- Publiceret den 22 februar 2012
- Víst: 25279
Fyri oman Rætt / Fjallið
Tað var í 2010, at bygdin fekk henda nýggja hagapartin: Fyri Oman Rætt/Fjallið. Áseyðatalið er 136, og markið í millum teir báðar nýggju hagarnar gongur úr Neytaliðinum, niðan á Barmsbrekku, niðan á Háls, norður um Háls og oman í Rógvugil (niðan fyri Festirstein), úr Rógvugili á skák norður ímóti Gjógv (heiman fyri Húsið) og frá Gjógv oman á Róvuna.
Tann 25.10.10 hevði Omanrætt/Fjallið sín fyrsta fund og valdi hesar í hagastýrið: Páll Sivertsen, Óla Debes, Jákup Matras, Súna Christiansen og Jóhannes Juhl Johannesen. Sum røktingarmenn vórðu valdir Óli Debes og Páll Sivertsen. Á sama fundi varð samtykt at søkja Umhvørvisstovuna um loyvi at geva haganum navnið Ambadalur.
Røktingarmenninir Páll og Óli
Fyri oman Rætt/Fjallið er ein 2 marka hagi. Sambært úrskurði í sambandi við útskiftingina skuldi Fyri oman Rætt/Fjallið hava 136 hagfastar seyðir.
Fleiri myndir: myndasavn - 2010 - novembur.