henda yrking er borin fram av manni, ið borin er í heim og býr uppi í meginlandinum í Eysturríki, ein sannur Føroya vinur, sum sjálvur hevur lært seg føroyskt mál og ognað sær kunnleika um føroyska søgn og mentan. Hann hevur áður yrkt um Føroyar og hevur við skriftum gjørt sínar landsmenn kunnigar við føroyska søgu og mentan og er soleiðis ein umboðsmaður fyri føroyska mentanarlívið í útheiminum. Tá ið henda yrking um eina serstaka bygd í Føroyum hevur fingið skaldahørpu Dr. Ernst Krenns at ljóða, so er hetta bert ein tóni av teimum mongu, ið Ernst Krenns góða hjartalagi fyri Føroyum.

 

GJÁARLAG — Jóhan Kallsoy og gjáarmonnum verður henda yrking vígd.  

1.Gjógv, vár Gjógv, várt lítla bú,

Gjógv, vár Gjógv, vár heimbygd tú.

Tú vár Gjógv á brøttu líð,

teg vit elska alla tíð

- Gjáarmenn.

 

2.Tíni heim við Dalará,

millum tey tann lítla vrá,

har eg lá í móðurfavn,

elski eg mítt fedranavn

- eg Gjáarbarn.

 

3.Uppi haga seyður gá,

sum nú skjótast piltur ná,

og í bøi syngja enn

genturnar um fornar menn

- vit Gjáarbørn.

 

 4.Fjallið títt, ið fuglar ber,

kært tað mær av hjarta er.

Norður eg á Kallaroy

síggja kann við Gjáarmoy.

- vit Gjáarmenn.

 

5.Standa vit tá einaferð

Uppi á Egg, har ið tað er

 sýni út til hav og lív,

Gjáarmenn og Gjáarvív.

- vit Gjáarmenn.

 

6.Har er heimið várt, várt búgv,

 sum av øllum lovað trúgv.

Gjógv, vár Gjógv, á brøttu líð.

 eg vil elska alla tíð

- vit Gjáarmenn.

 

7.Og eg úti suður nógv

elski teg, o , Gjógv, o, Gjógv.

Tíni vív og tínar menn,

 Gjáarbørn og Gjáarmenn

- Eg Gjáarálv.

 

 

 

 

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna