Jógvan á Rætt er føddur 23.10.1921. Hann er giftur við Poulu (f. Joensen -17.06.1929). Tey búgva í Kollafirði og fingu hesi børnini: Malan, Hansina (deyð sum barn), Kristina, Jákup Marius (deyður sum barn), Marjun og Óli Andreas.

Jógvan hevur gott minni og dugir væl at siga frá. Nú ein dagin var eg inni á gólvinum hjá teimum í Kollafirði og bað hann fortelja mær okkurt gamalt frá Gjógv. Tað dámdi honum væl, og her koma nøkur brot úr prátinum:

IMG 2068 copy

Jógvan og kona hansara - Poula

Vit áttu eitt stykki, sum vit kallaðu Heimi á Fløttinum. Tað er har, ið Jógvan á Fløtti bygdi. Vit brúktu tað ikki til nakað serligt - høvdu onkran kálv standandi har. Har gjørdi eg ein rabarbugarð og royndi at velta, og tá var eg ikki farin í skúla. Eg var so lítil og lættur, at eg mátti hanga á hakanum - tá var eingin spaki komin. Tað kom ikki tað nógva burturúr, sjálvt um eg stríddist so øgiliga nógv, at eg fekk sár á búkin. Mamma noktaði mær at fara aftur at velta, fyrr enn sárið var frískt. Eg haldi, at tað var nakað tað sama við øðrum dreingjum. Eg minnist, at tey plagdu at grína at, at tey høvdu hoyrt ein morgunin, at Sigga á Grótheyggi spurdi meg, hvat eg fór at gera í dag. Eg svaraði, at eg haldi, at eg fari at bera tøð. Tá var eg heldur ikki komin í skúlaaldur.

Mær dámdi so grúiliga væl kava, men eg átti onga skíðifjøl, og so setti eg meg at gráta, tí eg vildi hava eina skíðifjøl beinan vegin. So fekk eg pápa at koma oman til Debus at vita, um hann átti nakrar tunnustavar. Debus gav okkum ein lítlan kagga, og pápi tók hann sundur og gjørdi mær eina skíðifjøl sama kvøldið. Tað vóru tveir stavar lagdir saman, og framman var ein hulaður oki at seta føturnar ímóti, og so lá ein fjøl tvørturum aftan at sita á. Tað var tað heila. Tað besta staðið at aka á var á Ólastovuheygnum. Har høvdu vit tríggjar  reimar. Tann heimasta reimin var til teir yngstu, sum ikki dugdu so væl. Tann mittasta reimin var tann besta, og hana brúktu teir størru dreingirnir - har var so bratt, at vit fingu eina øgiliga ferð - og har var eisini ein túva - sum vit hoppaðu uppum. Tað var ein høgur bakki at fara útav - oman ímóti húsunum hjá Dánjali í Bíggjarlagnum - men ikki minnist eg nakran fara útav, tí vit dugdu so væl at smekka beinini framum, og so steðgaðu vit. Ta ytstu reimina brúktu vit at skoyta á - og skoyturnar dugdu vit at gera sjálvir. Tær bestu vóru úr eik, og so festu vit flatjarn uppundir fyri at fáa tær at ganga betur. Tað jarnið fingu vit úr handlunum. - Eg var ongantíð nakað góður skoytari - mær dámdi betur skíðifjølina - men serliga væl minnist eg, hvussu væl Poul Jóhannes í Horni dugdi at skoyta, so hann helt seg mest á tí ytstu reimini. Og ikki akaðu genturnar skíð, onei - tær vóru so lítið uppi í slíkum. Tær vóru ikki klæddar til at aka skíð, tí tá sluppu gentur ikki at ganga í buksum - onei. Men Petrina í Heiðriksstovu gekk í gullligum yviralsbuksum, og Sivert á Fløtti kallaði buksurnar fyri "hoyneyðin" - eg veit ikki hví. Petrina roykti eisini. Eg minnist einaferð, vit slerdu uppi í Fimtinginum, og tá komu fleiri dreingir og vildu sleppa at sláa. Petrina var har, og hon vildi eisini sleppa at sláa, men vit søgdu nei. So bjóðaði hon okkum sigarett. Tá slapp hon at sláa, og vit at roykja.

- Tað var eitt ella annað í millum Handanbrúgvardreingir og okkum norðanfyri. Teir høvdu handlar niðri á Sandinum, og vit í Barmsbrekkugili. Viðhvørt klandraðust vit og brutu handlarnar hjá hvørjum øðrum, og tað sama var um veturin, tá ið vit gjørdu kavaskip. Handanábrúgvarmenn høvdu kavaskip yviri á Bø, og vit oman fyri okkara hús, og so plagdu vit at kríggjast við at bróta skipini hjá hvørjum øðrum.

Ikki slapp eg til skips sum aðrir javnaldrar mínir, tá ið eg var konfirmeraður, tí vit høvdu so grúiliga nógv at hoyggja. Pápi var burtur, og abbi stýrdi tí heila, og vit aktaðu abba til punkt og prikkar. Ikki mátti sláast for nógv, tí vandi var fyri, at tað fór at spillast, um óterri kom - tað gamla sat í honum. Pætur í Jógvansstovu kom við tí fyrsta turkilagnum til Gjáar. Tað stóð heimi í Forna, og Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum setti tað upp, og tað var væl gjørt. Einki net hevði tað, og eina vindnátt var tað heila fokið burturúr, og eg minnist, at Súsanna í Jógvansstovu rakaði líka út til húsini hjá Kristiani gubba, á Rætt. So komu netini, og tá riggaði tað fínt. Eg haldi, at Sofus Debes fekk tað næsta turkilagið, og tað stóð eystan fyri Jardusarrygg. Nakað seinni fingu vit so eitt eisini. Vit vóru eini 11 fólk í húsi og høvdu tríggjar kýr, so  tað kravdist nógv fóður. Tað var eitt øgiliga stórt knoss av hoynum, og øll mjólkin bleiv drukkin í húsunum.

SNV35497 copy 

 Pól Sigurd og Dea (Andrea) - systkin Jógvans

Eg minnist bara eina súkklu við Gjógv tá, og hana átti Rasmus í Bíggjarlagnum. Hann lærdi til smið í Klaksvík, og hann hevði eina súkklu við, tá ið hann kom norður. Hann plagdi at fara á súkkluna frá teimum og oman í gjøgnum Túnið, og ein stórur riðil rann aftan á honum. Einaferð gjørdi hann tað lort, hann súkklaði so øgiliga skjótt omaneftir, og vit fylgdu ikki við. Hann helt so á oman í Neyst, og vit aftaná, og tá ið vit komu oman, lá hann púra flatur yviri á Hólminum. Hann hevði rent útav har við Tarvafjósið og so í Ánna. Ikki fekk hann skaða, men hann var so dansandi óður inn á ommu sína í Gortru, tí hon skuldi hava staðið fyri.

Tað var eingin vegur nakrastaðni, tá ið eg var smádrongur. Eg minnist, at teir arbeiddu vegin frá brúnni og heimeftir - her norðan fyri Ánna. Har gekk bara ein breið gøta. Oman fyri Heiðriksstovu stóð ein stórur steinur, og teir kílaðu burtur av honum - javnt við vegin. Tað segðist, at hann skuldi vera íbygdur, og ein maður, ið búði har á leið, segði seg hoyra buldur og skramblan av pottalokum og øðrum ta fyrstu náttina - tá skuldu huldufólkini flyta. Vegmenninir  tóku eyr úr heygnum heiman fyri Grottinborg og bóru hann oman í leypum. Men so fingu teir eina trillubøru, og tað hildu teir vera so grúiliga snilt, men ikki veit eg - tað var lættari og skjótari at bera eyrin. Trillubøran var tyngri at fáa niðan, og omaneftir máttu teir leggja fjalir undir, so teir góvust við børuni. Tað fyrsta árið kom vegurin heim til Byrgisá, og so árið eftir arbeiddu teir víðari, men har var so ringt at gera, og jaðarin bleiv so høgur. - Um leið 1930 gjørdu teir veg eystureftir ímóti kirkjuni. Hetta minnist eg av tí, at eitt brúdleyp skuldi verða í bygdini, og Oliver var so ringur av tannapínu, at hann vildi hava tonnina tikna, áðrenn hann fór í brúdleyp. Hann spurdi so pápa (Óla Andrias), um hann vildi taka tonnina. Jú, tað vildi hann, um hann fekk eina tong. Kristian á Fløtti átti eina tong, og hana fingu teir. Oliver varð so stillaður við tann niðara stólpan við kirkjuportrið, meðan tveir sterkir menn hildu honum - ikki minnist eg, hvørjir teir vóru. Pápi fekk so tikið tonnina - uttan bedøvilsi sjálvandi - men eitt petti brotnaði av tongini, og tað var Kristian á Fløtti  eitt sindur ónøgdur við, minnist eg. 

scan0036

Hans Lærarin - bróðir Jógvans

Vit kluvu illa sum smádreingir. Ja, vit kluvu alla staðni í Gjónni, har tað ikki sást. Á ovaru síðu tordu vit ikki at vísa okkum. Tað lá nokk eitt sindur í smádreingjunum at kappast, hvør ið tordi best. Eitt var at ganga upp á Kranan á Gulakletti, og tað kláraðu allir. Vit royndu at reisa okkum upp, men tað tordu vit ikki. Hans, okkara, (Hans Lærarin) var heilt øgiliga djarvur, og hann stóð á einum beini upp á toppinum á Krananum - tað veit eg ongan annan hava gjørt. Á toppinum var bara ein píkur at standa á. Kranin hevði trý bein. Tað eina beinið stóð beint upp og niður og hevði ein pík á endanum, meðan hini bæði høvdu hol í endunum - stóðu á skák - og so vóru tey smoygd niður yvir píkin. - Eitt var at ganga út í Funningsholið, men ikki haldi eg meg hava gjørt tað. Einaferð, Hans var har úti, datt hann á sjógvin, tá ið hann skuldi koma inn aftur. Ikki dugdi hann at svimja tá, so onkur rætti honum eina tráðu. - Jákup í Stólpa og Jóhannes á Skipinum vóru eisini herviligir at klúgva. Ofta vóru teir Norð á Dal (Ambadali), og sum eg havi forstaðið, so vóru teir heilt niðri ígjøgnum Norð á Sið - og bara til stuttleika.

nytt copy

Kranin á Gulakletti - settur upp í 1903

Dreingjunum dámdi øgiliga væl at sparka bólt. Tá ið eg gekk í fyrsta klassa, vóru tríggir bóltar í skúlanum. Elsti klassi átti ein, miðlingaklassin ein og fyrsti klassi ein. Hvør klassi hevði bestilt sín bólt úr Danmark - frá Candor. Hetta vóru leðurbóltar við eini bløðru innaní - og ein pumpa fylgdi við. Okkara bóltur var tann bíligasti, og hann var avlangur. Vit sparkaðu dúgliga undir handlinum hjá Petur Christiani, men ikki haldi eg, at vit dugdu nakrar reglur. Tað var ójavnt, hvussu tað lá fyri at sparka hjá teimum ymisku dreingjunum, men Pætur í Nýggjustovu var øgiliga knibbutur. Sjálvur var eg ikki serliga knibbutur. Genturnar sparkaðu ikki, men tær vóru grúiliga knibbutar at lofta, og dreingirnir loftaðu ikki. 

Genturnar hildu seg mest fyri seg sjálvar. Vit dreingir lærdu okkum at svimja í ánni, men genturnar svumu ikki, tí tær áttu ongar svimjidraktir. Tá ið vit blivu størri, svumu vit á sjónum - bæði í Gjónni og í Fjøruni. Eingin segði nakað um tað, um vit svumu á sjónum. Sjálvur svam eg nógv á sjónum - tað veit eg. Eg plagdi at svimja úr Jógvinihyli og inn á Sandin og so út aftur, og onkuntíð svam eg av Sandinum og út á Ustangan og so inn aftur í Jógvinihyl. Tað var langt, men eg var hvørki móður ella kaldur, og væl dámdi mær at føla tara og tang um føturnar. Ein góðan summardag var eitt sindur av brimi, og tá royndi eg at apa meg eftir æðunum og kava undir aldurnar - tað riggaði fínt. - Vit høvdu hoyrt, at ein fín kona var komin í Jógvansstovu - tað var Súsanna, ið hevði verið og tænt í Danmark. Ein dagin, ið vit spældu í Fjøruni, kemur hendan konan oman í fínari kápu - letur seg úr kápuni og blakar seg á sjógvin og svimur sum fiskurin. Hon fleyt so lætt og riggaði grúiliga væl, og var javnan at síggja á sjónum. -  Súsanna í Jógvansstovu var ikki sum aðrar konur. Hon svam, skar torv, slerdi og gekk á fjall, og tað varð grinið at henni. Nú hevði verið øðrvísi. 

Eiðisdoktari, Rasmussen, var grúiliga treiskur maður. Einaferð - tað var so øgiliga kalt - blivu Leivur á Heygnum og eg bidnir um at fara við Doktaranum til Eiðis. Vit høvdu gjørt okkum skølingar av neti - av koddendum, sum teir kallaðu tað umborð á trolarunum - tjúkkum troli við dupultum tráði - og tað var øgiligt, sum tað var gott. Vit gingu klárir, og so kom Doktarin í føroyskum skølingum, men vit søgdu við hann, at hesir vóru betri. Nei, nei, svaraði hann, hetta er tað besta. Áðrenn vit fóru, høvdu vit frætt frá Siverti á Fløtti, sum akkurát var komin av Eiði, at hann hevði tey góðu boð at bera okkum, at vit ómøguligt máttu fara í erva gjøgnum Líðina, tí har var so nógvur ísur, at hann var næstan ikki komin fram, og at hann hevði klórað allan vegin. Meðan vit stóðu á Gjónni og bíðaðu, kom Svend har og segði, at nú vísti termometrið hjá teimum 13 gradirs kulda, so kalt var. Men vit fóru álíkavæl av stað, og tá ið vit komu til tað bratta í Líðini, var grúiliga hálvt, men Doktarin ordnaði bara at ganga, og tann fyrsti, ið fór á reyvina, var hann. Vit fingu í hann, ella hevði hann farið omanav, men tá helt hann, at vit skuldu venda. Vit vendu so aftur og fóru oman til Funnings - heilt oman til garðin - tað vóru eingi onnur ráð. So gingu vit tvørtur við garðinum - niðan við ánni - tað var øgiliga tungt. Doktarin talaði ikki eitt tað einasta orð, fyrr enn vit komu á Eiðisskarð, og tað helti oman ímóti Vombini. Eg haldi, at hann var fyrilagstur. Vit báðir Leivur fóru so aftur til Gjáar - sama veg.

Olrik og Jógvan copy

Brøðurnir Jógvan og Olrik

Tað var nógv hýsa vesturi á Sondum undir Krígnum, men hon minkaði, tí tað bleiv so nógv roynt. Har var so nógvur bátur, at tað var ringt at fáa línuna niður. Ein mina lá eisini har, men teir ýtaðu hana av og ansaðu eftir ikki at seta ov nær henni. Streymurin gjørdi tað, at onkur lína rak á minuna, men tá ið teir føldu, at tað stóð til línuna, kvettu teir. Símun í Sámalsstovu átti ein bát, ið kallaðist Norski - Niklas í Koltri hevði smíðað hann. Dia og Dánjal í Lon róðu við Norska - saman við Símuni. Símun var upp á tann mátan, at hann ræddist einki - tað bar alt til. Ein dagin komu teir fastir í minuna. Símun dregur, og teir vilja hava hann at skera, men hann vildi ikki skera. Teir søgdu tað, at bæði Dia og Dánjal í Lon vóru so bangnir, at teir fóru aftur á rong og høvdu taskuna við sær. Símun hevði minuna á borði og greiddi línuna av tindunum á minuni, tí hann vildi hava línuna aftur.

Eg hevði hoyrt søguna um abba á Rætt (Olrik, f. 1846) og eitt franskt herskip. Eg bað so abba fortelja mær søguna, og hann segði tað, at einaferð teir vóru á útróðri á Norðhavinum við "Norðinginum", lá eitt franskt herskip har. Kornelius í Gortru - eg veit ikki, um hann hevði navigatión - dugdi at siga teimum tað, at skipið flaggaði eftir loðsi. Teir róðu so ímóti skipinum og løgdu at borði, men eingin uttan abbi vildi fara upp á skipið. Hann kom so upp á dekkið og bleiv vístur upp á brúnna, og har fekk hann at vita tað, at teir vildu hava loðs á Fuglafjørð. Abbi stýrdi so á Fuglafjørð, og eg spurdi hann: "Fóru tygum ongantíð at hyggja tygum um umborð?" Jú, hann fór niður á dekkið frameftir, og har stóðu so grúiliga nógvir menn. Teir vór allir líka klæddir, og næstan allir líka stórir. "Eg gekk og hugdi at teimum øllum", segði abbi. "Grinu teir ikki at tygum?", spurdi eg.  - Eg sá hann fyri mær í koti og húðarskóm. -  "Nei, eingin smílkaðist", segði abbi. Teir komu so á Fuglafjørð og ankraðu har, og so flotaðu teir ein bát og róðu inn undir húsini hjá Gamla Sámal Peturi. Abbi helt seg ikki vera so væl skøddan at ganga til Gjáar, so hann fekk til einar húðarskógvar frá Sámal Peturi, og so seymaðu teir einar skógvar. Síðan fór hann til gongu til Gjáar. Eg spurdi hann, um hann fekk nakrar pengar frá fransmonnunum -  jú, tað segði hann seg fáa. Kanska blivu pengarnir vekslaðir um hjá Sámal Peturi.  "Hvussu býtt tit so? Fingu tygum  allar pengarnar, og teir allan fiskin?", spurdi eg. "Nei, eg fekk part av fiskinum, og teir fingu part av pengunum", svaraði abbi. - Abbi var føddur í 1846, so hetta kann hava verið um ár 1900.

Takk fái Jógvan og Poula fyri eina hugnaliga løtu í Kollafirði.

Kategori: Frásagnir