- 06 desembur 2018
Gubbi og Marin Elisabeth giftust 04.02.2011.
Hann gekk undir heitinum Gubbi, men rætta navn hansara var Hans Edvard Joensen. Gubbi var ein bygdarmynd, og eftirsjónin merkist. Tað var altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið Heimi í Horni. Gubba dámdi væl at práta og at siga frá, og Marin Elisabeth var skjót við drekkamunninum. Fleiri ferðir hevði eg bandupptakaran hjá mær, og tað er stuttligt at eiga rødd hansara á bandi. Hetta brotið, ið nú er blaðfest, er um ein útróðrardag, ið Gubbi sigur frá:
Tað var í juni mánaði, at vit fóru ein túr við línu vestur á Sandar við “Stórabáti”. Vit høvdu egnt, og tað var so grúiliga gott veður hendan dagin. Hetta má so hava verið tann 25. juni, tí Pætur í Nýggjustovu fylti tann dagin, og hann var eisini við. Joensen (Klæmint Joensen) og Sigurd í Bíggjarlagnum vóru eisini við.
Pætur í Nýggjustovu Sigurd í Bíggjarlagnum
Tað skal eg siga tær, at vit vóru væl útgjørdir, tá ið vit fóru avstað. Nógva línu, tvær snarur, og snellan var altíð í bátinum. Vit sigldu so vestur um Riv og kastaðu aðra snaruna á Heimara Búgvabarm og hina á Vestara Búgvabarm, og so fóru vit vestur á Sandar at seta línuna. Tað gekk alt væl í hond, men tað var lítil fiskur tað summarið. Vit fingu eitt sindur av hýsu, og nakrir smáfiskar vóru uppímillum, so tað var lítið hugaligt, og tað sást væl á monnum, at "barometrið" var fallið. Ná, tað var einki at gera við tað, og so sigldu vit bara heimeftir fyri at vita, hvat snarurnar høvdu givið. Tá ið vit nú koma heim á Vestara Búgvabarm, nú síggja vit, at tann snaran er rikin heilt nær landi – inn ímóti Lúsurðini. Ikki nokk við tað, tí tá ið vit koma nærri, síggja vit fýra stórar brugdur liggja og aka seg oman og niðan í sjálvum sjóvarmálanum á Lúsurðini. Vit slakkaðu av – og løgdu stilt – tí vit ivaðust í, um vit skuldu fara nærri. Hetta sá ógvusligt út – harðar brestingar – og ikki júst nakrir hvønndagsgestir at koma í holt við. Álíkavæl! Vit høvdu altíð hoyrt, at brugdur eru friðardýr, so vit lirkaðu okkum spakuliga inn til snaruna og skundaðu okkum at fáa hana inn. Tveir lomvigar – tað var alt. Brugdurnar lótust ikki um vón, men høvdu tað verið bóghvítuhvalir, so hevði snara verið snara. Tað hevur altíð ljóðað, at brugdur aka seg upp á land fyri at reinsa lús av sær, og her fingu vit sjón fyri søgn. Mangan plagdu vit at tosa um løgin nøvn – Lúsurðin var eitt – men tann dagin fingu vit prógv fyri, hví urðin eitur Lúsurðin. Jú, forfedrarnir hava eisini sæð tann sama leikin, sum vit sóu tann dagin – eingin ivi um tað. “Lúsurðin? Man navnið ikki koma av tí, at hatta er ein lúsa urð – ring at koma í?” plagdi onkur at spyrja. Tað rætta svarið funnu vit tann dagin, so tað var altíð nakað. So sigldu vit eftir hinari snaruni, sum fleyt á Heimara Búgvabarmi, og á henni hekk ein lomvigi, ið bakurin hevði skrætt sundur. Soleiðis gekst fuglaveiðan. Ná, men vit høvdu hoyrt, at onkur bátur hevði troffið við snellufisk út úr Rivtanganum, so tann møguleikin mátti eisini roynast. Vit róku har eina fitta løtu og fingu bara onkran hendinga smáfisk, men tað var ikki tað rætta slagið. Álíkavæl hildu vit, at vit kundu leggja ein rakstur aftrat, og tað vísti seg at kunna bjarga degnum, tí knappliga setur Sigurd fast í ein stóran kalva. Sigurd dugdi øgiliga væl við snelluni – tað gekk út – og tað gekk inn – minni út og meira inn – øgiliga spakuliga. Vit sótu sum á nálum, og so einaferð – nú lýsnar – sum eitt stórt hvítt lak – og tann eini av okkum stendur klárur við kleppinum – men hvat? Í somu løtu, sum hann skuldi høggja, nú er leyst.
Joensen (Klæmint Joensen) og Jóhannes á Fløtti
Vit tordu illa nokk at hyggja upp – tøgn. So letur í Joensen: “Ja, nú sita vit, sum lundi sligin á nevið. Hetta var dagurin, ið alt skuldi fáast.” Fulla ferð á “Stórabát” og beint í Gjónna. Rætt hevði Joensen. Fleiri veiðihættir sama dag er humbukk, men handan dagin og orðini hjá Joensen, tað fari eg aldri at gloyma. Joensen dugdi so óalmindiliga væl at siga tað ---
Skald var Gubbi eisini:
Tað vóru góðir dagar,
tá alt gekk eftir vild,
tá inn var drigin bátur laðin -
uttan Skeið ein lítil kyld.
So vóru tað aftur aðrir,
tú minnist afturá,
tá illa gekst at halda lens,
tá at gekk fyri eystan, fyri vestan tá gekk frá.
Søgan hjá "Stórabáti":
Frásøgnin hjá Gubba gjørdi tað, at eg fór at kanna søguna hjá "Stórabáti" og royna at finna útav, hvat ið bleiv av honum. Brøðurnir Dánjal og Heini í Horni hava verið høvuðskeldur, men haraftrat havi eg ringt í eyst og vest, og vit tríggir hava eisini gjørt onkra kanningarferð, tí vit royndu at fylgja slóðunum, ið ymsar keldur vístu á: Hann er í Havn - nei, á Selatrað - nei, í Klaksvík - nei, á Skipanesi - nei, Í Søldarfirði - nei, í Skálafirði - nei -----!!!
Hetta kom burturúr:
"Stóribátur" - sum var eitt stórt 8-mannafar - var smíðaður í Mikladali og kom til Gjáar umleið 1960. Willimoes Olsen, úr Funningi, sleipaði bátin úr Mikladali, og tað var tann kendi bátasmiðurin, Jógvan Glerfoss, ið smíðaði bátin, og hann smíðaði meir enn 60 bátar tilsamans. Báturin, sum var spildurnýggjur - við ongum motori - var ikki umbiðin av gjáarmonnum, men stóð til sølu í bløðunum. Hann sá so stórur út, har hann fleyt so lættur í Gjónni við ongum motori, at hann bleiv bara kallaður "Stóribátur".
"Rivið" á Gjónni "Rivið" og "Báran"
Sivert á Fløtti setti motor í hann, og tað bleiv gjørt í Nýggjustovuneystinum úti í Lágni. Har gingu nógvir mans og skottaðust um kvøldarnar, og teir hjálptu m.a. til at bora hol fyri stevnurørinum. Tað var so tungt, at teir máttu skiftast um at bora. Tað var ein 8-12 hesta "Marna" bensinmotorur, ið bleiv settur í bátin, og er tað ikki langt frá, at motorurin varð keyptur frá Jóannesi Fonsdal, í Vestmanna. "Marna-motorarnir" eru norskir, og teir fyrst komu í 1923. Í bókini, ið fylgdi við motorinum stóð:
I brodd og brann,
i stille vann,
er Marna sikker,
den aldri klikker.
Marna-motorur frá 1958 "Rivið" er ikki á myndini
Sum áður nevnt, varð báturin kallaður "Stóribátur", men seinni fekk hann navnið "Rivið" - FD 259, og var tað Pætur í Ólastovu, ið gjørdi navnabrettið. Men ringt mundi tað vera at sleppa av við tað gamla heitið, tí á bandinum nevnir Gubbi bátin "Stórabát".
Navnabrettið og nummarið á "Rivinum" Skrúvan á "Rivinum"
Einaferð seint í 1980unum varð "Rivið" selt til Klaksvíkar, og var tað Heini Festirstein (í Horni), ið keypti. Heini, ið sjálvsagt kendi bátin væl ta tíðina, báturin var við Gjógv. Heini hevur orðið: "Tá ið báturin fór prøvatúr, fóru Jákup hjá Mariu og eg við. Vit gingu í skúla tá og fóru niðan á Gjógv í fríkorterinum, tí vit vistu, at báturin skuldi fara prøvatúr. Tá lá hann klárur at fara, og vit lupu umborð - eingin segði nakað - men tá ið vit komu aftur, fingu vit eina ordans skidballu frá læraranum. - Eg haldi, at eg var bara tveir túrar við bátinum, og báðar ferðir settu vit upp í Funningi. Hetta var um várið, og vit vóru á Norðhavinum. Við vóru Pætur í Nýggjustovu, Sigurd í Bíggjarlagnum, Klæmint Joensen og eg. Tað var ein øgiligur fiskur - vit kastaðu og brendu í hann - eini 600 pund fyrsta raksturin. "Nei, hetta dámar mær einki. Hann tjúknar so upp í ættina," sigur Pætur og hyggur upp í luftina. Hann stóð høgt tann dagin. "Tað er einki veður enn - her er fínasta veður," sigur Sigurd. - "Nei, nei!" sigur Pætur. "Seglið á!" sigur Joensen, ið sat frammi í skut. Vit høvdu ikki meir enn sett seglið á, tá stóð skriðan eftir sjónum. Tú trýrt ikki, hvussu skjótt hann gekk - eg sat afturi í rong, Sigurd stýrdi, og Pætur og Joensen sótu frammanfyri. Ebba, kona Pætur, sá, tá ið vit komu undan Nasanum - og suður í gjøgnum Djúpini. Vit fingu 1800 pund tann dagin. Jú, tað var øgiliga ringt veður tann dagin. Fleiri bátar fóru inn í Flógvan, og aðrir fóru suðurum, og eiðisbátar fóru eisini suðureftir og so norð í gjøgnum Sundalagið. Hetta var tann fyrri túrurin. Tann seinna túrin setti eg eisini upp í Funningi. Tað var eisini upp á sama máta. Tann túrin fingu vit 700 pund, men tað var álíkavæl frægari veður enn tann fyrra túrin.
Heini, sum nú býr í Klaksvík, keypti bátin seinnu helvt av 1980unum, skifti motor og setti ein 10 hesta "Saab" í hann. Tann gamla skrúvan stendur nú í einum klaksvíksbáti, ið stendur uppi á landi úti á Borðoyavík.
Hvussu leingi hevði Heini so "Rivið"? Heini seldi bátin til Páll Poulsen, trúboðara, sum tá búði í Havn. Páll hevði bátin í nøkur fá ár og seldi hann til Oscar Poulsen, á Skipanesi, umleið 1992. Oscar var trímenningur til Gubba (hevði Gubbi vitað? --). Oscar, sum hevði bátin eini 4 - 5 ár, gav honum navnið "Gággan" og brúkti hann mest at spæla sær við - men ikki eftir gággum. Hann skifti nøkur borð á bátinum og sigur tað, at báturin hevði so breið borð, at hann fekk ongan so breiðan við, og tí mátti hann skoyta 3 cm aftrat og líma tað saman við trænaglum. Um ár 2000 seldi Oscar "Gágguna" til Sálomon Christiansen, í Søldarfirði, og nøkur fá ár seinni varð "Gággan" seld til Hans Andreas Petersen, í Skálafirði. Hans Andreas Petersen, sum ofta keypti bátarog seldi teir víðari, er ikki á lívi longur, og eingin veit at siga, hvar "Rivið" so endaði --- sporløs ---