Sunnudagin 20.01.19 hevði Emil Olsen, prestur, fráfaringargudstænastu við Gjógv eftir at hava verið sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í meira enn 35 ár, og sunnudagin 28.07.19 stóð tann nýggi sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, fyri fyrstu ferð á prætikustólinum í Gjáar kirkju. Hann varð innsettur sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi tann 23.06.19. Jonhard og eg eru bygdarmenn, og so kenni eg hann eisini væl frá tíðini, tá ið hann sum smádrongur (unglingi) gekk í Runavíkar skúla. Eftir kirkjugongdina við Gjógv heilsaði eg upp á tann nýggja prestin, og tá avráddu vit at markera henda dagin á heimasíðu mínari. Longu 11.08.19 var Jonhard aftur við Gjógv og helt gudstænastu í Gjónni. (Mær dámar einki, at lýst verður við útigudstænastu í Gjónni - tað næsta verður kanska innigudstænasta í kirkjuni).

Í fjør komu teir rógvandi við Emil presti inn í gjøgnum Gjónna, og ætlanin var at endurtaka róðurin við hesum nýggja prestinum, men tann ætlanin brast, tí báturin hevði so nógvar borðrivur (hevði staðið í neystinum í eitt ár), at prestur mátti skrykkjast upp á land, so hann ikki gjørdist kjólavátur. Í allar aðrar mátar eydnaðist tiltakið sera væl. Veðrið var av tí besta, og sangurin og tónleikurin ljómaðu og fyltu Gjónna. "Norðljómur" og kórið "Tarira" spentu seg út og vóru eisini við í felagssanginum. Friðrika var deknur henda dagin, og samsvarandi sangheftunum, ið út vórðu býtt, so vóru millum 500 og 600 fólk til tiltakið. Ikki eiti á - ein frálík løta.

                                                          

                                  Friðrika og Jonhard

                                 

                                 Dýrdarveður

Prestur fær orðið: 

Eg eiti Jonhard Jógvansson og eri ættaður úr Saltangará. Eg eri 43 ár og giftur við Tordis Kristiansdóttir, sum er ættað úr Fuglafirði. Vit eiga tríggjar deiligar synir saman, sum eita Kristian (7 ár), Jógvan (5 ár) og Kjartan (2 ár). Eg lærdi til timburmann í tíðarskeiðinum 2007 – 2010. Aftaná at eg hevði staðið sveinaroyndina í 2010, varð tað kortini ikki smíðað so øgiliga nógv. Hetta komst av, at konan, sum er lækni, skuldi spesialisera seg í Danmark. Tá ið vit so skuldu flyta niður í 2010, fekk eg møguleikan til at fara undir gudfrøðilesnaðin. Málið hjá mær var at gerast prestur. Hesin dreymur er nú vorðin til veruleika. Tann 23. juni 2019 bleiv eg nevnliga innsettur sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi. Hetta var ein sera stórur dagur bæði fyri meg og fyri konu mína. Vit trívast væl í prestagarðinum og kenna okkum sera væl móttikin. Eg eri ómetaliga takksamur fyri henda møguleikan og gleði meg at tæna fólkinum í prestagjaldinum og koma at kenna tey betur.

 

                            

                       Ein rúgva av fólki

                      

                       "Norðljómur"

Tað er sjálvandi nógv nýtt at seta seg inní, tá ið ein byrjar sum sóknarprestur í Føroyum. Tí eri eg eisini sera glaður fyri tær royndirnar, sum eg havi gjørt mær, áðrenn vit komu heim til Føroya. Eg arbeiddi nevniliga sum vikarprestur í Solvang Kirke á Amager frá 05.02.2019 til 10.06.2019. Har havi eg havt nakrar gudstænastur og havi harvið eisini arbeitt eitt sindur við tí, sum tað inniber: prætikufyrireiking, velja sálmar, liturgi, altargongd o.s.fr. Meðan eg havi verið har, havi eg eisini havt mín fyrsta flokk av konfirmantum. Hetta helt eg vera sera spennandi.

                         

                      Aftast á myndina sæst kórið "Tarira"                

          

                      

                      Hanni, kirkjuráðsformaður, Páll, deknur, Óli, var klokkari í 35 ár, Jonhard, prestur og Símun, klokkari.

Stutt sagt valdi eg at gerast prestur, tí at Jesus er tann, sum hann sigur seg vera. Hetta staðfesti Gud, tá ið hann reisti hann upp frá teimum deyðu. Jesus er sonur Guds, heimsins frelsari, mín frelsari. Tí ynski eg at tæna honum við at boða gleðiboðskapin um hann. Sum prestur sleppi eg at arbeiða við tí, sum eg brenni fyri, nevnliga at kava niður í bíbliutekstin og bera tað víðari, sum eg finni har. Og hetta er ikki bara nakað, sum eg sleppi at gera. Hetta er eisini nakað, sum eg havi lovað at gjørt við tað, at eg havi undirskrivað prestalyftið. Her havi eg millum annað givið eitt lyfti um at granska Guds orð og at boða tað, soleiðis sum tað ljóðar í teimum profetisku og ápostólsku skriftunum. 

Eg hevði ikki kunnað ímyndað mær at verið nakað annað enn prestur restina av mínum lívi. Eg veit, at ørkymlan eisini kann fylgja við í eini slíkari tænastu, men eg havi eina innari sannføring um, at hetta er vegurin, sum eg skal ganga, og at hetta er tað, sum eg skal gera restina av mínum lívi. Men hetta er ikki nakað, sum eg kann gera við egnari megi. Uttan Gud kann eg als einki. Ella sum tað stendur skrivað: “Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva” (Sl 127,1).

Kategori: Tíðindi