bugvin desember 2009 Tvey stór omanlop hava verið í berginum Norðuri við Gjógv á Ambadali. Tað fyrra lopið, ið er niðan fyri Gjógv, er komið um hálvan novembur (2009), meðan tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er komið nú um mánaðarskiftið novembur/desembur. Tað niðara lopið - ið er tað minna lopið - er beint niðan fyri Gjógv. Her var so vakurt. Ein ryggur við einum høvdi vaks mestsum út úr berginum, og tað var gangandi út á hetta høvdið, og haðani hevði tú eitt frálíkt útsýni bæði oman- og niðaneftir.  Nú er ryggurin lopin burtur, men høvdið stendur eftir, og nú er berg í millum ryggin og høvdið, so har er ógongt. Ein stór riva sæst í berginum oman fyri høvdið, so tað er bara ein tíðarspurnigur, nær náttúrukreftirnar hava fingið bilbugt við høvdinum. Hetta lopið sær út til at vera komið niður á Heimara Búgvabarm - á Urðina Inni á Hálsi og á Hálsin sjálvan.
Tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er so nógv tað størra lopið. Tað er lopið líka úr upsini og í sjógv. Ilt er at meta um breiddina á lopinum, men einastaðni millum 50 og 100 metrar av upsini og niðureftir eru farnir í havið. Hetta lopið hevur lagt eina heilt stóra urð eftir seg á Vestara Búgvabarmi og fjalir alt Inni á Hálsi - líka frá fastlandinum og út ímóti Búgvanum - og hevur sostatt gjørt Búgvan landfastan. Hesi bæði stóru omanlopini hava broytt umstøðurnar innan fyri Búgvan almikið. Tað hevur altíð ljóðað á mannamunni, at einaferð í tíðini var landfast Inni á Hálsi. Tað er einki at ivast í, at so hevur verið, men so langt aftur, sum nakar veit, hevur Búgvin staðið leysur úr landi. Í góðum líkindum hevur tað borið til hjá smærri bátum at siglt innanfyri. Samband hevur verið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, men í vetur gjørdust teir sjálvstøðugir. Skal frágreiðingin um sambandið barmanna millum vera heilt neyv, so bar tað til - sum áður nevnt - at sigla innan fyri Búgvan, og tað bar nevnliga eisini til at ganga av Urðini Inni á Hálsi (á  Heimara Búgvabarmi) og á Vestara Búgvabarm í gjøgnum eitt hol inni á  fastlandinum (sjá myndasavnið). Nú er alt hetta broytt: Siglingarleiðin innan fyri Búgvan er burtur, Urðin inni á Hálsi er burtur, Holið millum Heimara - og Vestara Búgvabarm er burtur og Steinurin á Vestara Búgvabarmi (stutt vestan fyri Hálsin) er eisini burtur. Einstøk staðanøvn fara í gloymskuna, men hesi eru snøgt sagt farin í søguna og liggja nú undir urðini (hvussu man hon forrestin fara at eita?) 
bugvin juni 2009 - Í summar vóru Hans á Skipinum og eg - frá báti hansara - uppi á landi á teimum flestu plássunum frá Vambarkletti og heimeftir ( -- "har fram við bergsins fót!"). Tað er ein  ikki sørt løgin kensla at vita sær, at vit sigldu innan fyri Búgvan, vóru á Urðini Inni á Hálsi og gingu í gjøgnum holið av Heimara Búgvabarmi og á Vestara Búgvabarm. Hetta kemur nú eingin at gera okkum eftir (reyp), men myndirnar eru varðveittar, og tær eru eisini at síggja í myndasavninum.
--- Tað sær út til at vera so mikið smátt grót í tí nýggju urðini, at tey ógvusligu høgættarbrimini hava óivað rættuliga góðar uppruddingarmøguleikar, men nær ið tað verður siglandi aftur innan fyri Búgvan, er (sum tey plaga at siga) ein góður spurningur ---- !

Fleiri myndir: myndasavn - 2009  - Omanlop á Búgvabarmi desembur 2009

(ovara myndin er tikin í desember 2009 og tann niðara í juni 2009)
Kategori: Búgvin