Benadikt og Tóra giftust í 1966

Tann 9. apríl 1994 var eg ein túr við Norðskála og tosaði við Benadikt um nøvn á jarðarstykkjum - og annars um leyst og fast. Nú eitt kvøldið datt eg fram á tann túrin, og her kemur eitt kut:

Fyrst eg spurdi hann, um hann visti at siga mær nakað um upprunan til navnið Svínstiheyggin (Svínstøðheyggin/Svínstígheyggin), og tá svaraði hann soleiðis: "Eg havi mangan undrast og spurt um hatta navnið, tí eingin av teimum gomlu hevur nakrantíð hoyrt um, at svín hava verið hildin við Gjógv, men teir gomlu plagdu at kalla áirnar, ið runnu í krúllum - sum svingaðu nógv - fyri svín. Stendur tú t.d. Uppi á Sløttum, so sært tú hetta so týðiliga. Einaferð tosaði eg við Pól Petersen, í Funningi (1901-2001), um hetta, og hann visti tað, at áir, sum runnu í krúllum, kallaðust fyri svín."

Tá ið vit komu til navnið Lambastoheyggin/Lambarstoheyggin (Lambastøðheyggin) segði hann hetta: "Ja, hatta er eisini eitt sjáldsamt navn, sum eg ikki veit nakað serligt at siga um uttan tað, at teir gomlu plagdu at siga, at tað var púra vanligt fyrr - í illveðri á høgætt - at reka lombini (gjólingarnar) aftur um heyggin fyri at venja teir til at taka støðu har."

"Og so er tað Dammurin. Har Heimi á Damm var ein dammur - ella hylur - tí tað runnu fleiri smáar áir oman á Dammin fyrr, og úr hesum damminum rann vatnið so út í ta ánna, sum er uttan fyri Lambastøðheyggin. Ikki minnist eg sikkurt, hvussu vit kallaðu ta ánna - men mundi tað ikki vera Varmakelduáin? Vit plagdu at fara heim hagar at halda varmakeldu fyrst í juli mánað. Tá høvdu vit okkurt leskiligt við okkum - litað sukurvatn ella okkurt sovorðið. Jóhannes Tann Vísi hevði eina myllu í hasi ánni. Skal eg meta um, hvar hon stóð, so haldi eg tað vera beint oman fyri vegin - uttan fyri Lambastøðheyggin."

"Eg veit okkurt at siga tær um eitt stykki, sum eitur Torkilssong. Navnið kemur av einum manni, sum búði í Heimaru Lon. Hann var slektaður úr Havn og bleiv kallaður Torkil. Tað var eitt sindur undarligt, tí rætta navn hansara var Jóhan Lindenskov, men pápi hansara æt Torkil. Torkil var giftur í Lon, og tey áttu ein son, og tá ið sonurin var tilkomin, fór hann út í verðina, men hann kom ongantíð aftur. Tað hoyrdist einki frá honum. Torkil átti eitt sindur av jørð, sum hann seldi, men hann vildi hava hetta stykkið eftir, tí hann skuldi brúka hoyggið av tí til seingjarhoyggj. Húsini hjá honum stóðu har, sum hvanngarðurin í Lon er nú. Tey søgdu tað, at húsini hjá honum vóru so skirvislig - tey vóru bara grót og flag - og tað var bara ein fjøl av viði í øllum húsunum, og hon stóð framman fyri koyggjuna." 

"Skúlin varð bygdur í 1883, og grótið sleðaðu teir oman eftir Nasanum - oman undan Støðuni, ið er tað ytsta á Nasanum. Ikki hevur tað grótið verið serliga gott, tí tað er illa slitið á norðsíðuni og á tí ytra endanum. Eg haldi, at tað er høgættarvindurin og sjórokið - við øllum saltinum - ið slítur grótið upp. Tú hevur kanska lagt til merkis, at tað eru nakrir svartir - myrkir - steinar ímillum, og teir eru úr nógv harðari tilfari, so tað sæst ikki á teimum. Teir steinarnir eru tiknir við Brunnin - beint uttan fyri Ólastovuheyggin."

Nøkur  fá orð um Benadikt:

Benadikt Johannesen (1917-1996) var giftur við Tóru, f. Hermansen (Hósvík) (1935 - 2015),  og tey fingu tvey børn: Jóhannus Juhl, f. 1967 og Óluva, f. 1971.

Benadikt var góður smiður, og hann hevur - saman við øðrum - m.a. smíðað húsini hjá Jóhannesi á Fløtti, hjá Leivi og Honnu, hjá Nela og Oddvør, hjá Pæturi og Jonu og hjá Læraranum og Ingibjørg. Haraftrat hevur hann saman við øðrum smíðað hjallar og hoyggjhús við Gjógv. Uttanbíggja hevur hann eisini smíðað hús: í Funningi (Dany og Petur Bláberg), í Oyndarfirði, á Hellunum, á Skála og við Norðskála. Uttanlands smíðaði hann eina fabrikk í Íslandi seinnu helvt av 1940árunum.

 

         

Vegasambandið kom 17. oktobur 1959                                      Bilparkin hjá Benadikt í 1960unum

Í 1950 legði hann á annan bógv. Hann var 32 ára gamal, tá ið hann keypti sær ein nýggjan 1½ tons Bedford lastbil, sum sostatt bleiv tann fyrsti bilurin, ið kom til Gjáar. Hann varð førdur úr Fuglafirði við einum sandbáti, ið kallaðist "Ormurin", og so bleiv hann drigin á Gjónna við spælinum á Gjónni - tað var dagur í viku. Einki vegasamband var bygdanna millum, so bilurin kom upp á land í Gjónni. Bilurin bleiv brúktur til smávegis vegarbeiði, torv, tøð, hoyggj og annan lætta bygdarfólkinum at gagni. Seinnu helvt av 1950unum kom rættulig gongd á vegarbeiði millum Gjógv og Eiði, og tá kom "bilurin hjá Bena" til sín rætt. Hann koyrdi vegmenninar (jú, tað vóru bara menn) aftur og fram og var annars við í vegarbeiðinum. Seinni keypti Benadikt sær ein annan nýggjan Bedford. Tann bilurin kom upp á land á Eiði og var við í vegarbeiðinum Eiðismegin, til vegarbeiðið var komið so mikið áleiðis, at hann kundi sleipast yvir á Gjáarvegin og yvirtaka koyringina av vegmonnunum frá tí gamla Bedfordinum. Tað var soleiðis, at tann gamli Bedfordurin eldist, og hann trekti verri og verri. So ein morgunin var hann so "linur", at hann vann ikki longri enn heim undir Skarð við fullari last av monnum (sjálvur var eg ein av teimum). Haðani fóru menninir so víðari til gongu, og Benadikt bakkaði so út aftur við Bedfordinum. Tá ið hann kom út til eitt møtipláss á niðaru vegsíðu - eitt sindur heiman fyri Sniðryggin - og skuldi venda bilinum, bakkaði hann útav, og Bedfordurin fór langt oman um vegin, men fekk ikki stórvegis skaða. Sjaførinum bilti einki. Tað var aftan á hetta óhappið, at tann nýggi Bedfordurin bleiv sleipaður á Gjáarvegin og m.a. tók flutningin av vegmonnum upp á seg. Tann gamli 1½ tons Bedfordurin bleiv seinni seldur til Svenning Johannesen, Funningi, og tá ið bilurin var uppslitin og ikki kundi brúkast meir, stóð hann eina tíð - saman við einum øðrum lastbili í sama líki - við ta avdankaðu vegsmiðjuna handan fyri Hamarsendan, til báðir tveir blivu burturbeindir. Har endaði søgan um tann fyrsta bilin við Gjógv. Tann triði og seinasti lastbilurin, ið Benadikt átti, var ljóst grønur á liti og hevði krana. Eftir at vegasambandið kom til Eiðis, fór Benadikt at koyra rutu út á Oyrar til mjólkarbátin - "Sigmund" - sum sigldi millum Havnina og Sundalagið. Tað var í hesum sambandinum, at Benadikt keypti sær "fýrahjulstrektan" Jepp (Jeep), ið vanliga varð kallaður "Jeppurin hjá Bena". Hetta var ein nógv avhildin bilur, tí hann kundi koyra í nógvum kava - og vindi - og so høvdu teir útlendsku hermenninir - Mjørkadalsmenninir - sama slag (ikki eiti á). Felagsskúlin á Oyrarbakka (Skúlin við Streymin) varð tikin nýtslu í 1973, og tá fór Benadikt eisini at koyra skúlabørn, og tað gjørdi hann, til hann gavst at koyra í 1983. Aftan á Jeppin keypti Benadikt sær eitt VW Rugbreyð og síðani ein MAZDA 616 stationvogn. Eftir tað hevði hann ein ljósabláan Ford Transit 12 persóna buss - og ein Ford Granada hýruvogn. Teir seinastu bilarnir, ið hann brúkti til vinnaliga koyring, vóru ein grønur Ford Transit 14 persóna bussur - vanliga róptur Grøni - og ein reyður Ford Taunus hýruvognur.

Jóhannus Juhl og Óluva (og tann Grøni Fordurin)

Benadikt var klokkari við Gjáar kirkju í 47 ár - frá 1936 til 1983. Hann var serliga góður við kirkjuna og tók sær m.a. eisini av viðlíkahaldi - bæði smáum og stórum. Tann núverandi kirkjuspíran gjørdi hann sjálvur og setti hann upp einsamallur, tað hevði fáur gjørt honum eftir. Kúluna, sum er úr eik, evnaði hann sum eina appelsin - punt fyri punt - og límaði so saman. Tá ið spírin var klárur at seta upp, koyrdi Benadikt hann eystur til kirkjuna í Jeppi sínum. Nær hetta so hevur verið, er eitt sindur ivasamt, men Jeppurin var upp á sítt besta í 1960unum, so tað hevur verið har á leið. Kúlan súmboliserar jarðarknøttin, og krossurin, ið er yvir øllum, súmboliserar Jesu krossdeyða. Somu súmbol sum hesi á Gjáar kirkju eru eisini á fleiri øðrum føroyskum kirkjum. Tá ið Benadikt hevði verið klokkari í 40 ár, fekk hann eina klokku sum gávu frá kirkjufólkinum. Í tí sambandinum vóru varabispur Ejvind Vilhelm, Petur Martin Rasmussen, sóknarprestur, og Henning Bøgesvang, prestur, við til gudstænastu í Gjáar kirkju, og har bleiv gávan handað.

                

Á silvurplátuni stendur:                                         Kirkjuspírin er settur upp í 1960unum

Til

Benadikt Johannesen

klokkara

Takk fyri trúgva tænastu

mars 1936 - mars 1976        

  ----------------------------------------------------------------------------

 

Óli Jákup Niclasen hevur frá ungum árum roynt sínar skaldagávur. Til eina veitslu hjá ungmannafelagnum, sum æt "Norðstjørnan", yrkti hann hendan táttin um "Grøna" buss hjá Benadikt. Hetta var í 1982, og tá var Óli Jákup 18 ára gamal.
 

lag: oh Maria                                                                                                         

                                                                                                                                        2

Tá Grøni kom til bygdar,                                    Niðurlag:                                 Men skjótt varð Grøni ljótur,

tað var ein hending stór,             Oh mín Grøni, mær leingist heim,                     tí ringur vegur var,

alt, ið kundi krúpa,                     oh mín Grøni, mær leingist heim,                      og so tí hann koyrdi

tað brátt av húsum fór.               eg sakni tey berligu setur,                                so mangar soltnar ær.

Og Grøni var so fínur,                 mær, mín Grøni, leingist heim.                          Tó, sluppu tey við Benadikt,

hann kundi væl koyrt kong,                                                                              tey vórðu altíð blíð,

tó skuldi hann bert koyra                                                                                  og onkuntíð gekst illani

ein lítlan skúladrong.                                                                                        at fáa øll uppí.

 

 

                 3                                                      4                                                 5

Men Beni kundi stúva,                        Óslætt var at sita,                            Onkuntíð á morgni

ja, Harrin havi lov.                               tað skal eg siga tær,                       tá tú svavst ov nógv,

Tríati í bili, so ymisk vóru krov.            fjøður upp úr setri,                          á annað beinið tuflu,

Fimm og tjúgu livandi -                        so eymur dintil var.                         á hitt ein gummiskógv.

og fimm av teimum deyð,                    Um góðan stól í skúlanum,             Komst tú so í bussi inn,

men onkuntíð gekst minni væl            tey sótu ei við gleim                         fekst sess á eini fjøl,

at finna fram á tey.                              og róptu: "Góði Benadikt,                 tú kendi teg úr vandasjógvi

                                                            kom koyr nú okkum heim."              komnan upp á kjøl.

 

             6                                                           7                                                          8

Mangan føst í kava                             Beni altíð beinur,                                           Nú er Grøni gamal,

vit sótu køld og svong,                        Grøni bussur skeivur, tá hann á ísi stóð.      men enn hann koyra kann,

nøsin, hon var rodnað,                        Men Grøni bussur trúgvur var,                      og hann hevur borið

og stirðnað longutong.                        ei breyt hann sína trú -                                so mangan góðan mann.

Men tó vit sótu leingi har,                    á vegnum hevur hildið eg,                         Tey minnini so mong og góð

vit høvdu onga neyð,                          ja, líka inntil nú.                                      um gamla Grøna buss,

Beni hevði ulpuna,                                                                                           eg vóni, at hann koyra kann,

so stór, hon hýsti sjey.                                                                                    til hann er fyltur fírs.

 

       
       
       
Kategori: Frásagnir