-
Asfinn Sigvardsen
-
Publiceret den 29 Juli 2026
-
Víst: 981
-

Tyrlumynd við nøkrum talmerktum staðarnøvnum.
Tað var á sumri 2009, at Hans á Skipinum og eg vóru uppi á landi á mestsum øllum gongdum og navngivnum plássum fram við sjónum av Føroyaklettinum á Funningsfirði og vestur á Vambarklett, stutt frá markinum móti eiðismonnum. Tað má havast frammarlaga í huga, áðrenn meir verður lisið, at tátíðar menn fóru ikki upp á land nakrastaðni, uttan tað var TIL nakað, men vit settu okkum fyri eisini at fara upp á land á teimum plássum, sum farandi var uppá, uttan at tað var TIL nakað. Jú, men - sanniliga var tað til nakað kortini, tí at við myndum og frágreiðingum hava vit rættiliga gjølla skrásett hesi plássini so mikið væl, at hetta verður áhugaðum nútíðar- og framtíðarbúgvum ein góð hjálp.
Hetta verður, sum áður nevnt, tann seinasta frásøgnin frá hesum túrunum, sum allir samlir sita so rimmarfastir í minninum. Tær frálíku yvirlitsmyndirnar hevur tyrlumanningin tikið fyri meg, og myndirnar eru sjálvur prikkurin, tí uttan tær høvdu frásagnirnar als ikki komið til sín fulla rætt. Tyrlumanningin fær stóra tøkk fyri myndirnar
Eg eri - sum vera man - sera fegin um hesar túrarnar og tað, at eg havi fest teir á blað. Einki kemur av ongum, og onkur syngur "tak er kun et fattigt ord", men eg geri tað kortini. Hans Andreas Djurhuus, Jógvan Sørin Hansen, Øssur Johannesen og Heri Andreassen fáa tøkk. Vit báðir, Hans - sum átti bátin "Sanna" - vóru saman uppi á landi, og tá lá Jógvan Sørin á bátinum. Øssur - sum átti "Fliðuna" saman við Hera Andreassen - var nakrar túrar við okkum, og tann eina dagin var Heri eisini við.
Á hesum túrinum vóru vit báðir, Hans, uppi á Hvalsryggi og uppi á Vambarkletti. Vit hava góðar myndir av Hvalsryggi, men tá ið vit vóru á Vambarkletti, var so mikið langt liðið út á kvøldið, at tær myndirnar verri enn so eru nummar 1 (lort). Á teirri talmerktu yvirlitsmyndini havi eg tikið nøkur fá pláss við, sum - sum so - einki hava við hendan túr okkara at gera.
Nr. 1 Tangin undir Fløttum.
Hann er beint undir teimum trimum fløttunum, ið fyrr vóru fullir av lunda.
Nr. 2 Funningsbjørgini.
Knút á Geil (Knud Højsted, f. 1900):
"Øll bjørgini frá Gjógv og vestur á Stein - uttan Torva - hoyra til Funning og kallast Funningsbjørgini, men tá ið vit bjargamenn tosa um Funningsbjørgini, so meina vit við fuglabjørgini her vestan fyri Fløttir. Her er gylt av fugli og stak góð fuglaplás.
Tað er pussugt at síggja fuglin, lomvigan við pisunum - nadoy, er tað merkiligt, teir skulu kenna pisurnar. - Tað gera teir; teir koma við sild, fara inn ímillum, til teir koma til ta røttu pisuna, - eg havi sitið og betraktað tað.
Nei, til bjarga, gakk vekk, tað dámar mær einki, tá teir ungu snakka um tað; tað loysir seg ikki. Stuttligt er tað álíkavæl at síggja, hvar teir gomlu hava verið. Djarvir hava teir verið, teir hava verið skilamenn, hava gjørt roysnisbrøgd; og tá kom tað væl við.
Funningseyguni
Funningsmenn eiga, sum áður nevnt, fuglabjørgini, og tá ið teir sostatt eisini natúrliga hava røkt tey, er tað sjálvsagt, at Funningsnavnið eisini er millum staðarnøvnini. Her síggjast nógv eygu á einum rættiliga víðum øki, sum verður nevnt Funningseyguni, og har var nógvur lomvigi fyrr. (sjá mynd).
Stóriflái (tað størsta eygað til høgru á teirri næstu myndini).
Stóriflái er eitt sindur oman fyri sjóvarmálan og liggur so skráur inn í bergið - undir einum lofti. Teir gomlu søgdu, at byrsa bar ikki upp á hann. Frá sjónum av sær tað út til, at hann ber nógvan fugl, men hann roynist ikki, tá ið tú kemur á hann, tí fuglurin situr á skráari hellu, so rúgvan sýnist størri, enn hon veruliga er." (brot)

Nærmynd av Funningsbjørgunum - tikin av Hvalsryggi. Vit síggja m.a. Funningseyguni og Stórafláa. (Tað stóra eygað longst til høgru á myndini er Stóriflái. Stóriflái er gjøllari umrøddur í staðarnavnasavni mínum - bygdin.fo).
Nr. 3 Hvalsryggja(r)tangin.
Tað ytsta á Hvalsryggi kallast Hvalsryggja(r)tangin. Tað er ikki djúpt um Hvalsryggja(r)tangan, og eystfallið kann gera um seg her.
Nr. 4 Hvalsryggur.
(Vit báðir Hans vóru uppi á Hvalsryggi og uppi á Horninum á Hvalsryggi. Myndirnar koma aftan á frágreiðingina).
Hesin stóri ryggurin - við Horninum stingandi uppúr - er átøkur einum yvirvaksnum hvali, so her er talan um eitt samburðarnavn. Tað høga, ið stingur upp úr Hvalsryggi, eitur Hornið (sjá Hornið á Hvalsryggi).
Jógvan Sofus Ferjá (1913 - 2007), ið hevði fortalt okkum eitt sindur um Hvalsrygg, endaði tosið soleiðis:
"Eg havi ongantíð verið uppi á Hvalsryggi, men hann sær mær nakað hálur út. Tá ið vit gingu í skúla, plagdu vit viðhvørt at bera gátur upp, og ein ljóðaði soleiðis: "Eg veit ein rakrygg fyri innan lóg, hann er vátur á fjøru og flóð. Hornið hann í síðuni ber, git mær so, hvat ið gátan er?" (Tað er Hvalsryggur).
Lat meg bara eisini taka eina um Risan og Kellingina: "Eg veit ein rakrygg fyri uttan lóg, hann er vátur á fjøru og flóð. Hansara kona er av sama slag, bæði blivu skøpt tann sama dag. Git mær tað!"
Nú legði tú kanska til merkis, at eg nevndi "fyri innan lóg" og "fyri uttan lóg". Tað hongur soleiðis saman við hasum, at við Hvalsrygg var ikki loyvt at skjóta fugl, tí var tað "fyri innan lóg". Við Risan og Kellingina var harafturímóti loyvt at skjóta fugl, og tí var tað "fyri uttan lóg".
Nú ið eg eri komin so væl á glið, kann eg eisini taka gátuna um Dánjalsmið við: "Áin liggur á Risanum, Hornini koma væl undan. Opin eru Kalsoyardjúp, og tá er veiðan undir." (Hetta eru ýtini á Dánjalsmiði.)
Nú veit eg ikki, um eg minnist tað rætt, men eg skal royna at fortelja søgnina um Dánjalsmið: Tað vóru ringar tíðir - ja, nærmast hungur í Føroyum. So var tað ein fuglfirðingur, ið æt Dánjal, ið var vístur úr landinum - í minsta lagi tað. Eina náttina fara so hann og synirnir út eftir Fuglafirði og ætla sær at rógva til Íslands. Teir høvdu sett vøttirnar á tollarnar fyri at einki skuldi hoyrast, meðan teir róðu út eftir fjørðinum.
Teir rógva so norður í gjøgnum Djúpini og eru eitt sindur eystarlaga staddir. Dánjal leggur seg so at sova, tí hann var so illa fyri - hevði vakt so nógv. Synirnir rógva so út úr Kallinum, og tá ið teir hava róð einar 8 - 9 fjórðingar, nú vekja teir pápan og siga, at her situr ein fuglur. Teir leggja árarnar inn og royna at fáa snørini út. Tá ið teir hava kent og draga, ýtar pápin av. Tað stendur á at draga, og teir fáa upp í bátin av fiski. Hetta var Dánjalsmið. Teir venda so aftur til Fuglafjarðar, og tá ið teir koma at landi, koma menn á støð og spyrja, hvar teir hava fingið allan henda fiskin. Dánjal svarar, at hann sigur teimum einki, um teir ikki lova honum grið. Tað fekk hann, og hetta var so søgnin um Dánjalsmið," endar heimildarmaður okkara.
Hans á veg upp á Hvalsrygg.
Á Hvalsryggi (eg). Holið á Hvalsryggja(r)barmi hómast høgrumegin á myndini.
Hans - á Hvalsryggi - við Risanum og Kellingini í baksýni.
Frá vinstru: "Sanna" - Jógvan Sørin, Jónas og Jónfinnur - Kellingin og Risin - EG (á veg út á endan á Hvalsryggi). Myndina av MÆR leggi eg ikki bara út fyri at vísa MEG, men so sanniliga eisini fyri at vísa, hvussu ófatiliga víðar víddirnar veruliga eru, tá tú ert á teimum.
Nr. 5 Hornið á Hvalsryggi.
Hvalur hevur horn, og tað hevur Hvalsryggur eisini. Hornið er nokkso høgt, og ein lundi átti altíð í tí fyrr, og hann varð kallaður Lundin í Horninum. Her vestan fyri Riv er góð snørisleið um heystarnar, og ofta kann vera ófantaligt um heystið, men var tað so óslætt, at tað breyt upp um Hornið, dámdi teimum gomlu einki, tí tað skuldi vera tekin um, at brim var komið í sjógvin.
Hendan myndin er tikin inn á síðuna á Horninum.
Hans - á Horninum.
EG á Horninum.
Nr. 6 Hvalsryggja(r)barmur.
Slíkt bendingarsnið av ryggi - í hvørsfalli eintal - er sera óvanligt. Vit kenna tað bert her og í einum samnevndum navni omanfyri - Hvalsryggjar(r)ók. Ryggurin er bert tann eini av slíkum navni, so talan kann neyvan vera um "fleirtalsbland" í hvørsfalli. Í Norðuroyggjum hava øll "ryggjanøvn" endingina -s í hvørsfalli eintal sbr. "Stednavne." s. 51.
Tað var ikki vanligt at dyrgja á Hvalsryggja(r)barmi, meðan stundum varð dyrgt vestan fyri Nøv (vestan fyri markið móti Eiði). Meðan tað er so djúpt fram við Hvalsryggi, at tú kanst sigla so nær, at síðan kann skúra fram við klettinum, er tað ikki er so djúpt á sjálvum Hvalsryggja(r)tanganum, og eystfallið kann eisini gera um seg her. - Fyrr var væl av hellufugli fram við Hvalsryggi.
Nr. 7 Holið á Hvalsryggja(r)barmi.
Holið á Hvalsryggja(r)barmi verður eisini kallað Holið undir Reyðaholi. Reyðahol er bert royðugrót, og haðani kemur navnið. Í sambandi við Lúsurðina høvdu vit eisini navnið Holið á Hvalsryggja(r)barmi. Teir gomlu plagdu at tosa um, at Holið á Lúsurðini peikar mestsum vestur í Holið á Hvalsryggja(r)barmi og sostatt helst gongur tvørturígjøgnum. Beint vestan fyri Holið - til høgru á myndini - sæst Byrgishella.
Holið á Hvalsryggja(r)barmi (nærmynd).
Tað er ikki komandi upp á land her.
Nr. 8 Byrgishella.

Byrgishella er ein urð, ið liggur rættiliga langt inní. Vanligt var at taka hellufugl her. Rikin í trunka, hevur hann staðið stúgvaður sum seyður í byrgi. Tað er tí líkt til, at hellunavnið hevur røtur sínar í hesi fuglaveiðu. Ein annar møguleiki er sjálvandi, at heitið er komið av mansnavninum Birgir.
Í grein í Varðanum 1928 sigur Christian Matras soleiðis um navnið Birgir:
"Navnið var algongt á norrønari grund. Ilt er at gera av, hvørt hetta navnið kann vera fyrri liður í staðanøvnum, sum eita Birgis-, tá ið tey vanliga koma av orðinum byrgi. Tó er tað helst til (við ungum hvørsfalli í Birgirs- í staðin fyri Birgis-) í staðanrnavninum Birgirshjalli í Oyndarfirði."
Jóhannes í Lon úr Funningi, ið hevði verið Norð í Eggini eftir lunda, datt, sum aðrastaðni nevnt í savni mínum, oman og varð ikki afturfunnin. Hetta var í 1898. Sum nevnt, var tað vanligt at taka hellufugl á Byrgishellu.
Um summarið 1899 - árið eftir at Jóhannes datt oman - vóru tveir smádreingir frá Gjógv: brøðurnir Christian Jacob Joensen, f. 1886, og Jógvan Joensen, f. 1890, uppi á Byrgishellu, og tá funnu teir eitt kjøtstykki og ein hæl í urðini. Teir skjøttaðu einki um hetta fyrr enn aftaná. Teir hildu kjøtstykkið bara vera grind, men tað kann hava verið av Jóhannesi.
Byrgisrók: Tað hevur ikki eydnast at staðfesta hesa rókina, men hildið verður, at hon er nærhendis Byrgishellu. Sagt verður, at einans maður - Jóannes, ið hevði verið húskallur á Látrinum á Eiði - hevur verið á Byrgisrók. Jóannes búði í Funningi. Hann var ættaður úr Hósvík og datt oman "millum Hornini" - helst á Rókini hjá Jógvani í Jákupsstovu - í 1870unum (sjá Rókin hjá Jógvani í Jákupsstovu í savni mínum).
Nr. 9 Vambarklettur.
Tíverri mislukkaðust myndirnar, sum vit tóku ta seina summarkvøldið, tá ið vit vóru á Vambarkletti, men álíkavæl leggi eg onkrar út sum minnir
Tyrlumynd, sum vísir Byrgishellu (nr. 8) og Vambarklett (nr. 9).
Fyrsta hugsanin um navnið Vambarklettur er, at her er talan um eitt samburðarnavn, tí útsjóndin á klettinum er ikki ólík vomb og talar sostatt fyri hesi hugsan. Stundum lá deyðseyði á klettinum, tí beint omanfyri - á Sig - er støða til einar tveir seyðir. Vóru fleiri, gjørdist ov trongligt, og onkur fór útav, so møguliga kann kletturin setast í samband við deyðseyð.
Fyrr, tá ið nógvur fuglur var til, plagdi Vambarklettur at sita kritahvítur av álku. Her er ólagaligt at koma framat við báti, so tá ið teir royndu eftir hellufugli vestur við landinum, plagdu teir at leggja inn ímóti her og leggja stongina fyri álkurnar fyri at vita, um teir kundu fáa nakrar, tá ið tær fóru á flog, men tað kom gjarna lítið burturúr.
Til stuttleika kann nevnast, at einaferð, teir royndu eftir hellufugli her, bað faðirin sonin royna seg við stongini, men illa gekst - hann fekk onga álku. Tá læt í tí gamla: "Ikki havi eg sæð so lørutan mann!".
Í Fuglafirði er eisini ein Vamba(r)klettur, og haðani er henda frásøgnin:
Vambaklettur er navnið á einum fløtum steini/kletti oman fyri gøtuna, beint undir Hálsi (Góðadalshálsi). Tað var vanligt at bera seyðin av Góðadali um Hálsin, og tá plagdu teir at leggja seyðin á Vambarklett, meðan teir hvíldu seg. Tað er líkasum ein síðki niður í klettin. Einaferð doyði ein ær hjá teimum. Teir flettu hana og kastaðu vombina á henda klettin, sum síðani hevur verið kallaður Vambarklettur. Hendingin er avgomul, og tað er navnið eisini. Hetta er eisini eitt dømi um, at lítið krevur til at fáa eitt navn.

Myndin er tikin av Vambarkletti. Vit hóma m.a. Hvalsrygg.
"Sanna" - út fyri Vambarkletti.
Myrkrið sígur yvir Vambarklett.
Frá vinstru: Petur Elias, Sofus, Jógvan Sørin, Ann, Sanna og Hans. (Myndin er tikin tað kvøldið, ið vit komu aftur av Vambarkletti).
Nr. 10 Flesin á Hvalsryggja(r)barmi.
Kvøldarmyndin er tikin av Vambarkletti.
Tá ið tað rak hart útiá, var vanligt at fara inn fyri Flesina á Hvalsryggja(r)barmi at royna eftir brosmu og reyðfiski, til rákið linkaði.
Nr. 11 Dranki.
Vanliga verður sagt, at ein drangi stendur leysur í sjónum, og ein dranki er ein (lítil) klettur, ið stendur uppi á landi, og tað samsvarar væl í hesum føri.
Nr. 12 Skriðugil.
Tað sæst, at her hevur skrutt fyrr, og nógv er lopið oman, tí tað er rættiliga skurslut í Skriðugili. Gilið endar niðri í Svøltutá, sum er umrødd í savni mínum. Skriðugil er marknagil millum Eiði og Gjógv.
Søgn er um, at Róáin var mark millum Eiði og Gjógv í gamlari tíð, men Gjógv fekk Ambadal frá eiðismonnum seinni, smbr. grannastevnu frá 5. mars 1868, sum tekur uppaftur (um markið) "úr Villiskorahorni oman í Skriðugil og Svøltutá og hálvan Stein." (Poul Petersen: "Ein føroysk bygd" bls. 156)
Kategori: Frásagnir