- 23 februar 2016
Neli og Oddvør - 2005
Kornelius Johannesen – vanliga nevndur Neli – er føddur í 1938. Hann var giftur við Oddvør hjá Sofusi (Oddvør Debes), sum andaðist 25.05.2015. Stutt fyri jól í 2014 hevði eg eitt prát við Oddvør, og tá fekk eg eisini Nela at fortelja mær eitt sindur um sjólívið hjá sær og ymiskt annað. Neli greiðir soleiðis frá:
Tað var ikki nógv leikutoy, tá ið eg var smádrongur, men áin mundi vera tað størsta spæliplássið. Har vaðsaðu vit og floyttu við bátum og skipum dagliga og ikki at gloyma, so veiddu vit nógv síl. Hanni, bróðir, og eg áttu hvør sítt skip, ið vóru nógv avhildin. Skipini blivu mest brúkt undir Brúnni og á Lítlafløtti. Eg hugsi mangan um tað, tá ið eg gangi Eysturi í Gerðinum, hvussu nógv bleiv floytt Eysturi í Mýruni. Har var ein hylur, og so plagdu vit at veita Garðará heim í Mýruna og typtu so ta luktu grøvina, sum gekk úr hylinum og aftur í Garðará longri úti. Har floyttu vit so við bátum og lapparum við segli, tá ið vindur var.
Eitt er vist – vit vóru lítið inni, tí har var einki at spæla við. Um summarið mestsum búðu vit úti, tí tað var altíð okkurt spæl at tríva í. Tað stuttligasta um veturin var kavin. Eg minnist so væl tann stóra kavan 1947 – hann lá so leingi. Vit høvdu keyptar sletur, og tá høvdu vit fyri at sleta frá garðinum og út á Brúgv. Tað var ein langur túrur, og ferðin var nógv --- og nógv gongd heim aftur. Annars sletaðu vit út eftir Túni – frá Hornhúsunum og oman við Ólastovu og oman á Bakka – og so eisini av Gjónni og oman á Bakka.
Tað árið – í 1947 – doyði nógvur seyður av kavanum. Eg minnist úr Dalinum, at ein dagin flettu teir fleiri seyðir undir Grótheyggjarhúsunum. Nakrar ær vóru farnar frá garðinum og niðan á Brekkuna, men har var kavin so harður, at tær fóru á glið og brustu í garðin, og har lógu tær deyðar.
Men tú skalt minnast til tað, at tú fórt upp í ymisk arbeiði, tá ið tú vart so frægur. Vit høvdu nógv at hoyggja, og so royndi mann at vera uppií og læra seg at sláa – tað mátti mann duga. Og so eplini – velta, saksa, seta niður – og taka upp. Torvið má eisini nevnast. Eg var ungur, tá eg skar torv heimi við Antaránna. Jú, mann var eitt sindur errin og helt seg vera vaksnan, tá mann dugdi at sláa og at skera torv.
Eg konfirmeraðist á Eiði um heystið 1952. Vit vóru tólv konfirmantar, og helvtin var frá Gjógv: Ingrid í Bíggjarlagnum, Kaj á Teigunum, Pól Hans Jacob, Hans Jacob hjá Onnu Malenu, Hans Jacob hjá Lisabeth og eg. Vit tríggir síðst nevndu búðu hjá Heina Festirstein. Hini vóru: Rosa Olsen, Funningi, Maria Johannesen og Rólant Joensen, Oyrarbakka, Eilif Debes, Oyri, Jóna Poulsen, Eiði, og Hans Juul Poulsen, Havn. Vit gingu at lesa í eina viku, og prestur var Zacharias Brimnes. Jú, tá vóru nógv børn við Gjógv , og eg kann leggja aftrat, at í 1940 vóru tíggju børn fødd við Gjógv, og nú er einki barn í bygdini. -- Tá ið mann var konfirmeraður, vildi mann sleppa til skips, men tað bleiv so ikki í 1953. Tað árið gjørdi eg nokk ikki tað nógva, men eg minnist, at eg arbeiddi veg Eysturi í Brekkum.
Eg havi havt áhuga fyri seyði líka frá smádreingi av. Eg var ikki tíggju ára gamal, tá eg plagdi at vera í haganum við pápa. Tað dámdi mær væl, og tað var skjótt, at eg gjørdi mun. Í lembingini var nógv gongd. Pápi plagdi at fara frá húsum um fýra/fimmtíðina um morgunin, og hann hevði fasta rutu – tað havi eg eisini havt, síðani eg fór at røkta. Tað varð gingið heim undir Barmsbrekku, heim efir Bust, heim undir Sandar, yvir á Støðlafløtuna, út aftur yvir Kráunum, út eftir eftir Bustini, út í Barm, niðan í Rossabotn, út í Breiðhjalla, gjøgnum Ryggirnar og so til hús. Mann skuldi síggja hvønn seyð tvær ferðir um dagin, og ein sovorðin túrur tók einar fýra tímar. Einaferð seinnapartin varð so farið av stað aftur eftir somu rutu, so tað bleiv gingið einar átta tímar hvønn einasta dag í lembingini. Mann hugdi eftir, um hóttafall var á nøkrum lambi, og tað var tað mangan í ringum veðri við nógvum avfalli. Tað eru nógv lomb borin til hús og í bakarovnin fyri at koma fyri seg aftur. Á, dett stríð, so kom mann fram á deyð lomb – og so skuldi sleppast til. Eitt sovorðið arbeiði kann barasta gerast av hugi – ongum øðrum.
"Skortaberg"
Eg fór fyrstu ferð til skips sum 15 ára gamal í 1954, og tað var við “Skortaberg”, sum Meinhard á Skipinum keypti í 1952 og førdi sjálvur. Tað var streika hetta árið, so tað vóru farnir einir tveir ella tríggir dagar av mai, áðrenn vit fóru av stað. Meinhard var – sum sagt - skipari, og annars vóru fleiri frá Gjógv: Sofus Anton (pápi), Karl Meinhard, Pól Sigurd (hann var bestimaður), Jákup í Stólpa, Hans Edvard (Gubbi), Sigurd í Bíggjarlagnum, Gordon á Teigunum – og so eg – átta tilsamans. Vit fóru av Havnini og til Íslands, og eg var so ringur av sjóverki. Vit vóru ikki komnir langt suður um Argir, tá ið eg fór í koyggjuna, og eg kann gott siga tað, at eg hevði sjóverk allan samlan túrin – hvørja ferð tað ruskaði. Vit fóru fyrst yvir á Reykjavík eftir agni. Tað var sjálvdráttur, og vit komu heim aftur fyrst í juli mánað. Tá høvdu vit fingið upp í skipið, men eg veit ikki, hvat hann tók – eini 300 skippund. Fyrst í august mánað fóru vit so á sild norðanfyri, men tað var smáfallandi við sild tað árið, og so fóru meslingarnir eisini at ganga umborð. Pól Sigurd og Jógvan hjá Knúti á Geil, í Funningi, løgdust, og vit máttu inn við teimum. Jákup í Stólpa, Hans Edvard, Sigurd og eg høvdu ikki havt meslingar. Vit blivu eisini allir sjúkir og fóru ikki avstaðaftur. Meinhard á Skipinum, skiparin, hevði heldur ikki havt meslingar, men hann fór av stað aftur og fekk sær Símun í Sámalsstovu til bestamann í staðin fyri Pól Sigurd. Líkamikið – Meinhard legðist eisini, og eg haldi, at verjuskipið “Thetis” fór inn við honum.
Grundick Gudrun Zoega
Í 1955 fór eg við “Grundick”, og Sofus Hilduberg (Sofus hjá Siggu) var skipari. Frá Gjógv vóru hesir við: Sofus Anton (pápi), Jóhan og Jákup í Stólpa, Petur og Kaj á Teigunum, Julius í Hoygarðinum, Erling í Nýggjustovu, Dánjal Jákup – og so eg. Vit fóru av stað í mars mánað og royndu nakrar dagar á Bankanum – tað var ikki so vanligt. Vit fingu ikki einki har, men so kom illveður, og vit fóru til Íslands. Har fingu vit væl av fiski og gjørdu tveir túrar. Tann fyrra túrin fingu vit 507 skippund og tann seinna 530 skippund – fult skip. “Grundick” hevði ongatíð verið á sild, men Sofus fekk so “Gudrun Zoegu” at føra á sild, og Erling og eg fóru við. Hetta var eitt vánaligt skip – lak illa – og hevði vánaligar greiðir og fá gørn, so vit fingu lítið av sild og komu aftur fyrst í septembur mánað. So bleiv ikki meir tað árið. Í 1956 fór eg so aftur við “Grundick”, og hesir vóru við frá Gjógv: Pápi (Sofus Anton) og eg, Jóhan og Jákup í Stólpa, Petur og Kaj á Teigunum, Julius og Erling – og so vóru Karl Anton (mammubeiggi) og Jóannes á Fløtti eisini. Hetta árið fingu vit minni – 450 skippund hvønn túrin. Sofus kappaðist við John í Oyndarfirði, sum førdi “Álaker” og altíð fiskaði so væl, men ikki minnist eg, hvussu kappingin gekk hetta árið. Tað árið fóru vit á sild við “Grundick” og fingu nógva sild. Vit høvdu góðar greiðir – alt var spildurnýtt – og vit mundu hava einar 450 tunnur. Eg minnist, tá ið vit sigldu inn tann fyrsta túrin. Tað var illveður av landnyrðingi, fult skip og eisini fult dekk av sild. Hann royndi at sigla mest møguligt undan, men vit komu inn nakað vestarlaga, og so skuldi hann leggja eysturfyri, men tá fekk hon ein sovorðnan lúsing, at tað var merkiligt, at ikki alt fór í smildur, tí skipini vóru so vánalig tá. Síðani sigldu vit suður í gjøgnum Djúpini og inn á Kollafjørð. Tá ið reiðarin sá skipið, segði hann, at eitt sovorðið skip vildi hann ikki síggja aftur, tí tað fleyt inn á dekkið. So minnist eg tann síðsta sildatúrin tað árið. Tað hevur verið út ímóti oktober mánað, tí Jákup í Stólpa kom ikki við tann túrin, tí teir skuldu á fjall í Líðini, og hann røktaði har. Vit fóru út og komu innaftur, og teir høvdu ikki verið á fjalli, tí tað hevði viðrað so illa. Tað var stríggið at vera á sild, og onkran dag kundu vit fáa meir enn 100 tunnur. At rista sildina burtur úr gørnunum var tað strævnasta. Ta fyrstu tíðina stóðu vit á dekkinum – uppi í sildini – og ristu, men seinni løgdu vit okkurt oman á pavnarnar, so vit komu at standa hægri, og tá bleiv tað nógv lættari. Tað var fult av russiskum skipum á sildaleiðini, men mann royndi at halda seg burtur frá teimum, tí teir sigldu trossan út, tvørs av vindinum, so tað bar ikki til. Men russararnir hildu seg mest fyri seg sjálvar. Í 1957 førdi Sofus Hilduberg ikki “Grundick”. Tá fór hann at føra ein íslendskan bát, og Kaj á Teigunum fór við honum.
"Lilie" - vanliga nevnd "Liljan"
Í 1957 fór eg við “Liljuni”, sum Sigmund Heinesen førdi. Sigmund var ættaður úr Kunoy og búði í Klaksvík. Vit vóru tríggir frá Gjógv: Leivur á Heygnum, Erling í Nýggjustovu og eg sjálvur. Fyrst fóru vit at rógva út undir Føroyum og avreiddu. Síðani fóru vit á Suðurlandið við gørnum, men tað gav ikki nógv. Tað var lítið av garnafiski tað árið. Áðrenn hálvan mai tað árið fóru vit til Grønlands. Tað var mín fyrsti Grønlandstúrur. Meðan vit riggaðu til á Klaksvík kom keifútin umborð og segði, at Torvald Hjelm, úr Vági, sum førdi “Borgina” hevði ringt og sagt, at teir vóru komnir norð á Vestmanna. Torvald vildi vita, um nakað skip var, sum teir kundu fylgjast við yvir til Grønlands. Vit vóru klárir at fara, so vit fylgdust yvir við “Borgini”. Tað var farið um hálvan mai, og tá ið vit komu vestur ímóti Kappanum – 60 fjórðingar úr landi, ringt pláss - fingu vit ordiligt illveður. “Borgin” fekk ein sjógv og breyt bummin, og teir høvdu seglini uppi. So bleiv lagt stilt, og har lógu vit í trý samdøgur, til veðrið batnaði. Tað var ikki nógvur fiskur í Grønlandi tað árið. Vit royndu við línu, men lítið bar til. Árið fyri, í 1956, hevði Júst í Túni fingið nógvan fisk í New Foundlandi við “Atlantsfarinum”. Nú var komið út í juni mánað, og so fóru teir at tosa um at fara til New Foundlands. Jú, so fóru vit saman við “Skálanesi”, “Austerlitz” og “Saint Jacque”. Tað vóru fleiri dagar at sigla, tí tað er so sunnarlaga – áraka Frankaríki. Vit vóru ikki komnir vegin fram, nú missir “Austerlitz” eitt skrúvublað, og so vit at sleipa “Austerlitz” til St. Johns, og tað tók eisini fleiri dagar. Hetta var sum at koma í eina aðra verð, tí tað var so grúiliga heitt. Har var nógvur og smáur fiskur, so vit fingu uppí. “Liljan” tók 1100 skippund. Vit vóru eisini inni í Harbour Grace og Bonavista. Nei, sum new-foundlendarar vóru aftarlaga tá. Teir róðu út við smáum bátum, trillaðu salt umborð til okkara í trillibøru, og tað gingu fleiri dagar at bíða eftir agni. Hetta var ein nokkso langur túrur, tí vit vóru ikki heima aftur fyrr enn út ímóti ólavsøku. Seinni fóru vit so á sild, og tað gekst so nøkurlunda. Skipið var stórt og tók einar 1100 tunnur, men eg trúgvi aldrin, at vit fingu upp í tunnurnar. Um veturin róðu vit so aftur út av Klaksvík, men tað kom lítið burturúr. Um várið 1958 fóru vit so beinleiðis til New Foundlands, og eg haldi, tað var bara gott. Vit vóru heima aftur í juli mánað, og so um heystið vóru vit nakrar túrar á sild. Um veturin vóru til ísfisk og sigldu niður til Onglands at selja. Í 1959 fóru vit so til Grønlands, og nú vóru vit fýra frá Gjógv, tí Karl Meinhard kom eisini við, og tað summarið fingu vit nógvan fisk. Afturkomnir fóru vit á sild, og tað árið var nógv sild. Vit høvdu 150 gørn, og ein dagin um hálvan septembur var so nógv í, at vit mistu øll gørnini. Tað stóð alt beint upp og niður. Vit royndu at bakka – líka út á náttina – og so at draga, men tað nyttaði einki. Vit vóru ikki teir einastu, ið mistu gørnini av berari sild. Tá ið vit komu inn, fingu vit nýggja útgerð, og so skuldi farast á agnsild. Vera úti í einar 4 – 5 dagar, og so inn at avreiða. Tá fór eg ikki við aftur, men fór heldur at arbeiða veg. Á vári 1960 fóru vit so aftur til Grønlands við línu og fingu nógvan fisk. So varð avgjørt at fara yvir aftur til Grønlands at royna við snellu, men tað kom so lítið burturúr, at avgjørt varð at fara at prøva Eystur-Grønland – út fyri Angmagssalik – men tað segði tað sama. Tað árið komu vit ikki heim aftur fyrr enn um hálvan oktobur.
"Jákup B"
Í oktobur/novembur 1960 kemur so tað nýggja stállínuskipið “Jákup B”, og so fara vit – manningin á “Liljuni” – við “Jákup B”. Tann veturin vóru vit til ísfisk og sigldu niður (Onglands) at selja. Í apríl 1961 fóru vit so til Grønlands við línu og komu aftur í juni mánað. Hetta var annað skip enn “Liljan” – alt var so nýtt og fínt. Um summarið fóru vit so aftur til Grønlands við snellu og fingu eini 150 tons. Tað heystið var eg heima og fór so við aftur um várið 1962. Tað árið gjørdu vit tveir túrar til Grønlands, og eg fór ikki á ísfisk um heystið.
"Klakkur"
Um várið 1963 fór eg við “Klakki”, og Poul Adrian Andreasen var skipari. Erling, Leivur og Karl Meinhard komu eisini við. Fyrst fóru vit ein saltfiskatúr til Íslands, og har fingu vit gott 100 tons. Seinni fóru vit so til New Foundlands og fingu fult skip – 240 tons. Vit fiskaðu ongan sunnudag, nei, Poul Adrian fiskaði ikki sunnudag.
"Venus" Frá vinstru: Neli, Arne og Robert Magnussen, Leynum, hála vatn
Um heystið 1963 fór eg við “Venusi” á ísfisk undir Íslandi, og tað vóru vit báðir Arne frá Gjógv. Skipari var Hassi Durhuus, úr Vestmanna. Um hálvan mars 1964 fóru vit so við línu til Eystur-Grønlands. Har bleiv ikki roynandi fyri ísi, so vit rýmdu til Vestur-Grønlands, og har var eisini ísur, men vit fingu so uppí. Fyri ólavsøku fóru vit so av stað aftur og vóru ikki heima aftur fyrr enn í novembur mánað. Vit royndu mest við snellu og fingu nógvan fisk norðuri við Disko, so hetta gjørdist ein góður túrur, ja, kanska tann besti, ið eg havi gjørt. Eg haldi, at vit fingu eini ellivu, tólv túsund krónur í part, og tað vóru nógvir pengar tá í tíðini. Vit bygdu tá og høvdu stoypt húsini, og so bóðu vit um tilboð frá Kjølbro upp á allan stórviðin og at klæða alt innan – eisini tætt tróður og bjálving, ja, alt uttan takið, og tilboðið var ellivu túsund, so eg fortjenti fyri alt hetta tilfarið henda góða Grønlandstúrin. Tað var ikki smávegis. Vit gjørdu so ein ísfiskatúr fyri jól. Tá var Arne farin í skúla, so hann var ikki við. Vit høvdu verið undir Íslandi, og teir fóru so niður at selja, men eg bleiv settur av í Havn. Tá gekk rutan norð eftir Oyggj, men vegirnir vóru ikki samanbundnir oman fyri Mjørkadal – tað var eitt lítið petti at ganga. Janus Egholm, úr Streymnesi, plagdi at føra fólk yvir um Sundalagið við motorbáti sínum, ið æt “Dúgvan”. Hann førdi meg so yvir á Sundabrúnna, og Carlton Poulsen koyrdi rutubil av Eiði. Tað gongur ein løta, so kemur Carlton, og eg skal fara í land. Tað var myrkt og glámlýsi av bilinum. Eg helt “Dúgvuna” liggja inn við keiini, men tá liggur hann fyri endan við gronini beint ímóti, so tá ið eg skal fara í land, stígi eg líkst á bláman. Sum eg bleiv skakkur, men eg kom so uppaftur og fór dýggjvátur í bilin hjá Carlton, so handa túrin gloymi eg ikki.
"Búgvin"
Í mars mánað 1965 fór eg so við “Búgvanum”, og Tórhallur Andreasen, frá Norðskála, var skipari, og har var eg í fleiri ár. Vit róðu út undir Føroyum og fiskaðu nokkso nógv. Altíð fóru vit tíðliga á sild, tí tað er so ring tíð til útróður um sumrarnar. “Búgvin” tók 360 tunnur, og vit fingu nógva sild, ja, tað eina árið fingu vit slakar 3000 tunnur. Vit avreiddu á Oyri, og tann eina túrin høvdu vit 90 tunnur leysar á dekkinum, so tann túrin høvdu vit 450 tunnur. Tórhallur førdi “Búgvan” til septembur 1966. Tá keypti hann sær ein bát úr Klaksvík, ið nevndist “Pollur”, og tá kom Sigmund Dam, frá Norðskála, at føra “Búgvan”, og Pætur í Stólpa kom við tá, so vit blivu tveir gjáarmenn. Tað varð fiskað upp á sama máta í 1967, 1968, 1969, 1970: útróður við línu um heystið og um veturin og so á sild í mai/juni mánað. Jákup í Stólpa kom við “Búgvanum” í 1969, og ta síðstu tíðina, áðrenn eg fór av, vóru eisini Julius í Hoygarðinum, Pól Sigurd á Rætt og Kristian í Lon við.
"Thomas Nygaard"
Í 1971 fór eg við “Thomas Nygaard”, og Sigmund var skipari. Brøðurnir Pætur og Jákup í Stólpa vóru eisini við. Í 1971, 1972, 1973, 1974 og 1975 var eg við “Thomas Nygaard”. Nú var eingin sild, men vit royndu við línu undir Føroyum, undir Ísland og onkran túr við Rock All og avreiddu á Eiði.
"Vaðhorn" Neli og Oddvør á Smoltstøðini
Í 1976 kom “Vaðhorn”, og tá fór eg har umborð, og Sigmund var skipari. Í 1976, 1977, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1983, 1984 og 1985 var eg so við “Vaðhorn”. Tað var tað sama mynstrið øll árini – ísfiskur og landaðu á Eiði. Nú manst tú hava fingið nokk at vita, um sjólívið hjá mær. Eg gavst at sigla í 1985, tá kom smoltstøðin Gjáarsmolt, og so fór eg at arbeiða har, men fyrst mátti eg fara á skeið við Áir í nakrar mánaðir fyri at seta meg inn í alingina. Á smoltstøðini var eg so, til hon læt aftur í 2004.
Flogvanlukkan í Mykinesi 25.09.1970.
Sum áður nevnt, var eg við "Búgvanum" í 1970, og tann dagin, ið flogvanlukkan í Mykinesi hendi, drógu vit línu norður úr Mýlingi, og vit hoyrdu um ólukkuna í útvarpinum. Tá ið vit vóru lidnir at draga, fóru vit av okkara eintingum at sigla spakuliga inn ímóti Mykinesi. Vit sóu eitt danskt verjuskip og løgdu til merkis, at fólk fór upp á land norðantil á oynni. Hetta var nakað út á seinnapartin, og har sá út at vera rættiliga kyrt. Nú kemur so ein gummibátur frá verjuskipinum út til okkara og vil hava nakrar menn frá okkum at koma upp á land. Vit vóru fimm, ið fóru við gummibátinum og upp á land: Jónstein Dam og Jóan Jákup Højsted, Norðskála, Asbjørn Dahl, Oyri, Pætur í Stólpa og eg frá Gjógv. Tað var eitt sindur høgt at koma upp á land, men tað geskt bara væl, tí har lá ein endi. Vit komu so í fylgi við trimum læknum: Høgni Debes Joensen, Jacob Højgaard og Ólavur Gaard. Haraftrat vóru: ein danskari frá verjuskipinum, ein politistur og ein portørur av Landssjúkrahúsinum. Tað var eitt sindur bratt at ganga uppá, men so bleiv tað slætt, og vit komu til eitt seyðahús. Nú fór tað at regna so grúiliga illa, og so kom mjørki. Vit royndu at fara víðari, men vit vistu ikki reiðiliga, hvønn veg vit skuldu ganga, og vit sóu einki fyri mjørka. Nei, har var einki hjá okkum at gera uttan at fara aftur í seyðahúsið, tí tað bleiv eisini myrkt, og vit vóru so dýggjvátir. Dalurin, sum vit vóru í, nevnist Kálvadalur, og fjallið Knúkur er so har omanfyri. Flúgvarin hevði rent á Knúk. Seyðahúsið var í sera ringum standi, og stórt hol var á takinum. Læknarnir høvdu eitt slags gummi rundan um medisinkisturnar, tað bleiv tikið av og hongt fyri hurðina, og eisini løgdu vit okkurt út yvir holið í takinum. Vit høvdu einki samband við nakran, men ein eldri maður umborð ´”Búgvanum” – hann var altíð so umhugsin – bað meg taka eina lummalykt við, tí hon kundi vera góð at hava. Við hesi lummalyktini fekk danskarin morsað til verjuskipið at siga, hvar vit vóru. Verjuskipið fekk so samband við Mykines, og vit vóru so í seyðahúsinum alla náttina. Ikki trýrt tú, hvussu kalt tað var, so vit stóðu tætt saman fyri at halda varmanum. Har var ikki tespiligt at vera – upp undir knø í tøðum, ikki hugsingur um at sova, men læknarnir søgdu okkum, hvussu vit skuldu bera okkum at fyri at halda varmanum. Teir og hinir vóru væl ílatnir og turrir, men vit vóru allir kaldir, tí vit fóru av “Búgvanum”, sum vit stóðu, í berari troyggju og stivlum. Danskarin læt ulpuna frá sær til ein annan, og tað førdi tað við sær, at danskarin bleiv so illa fyri, at hann mátti leiðast til hús.
Tann eini av okkum var í føroyskum undirklæðum, og honum bilti einki. So gekk náttin, og tá ið tað var vorðið ljóst, komu 6 mykinesmenn til okkara, og so fylgdust vit við teimum. Vit komu, har sum vrakið lá, men gjørdu einki og fóru til hús, tí tá var alt yvirstaðið við bjarging. Fyrst komu vit inn í eini hús, sum tey kallaðu Túvalág, og síðani fóru Pætur og eg í eini onnur hús at sova, men hini tríggir fóru onkra aðra staðni. So løgdu vit okkum at sova í øllum karminum. Ikki trýrt tú, hvussu stórar dýnurnar vóru, og har bleiv ein grúiligur dampur, tá ið varmi kom í, men vit sovnaðu og fingu eisini varma aftur í kroppin. Eg minnist, hvussu regnið daskaði á rútin, tá ið vit vaknaðu aftur. So fingu vit boð um at koma við niðan til vrakið, og tað bleiv eitt sindur turrari út á dagin. Vit 5 fóru so saman við nógvum øðrum niðan at fáa líkini oman. Vit vóru einir fýra ella fimm um tað líkið, sum eg var við at bera oman. Líkið lá á einari børu við neti undir, og so var okkurt breitt útyvir. Tað líkið, sum vit bóru, var av einum vestmenningi. Tað var nokkso langt at bera, og líkini blivu so sett í eitt úthús ovarlaga í bygdini. Síðani fóru vit oman í bygdina, og so var bara eftir at sleppa av oynni. Ein stór tyrla – eg haldi, hon kom úr Hetlandi – fleyg fyrst tey skaddu og hiniferðafólkini, ið høvdu verið við flúgvaranum, til Havnar. Seinni sluppu vit inn í Vágarnar við tyrluni, tí vit skuldu á Vestmanna – har lá “Búgvin”. “Búgvin” fór so á Havnina, og vit sluppu til hús, áðrenn vit skuldu av stað aftur. Soleiðis var hatta. - Ein minnilig hending.