Símun, Sofus, Emil, Pól Johannes og Friðrika (Páll, ið var deknur hendan dagin, manglar tíverri á myndini)

Sunnudagin 20.01.19 hevði Emil Olsen, prestur, fráfaringargudstænastu við Gjógv eftir at hava verið sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í meira enn 35 ár. Dagin eftir - mánadagin 21.01 - hevði hann jarðarferð við Gjógv, tá Hallgerð Sivertsen fór til gravar, 93 ára gomul. Eftir jarðarferðina spurdi eg Emil, um vit báðir ikki kundu fáa okkum eitt lítið prát á Gjáarvegi 11, og tí hevði hann einki ímóti. Vit prátaðu um leyst og fast, men eina mest um yrkisleið hansara. Bandupptakarin var á lofti, og væl liggur fyri hjá presti at práta, so tað var bara at seta mikrofonina frá:

Eg eri ættaður úr Hósvík og eri føddur 16.01.1956. Ég eri keypmanssonur. Pápi æt Esmar Olsen, og mamma æt Ella Olsen. Tey vóru bæði úr Hósvík, báðir abbarnir vóru eisini úr Hósvík, og báðar ommurnar vóru úr Hósvík, so eg eri ektaður hósvíkingur. Vit vóru átta systkin, tríggjar systrar og fimm brøður, men tríggir brøður eru deyðir. Eg gekk í einum lítlum barnaskúla í Hósvík - einum lítlum gróthúsi - men meðan eg gekk í skúla, bygdu teir tann nýggja skúlan, men eg kom ongatíð at ganga í honum, tí tað tíðarskeiðið fóru vit til Hvalvíkar at ganga í sætta og sjeynda flokki. Lærari mín í Hósvík var Hans Jacob Joensen, ættaður úr Hvalvík, og í Hvalvík vóru Sjúrður Ferjá, ættaður frá Gjógv, og Jórun Egholm, ættað av Eiði, lærarar. Tað árið, ið eg fór í sjeynda flokk, fór Sjúrður á Fróðskaparsetrið - á ársskeið í føroyskum, og Knút Olsen, læarari,  ættaður úr Sandavági, var so fyri hann.  Úr Hvalvík fór eg so til Vestmanna at ganga í realskúla, tí tað lá so væl fyri, at ein systir mín er gift við einum lærara í Vestmanna, Niels Brimnes. Tað løgna var tað, at í Hoydølum skuldi tú til upptøkuroynd, men í Vestmanna var eitt viðmæli frá læraranum nóg mikið. Knút Olsen hevði bara skrætt eina síðu úr eini skrivibók og skrivað stutt og greitt: "Emil Olsen verður óivað ein næmingur, ið tit verða glað fyri." Hetta hevur verið í 1970, og eg bleiv liðugur í 1973. Eg konfirmeraðist í Saksun um várið 1970. Petur Petersen var prestur, og tað vóru tveir konfirmantar úr Saksun, so Petur vildi hava konfirmatiónina har. Sum smádrongur hevði eg altíð sagt, at eg skuldi verða prestur. Nú eri eg 63 ára gamal, og ein hósvíkingur segði við meg nú ein dagin, at nú hevði eg verið prestur í 57 ár. Eg fór í skúla, tá ið eg var sjey ára gamal, og tá plagdi eg at spæla, at eg var prestur. Eg plagdi at standa uppi á einum bakka og prædika. Ein hundur var deyður ein dagin, og so komu boð eftir mær, at eg skuldi standa fyri jarðarferðini. Eisini havi eg staðið og messað uppi yvir smáfuglum. 

Tá ið eg var liðugur í Vestmanna, fór eg beinleiðis í Hoydalar á studentaskúla og tók nýmálsligt prógv har í 1976. Aftan á summarfrítíðina varð ein gudfrøðilig deild opnað á Fróðskaparsetrinum. Har søkti eg og slapp inn. Eg gjørdi meg ikki lidnan har, tí eg hevði sett mær fyri at fara til Onglands at lesa teologi. Útbúgvingin tók seks ár, men tað, ið eg hevði lisið á Fróðskaparsetrinum, kom at telja við, soleiðis at eg las bara fýra ár í Onglandi, og so var eg prestur. Útbúgvingar í øðrum londum enn Danmark vóru nærum ókendar tá, so danir kravdu - sum vera man - eina javnstilling millum ta donsku og ta ensku útbúgvingina. Tá ið eg so skuldi søkja embæti í tí føroysku fólkakirkjuni, bóðu teir um at síggja prógvið og pensumið, ið eg hevði lisið. Alt vísti seg at ganga væl, tí tað einastu, ið teir kravdu av mær, var at skriva danska kirkjusøgu og eitt ella annað um viðurskiftini millum stat og kirkju. Eisini vildu teir sleppa at síggja eina prædiku, sálmaval og útlegging av dópsritualinum. Eg skuldi skriva uppgávur, og so skuldi eg eksaminerast í hesum - eitt slags próvtøka - og tað gekk av besta slag. Eg tók prógv í Onglandi í 1982, og hetta - sum tók nakrar mánaðir - hevur so verið um várið 1983, og so var leyst og liðugt at søkja. Einki starv var leyst tá, men um summarið fer so Petur Martin Rasmussen, sum hevði verið prestur í Eiðis prestagjaldi, úr starvi, og eg søkti so beinan vegin. Av tí at eg ikki var vísur í at fáa starvið, so søkti eg eisini um at fáa vikarstarv við Felagsskúlan á Oyrarbakka. Lærarastarvið var mær ikki púra ókent, tí hevði av og á verið vikarur í Kollafirði og í Hósvík. Hetta sama summarið (1983) var eg eina tíð assistentur við sjómanskirkjuna í Hull. Um heystið 1983 fái eg so embætið á Eiði, og tí segði eg vikarstarvið á Oyrarbakka frá mær. Eg var settur í starvið í Eiðis prestagjaldi frá 01.12.83 - vígdur í Havnar kirkju av Ejvind Vilhelm (1923 - 1994), varabispi, 04.12.83 - og innsettur í Eiðis prestagjaldi 11.12.83. Tá minnist eg væl, at Torkil Beder, prestur, segði við meg: "Stórur dagur í dag. Tú innsettur sum prestur, og Illimaður fyllir!" Tann elsta systir mín er gift við Niels Brimnes, lærara,  í Vestmanna. Hesin Niels er sonur Zacharias Brimnes, ið var prestur á Eiði frá 1947 til 1968. Frá 1968 til 1971 var Frímann Símunarson á Brúnni prestur á Eiði og Petur Martin Rasmussen frá 1971, til eg kom í 1983. Onkuntíð, tá ið systir mín var á Eiði og ferðaðist, so plagdi eg at vera við henni, og tað er einasti prestagarður, ið eg havi ferðast til og búð í. Tað var hugnaligt, og onkuntíð plagdi eg at fylgjast við Brimnesi, presti, tá ið hann fór til gongu í kirkju - í prestakjóla og bláari húgvu. Tað var eitt bakarí á Eiði - eg minnist ikki, um tað var Jógvan Kallsoy ella Mogens Wraae, ið hevði tað tá - men har plagdi eg at fara at keypa mær tyggigummi. Pápi var so loyalur móti skúlanum og læraranum, at hann vildi ikki selja tyggigummi í handlinum, tí tað var ikki loyvt at brúka tyggigummi í skúlanum, men hin handilin seldi tyggigummi. Brimnes prestur plagdi at geva børnunum burtur av offurpengunum, og eg fekk viðhvørt nøkur oyru frá honum, og tey fóru øll til tyggigummi. Eg eri framvegis í prestagarðinum, men nú fara dagarnir at fækkast. Nú havi eg so hildið fráfaringargudstænastu her við Gjógv, og síðani verður raðfylgjan, Funningur, Norðskáli og Eiði. Tann 10. februar gevist eg við gerninginum, og so havi eg feriu og farloyvi, men á pappírinum siti eg so sum sóknarprestur til og við 30. juli 2019. Hesi vóru í kirkjuráðnum við Gjógv, tá ið eg kom til Gjáar: Svend (Joensen), Lærarin (Hans Kristiansen), Karl Jacob (Sigvardsen), Maria (Matras), Hannelina (Joensen) og Óli (Debes). Kirkjutænarar vóru: Svend var deknur, Hans (Lærarin) var urguleikari, og Óli var klokkari. Eg kann leggja aftrat, at hetta var fyrstu ferð, ið Óli ringdi. Benadikt (Johannesen) hevði verið klokkari frammanundan í heili 47 ár. Óli ringir enn av og á, men tey fyrstu samanhangandi 30 árini var hann einsamallur klokkari.Fyrr hevði prestur altíð eitt tilhaldshús at koma í, og eg kom at halda til Uppi í Geil - hjá Arnhild (Sivertsen). Fyrst fór prestur hagar fyri kirkjutíð at rigga seg til, og so kom hann aftur at fáa sær døgurða aftan á kirkjugongdina. Hetta helt so á í nøkur ár - og tað var ein góð tíð - men so datt tað so líðandi burtur - tað bleiv ein nýggj tíð.

 

Ásta Maria, Emil og Pól Sigurd                                    Emil og Gubbi (Hans Edvard)

Tað er skjótt at koma við bili av Eiði til Gjáar, og eg havi havt nógvar vakrar túrar um summarið, t.d. tá ið mann er farin frá húsum í tjúkkum mjørka og so kemur upp í hæddirnar, og har er klárt á hvønn tind - pollamjørki - og tú sært niður yvir mjørkan, tað er einastandandi vakurt - og ikki at gloyma tey vøkru summarkvøldini, tá ið sólin roðar í Kalsoynna. Tað kann eisini vera sera vakurt í góðum kavaveðri, men sjálvandi havi eg eisini havt onkrar meiri ella minni vánaligar túrar um veturin, og so tá ið vegurin kom gjøgnum Funningsfjørð, fór eg tann vegin, um tað var ivaveður. Tað er sjáldan, at eg havi avlýst, men onkuntíð hava teir ringt frá Gjógv og biðið meg ikki koma, tí tað er stormur ella kavarok. Einaferð skuldi eg úr Funningi til Gjáar, men tá rendi eg meg fastan í kavan. Tá hevði eg ein Ford Sierra, men eg hevði koyrt so nógv á hann, at motorurin brendi saman - og har stóð eg so. Eg hevði eina termodrakt í bilinum, men ongar stivlar, so eg mátti bara fara til gongu oman aftur til Funnings í termodrakt og svartaskóm. Tað gekst bara væl álíkavæl, tí tað var ikki illveður - og eg bleiv ikki kaldur. Eg gekk so oman til Hildu (Mackay), og hon var so blíð so blíð. Tað var hon altíð. Eg var væl til passar eftir henda frískliga túrin, so tað var fínasta slag. So var tað eitt árið, at eg fann uppá at hava gudstænastu í Funningi jólakvøld klokkan fimm og við Gjógv klokkan hálvgum sjey - og so beinleiðis í Eiðis kirkju. Tá ið eg so skuldi fara aftur frá Gjógv og til Eiðis, tá kláraði Fordurin ikki heim á Skarð - hann trekti ikki væl og hevði bakhjulstrekk. William (Mackay) hevði verið og grivið, og tað var blivið so hált av skuffuni, at Fordurin bara spolaði. Eg vendi so aftur og oman til Svend (Joensen) og Ebbu, sum vóru bæði blíð og týð. Hetta er einastu ferð, ið eg havi avlýst gudstænastuna á Eiði jólakvøld, men tey lósu so lestur. Ein túr kann eg nevna aftrat. Tað var ein dagin, ið eg kom koyrandi oman í gjøgnum Gjáardal, og nú kemur ein hvirla og tekur bilin upp í leysa luft. Eg var í dýrastu neyð, og hevði tú vitað, hvussu kenslan var í berum hjálparloysi, tí eg kundi ikki stýra ella gera nakað sum helst. Tað løgna var tað, at bilurin kom so beint niður aftur á vegin, at eg koyrdi bara víðari.

Pætur, Kristian Jákup, Erling, Emil og Jørgin (fínir)

Tað hevur nógvar síður at vera prestur - tú ert við bæði í gleði og í sorg. Tað slepst ikki undan syrgiligum hendingum - bæði so og so - ólukkum á landi og á sjógvi - tað er ein partur av lívinum, líkasum gleðiligar hendingar tíbetur eru tann stóri parturin. Tann vanligi dagurin hjá mær - tá ið eg ikki havi nakra ávísa tænastu - gongur soleiðis fyri seg, at á morgni havi eg mítt bønar- og trúarlív við bíbliulestri og øðrum og lurti eftir morgunandaktini í Útvarpinum. So seti eg meg at skriva og lesa - alt eftir, hvat ið liggur fyri framman - tað kann verða kirkjubókin, tað kunnu verða fráboðanir um hetta og hatta. Landslæknin skal hava fráboðan eina ferð um mánaðin, Hagdeildin triðja hvønn mánað, og so skal mann senda fráboðan til Landsfólkayvirlitið við føðingum og øðrum. Hetta er ikki nakað, ið tekur so nógva tíð, men tað skal gerast. Nakað av tíð fer til lesnað, onkuntíð fari eg at vitja onkran, og so skal eg fyrireika komandi prædikuna og senda fráboðan til Dimmalætting, Sosialin og nú eisini Facebook, og so verður tað bønarlív aftur um kvøldið. Eg hugsi um prædikuna tíðliga í vikuni, men eg seti meg ikki at skriva hana beinanvegin, og sálmarnar plagi eg at ringja inn í seinasta lagi hósdag, men nú seti eg teir eisini á Facebook, so klokkarin sær sálmarnar og sleppur undan at ringja til urguleikaran. Tað hoyrir við til arbeiðið hjá klokkaranum at heingja sálmanummarini upp. Aftrat øllum hesum koma so uppringingar - onkur skal hava dópsbræv ella eitthvørt annað - og so kann tað verða sálarrøkt ella okkurt prát, so tað kann verða eitt sindur misjavnt, hvussu ein dagur gongur. Tað er komið fyri - men tað er sjáldan - at ringt hevur verið til prest á nátt, og tað loyniliga skriftarmálið er eisini komið fyri, men eg rokni við, at tað er sjáldnari enn hjá teimum katólsku prestunum. Jarðarferðirnar fara við nógvar tíð. Tá ið ein er deyður, so verður ringt til mín, og so avtala vit, at eg skal koma inn á gólvið og práta við tey, og so avgreiða vit tey praktisku viðurskiftini. Í summum førum kann tað bara vera eitt stutt prát og ein bøn, og so avtala vit, at eg skal koma aftur. Í øðrum førum - alt eftir sum umstøðurnar eru - so avgreiði eg alt beinanvegin. Tá ið eg so komi, so avtala vit sálmar, um tey ikki hava avgjørt tað frammanundan. Summi er rættulig sjáldstøðug í sínum vali, og í øðrum førum hjálpi eg teimum rættuliga fitt. So er tað, nær kórsetingin skal verða, nær jarðarferðin skal verða, hvar skal ervið verða og hetta og hatta. So seta vit okkum at tosa um gravtaluna, og eg geri altíð tað, at tá ið eg havi sitið heima og skrivað tað persónliga, so komi eg aftur til teirra at vísa teimum tað fyri at verða vísur í, at alt er rætt, sum eg havi skrivað. Jú, eg geri mær stóran ómak at koma út til tey avvarðandi - at práta við tey - um tað so verður tvær ella tríggjar ferðir. Ikki tær at siga so er tað stórur munur á jarðarferðum. Tær tungu, óvæntaðu jarðarferðirnar - t.d. ólukkutilburðir av ymsum slagi - eru sera avbjóðandi. Mannagongdirnar eru jú tær somu, men tú kennir teg nógv ótryggari, sjálvt um tú ert gamal prestur, og tú mást ansa sera væl eftir ikki at gera nakað skeivt upp á nakran máta, tí alt er so avbera sárt, og ikki er tað lætt at finna orð, sum geva meining í slíkum umstøðum.

      

Gudstænasta í Gjónni                                               Emil Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar

Vert er eisini at nevna, at gudstænasta hevur verið hildin í Gjónni nakrar ferðir. Tað kom soleiðis í, at umboð fyri Vestmanna sangkór spurdi, um tey kundu fáa loyvi at syngja í Gjáar kirkju. Sjálvandi varð hetta játtað. Men tá ið hendan konsert skuldi verða á sumri, varð skotið upp at hava eina gudstænastu í Gjónni saman við kórinum í staðin fyri í kirkjuni, um veður varð til tess. Veðrið var til vildar, og fyrsta gudstænastan í Gjónni varð hildin í august mánaði. Hetta var í 2016, og tað eydnaðist so væl, at tað bleiv avgjørt at royna hetta aftur. Nú rokni eg við, at hetta er komið fyri at vera. Undirtøkan hevur verið so avbera góð  - og vaksandi - fleiri hundrað fólk hvørja ferð. Í fjør (2018) funnu teir uppá, at prestur skuldi rógvast við árabáti inn í Gjónna. Tað riggaði heilt væl - og har sat eg so fittur.

             

Eftir bygdargøtuni: Emil - við Líkstein                               Eftir bygdargøtuni: Petur Dahl - við Kirkjustein

Vit skipaðu eisini einaferð fyri einum gongutúri frá Gjáar kirkju til Funnings kirkju, og bæði gjáarfólk og fólk aðrastaðni frá luttóku. Vit gingu eftir teirri gomlu bygdagøtuni - av Gjáarfólki nevnd Mannagøtan. Fyri at fríska tey gomlu felags minnini upp varð skipað fyri hesum tiltaki. Funnings kirkja var felags fyri bygdirnar Funning og Gjógv til 1929, tá ið Gjáar kirkja varð bygd. Íblásturin til hendan gongutúrin kom frá teimum mongu pílagrímsferðunum víða um heimin, og so hevði tann danski presturin Kristine Hestbech funnið uppá at gera slíkar ferðir í Føroyum. Hetta bleiv ein góður túrur - nógv fólk - og gott veður, til vit nærkaðust gørðunum í Funningi. Tá loysti hann avfallið - og tað oysregnaði. Tað gjørdi einki petti, tí mangan munu gjáarfólk hava fingið karm, tá ið tey gingu til Funnings í kirkju. Funningsfólk tóku sera væl ímóti okkum og sýndu okkum allan blíðskap. Tað hava tey forrestin altíð gjørt, tí gjáarfólk høvdu føst tilhaldshús í Funningi, tá ið tey fóru í kirkju. Har hampaðu tey seg eitt sindur, áðrenn tey fóru í kirkju og fingu so døgurða aftan á gudstænastuna.

Hetta at gevast - at leggja árarnar inn - havi eg ikki hugsað so nógv um, men hetta kom á meg í 2017, minnist meg rætt. Eg veit ikki, um tað kann vera nakað, ið kemur á, tá ið tú rundar tey seksti. Eg vil ikki blíva sitandi her sum prestur, og fólk fara at merkja tað, at nú slakki eg av, tí at eg orki ikki so væl longur, so vil eg heldur gevast, meðan leikur er góður. Fólk fara kanska at siga: "Hví fer hann ikki frá? Hann orkar ikki at vera prestur longur!" Nei, eg vil ikki koma ta hasa støðuna.  Hetta er eisini fyri mína egnu skyld og fyri mína egnu samvitsku - at gevast við maner. Eg vil ikki reypa, men eg havi ikki verið heilt óvirksamur sum prestur her í prestagjaldinum. Tað nyttar einki at blíva sitandi í einum starvi fyri at reypa av, hvussu leingi tú hevur sitið. Mær hevur dámt sera væl í prestagjaldinum - havi hvílt í mær sjálvum og ongantíð hugsað um at søkt aðrastaðni. Eg fór so spakuliga at tosa við bisp um hetta, at eg ætlaði mær at gevast, og at vit kanska fóru at flyta til Serbia, men eg kundi hugsað mær at komið aftur so av á at verið hjálparprestur ella okkurt sovorðið. Tá kom hetta upp á tal: at gerast stiftsprestur, og hvat er so tað? Jú, prestar hava rætt til at fara í farloyvi í tríggjar mánaðir ella ein mánað, og so má onkur loysa teir av, og bispur hevði ásannað, at tað var brúk fyri eini fastari skipan - einum stiftspresti. Navnið kemur av stift - biskupsdømi. Aðrastaðni verður tað rópt stiftsprestur, um talan er um ein serligan prest: ungdómsprest, fongsulsprest, náttarprest ella hvat tað nú kann vera. Her hjá okkum hevur bispur sagt, at ein stiftsprestur er ein prestur fyri alt stiftið - biskupsdømið - ein, ið verður knýttur at honum, og sum hann brúkar til tænastu. Eg gevist sum sóknarprestur tann 30. juni, og tað nýggja starvið hjá mær verður markerað í Ólavskirkjuni í Kirkjubø tann fyrsta juli í ár (2019), og tá byrji eg av álvara. Tað ber í sær, at eg skal verða til taks, tá ið onkur prestur er í farloyvi ella okkurt annað. Hetta er eitt hálvtíðarstarv. Eg komi at arbeiða í seks til sjey mánaðir - ongantíð longri enn sjey, og ongantíð styttri enn seks, og so havi eg frí í fimm til seks mánaðir, so eg komi at vera rættuliga nógv í Serbia, tí kona mín er haðani, og vit hava íbúð í Beograd, og haðani komi eg so heim at arbeiða, tá ið tann tíðin er. Eg veit frammanundan, hvat ið er á skránni, og eg komi eisini at gera okkurt skrivligt arbeiði fyri bisp. Longu nú veit eg, at eg skal vera á Viðareiði í tveir mánaðir í heyst - í oktobur og novembur -  fyri Jóannes Purkhús, prest, ið lesur til doktara í teologi. Jú, eg eri spentur upp á hetta arbeiðið, og so kemur mann so víða um landið eisini. 

Fólkatalið er nógv minkað í Funningi og við Gjógv hesi árini, men á Eiði - og serliga í tí gomlu Sunda kommunu - er fólkatalið vaksið. Tað búðu umleið 100 fólk her við Gjógv, tá ið eg kom í 1983, men nú eru tey bara umleið 30. Nú vit hava sitið og prátað eina løtu, so vil eg sleppa at leggja tað aftrat, at eg havi trivist sera væl í Eiðis prestagjaldi - í øllum bygdum - og at tað hevur altíð verið gott at komið til Gjáar. Kirkjuráðini - tey undanfarnu og tað núverandi - hava øll verið líka góð at samstarva við. Vit hava kortini ikki altíð verið á einum máli um eitt ella annað. Tað er bara sunt, og soleiðis eigur tað at vera. Tað sama er eisini galdandi fyri allar samlar kirkjutænararnar. Eg havi alt gott at bera gjáarfólki, tey hava altíð verið blíð og fyrikomandi ímóti mær, og mær hevur eisini dámt væl at komið ein túr higar onkran yrkadag. Eg takki fyri tíðina, ið eg havi verið prestur í Eiðis prestagjaldi, og eg havi onga løtu angrað, at eg valdi at verða her alla mína tíð sum sóknarprestur. Eg kann eisini leggja aftrat, at tann, ið kemur eftir meg, kemur í eitt gott prestagjald.

"Gomlu" prestar okkara - Emil Olsen og Petur Martin Rasmussen

Petur Martin Rasmussen, prestur, ið var undan mær her í prestagjaldinum , frá 1971 til 1983, segði einaferð nakað soleiðis: "Fólkið í hesum prestagjaldinum er so gott at vera ímillum, at tann, sum kemur í stríð og álvarsligt klandur við nakran, hann hevur sjálvur skyldina." Eg geri hansara orð til míni ----  (Vit takka Emili og Petur Martini fyri ta tíð, teir vóru her, og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini)

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir