Vit kallaðu hann Jógvan Sofus, men eftir at hann keypti sær familjunavnið Ferjá, bleiv hann bara kallaður Ferjá. Jógvan Sofus, f. Joensen , 1913, var ættaður úr Blásastovu við Gjógv. Ferjá var kendur langt út um eingjargarðarnar við Gjógv fyri sítt lætta lyndi og framúrskarandi frásøgukynstur. Tað var altíð hugtakandi at møta hesum blíða manni, og viðhvørt var eg so heppin at hava bandupptakara í lummanum, men tíverri eigi eg bara onkrar stuttar upptøkur (snøklar) av honum. Her havi eg samlað nakrar saman, og so gevi eg Ferjá orðið:

Tú hevur spurt meg um mangt og hvat, og sumt av tí havi eg frá mær sjálvum, men tað mesta er frá pápa, Jóhan í Blásastovu, sum dámdi so sera væl at fortelja, og hann visti eisini nógv, tí minni hevði hann gott. Hvussu mítt minni er, tað er so ein onnur søga, tí sjálvur haldi eg meg vera blivnan eitt sindur gloymskan. Honum dámdi so væl alt, ið bar upp á rím, og tí minnist eg fleiri skjaldur, sum hann plagdi at bera upp. Um hetta nú eru skjaldur ella bara rím? Nei, nú meldi eg pass! Spyr onkran annan um tað! --- Nú tú spyrt um turkiløg, so veit eg, hvar ið tú ert! Jú, gjáarfólk kallaðu turkilagið hjá pápa á Heimaru Heygum fyri "Hood" - eitt stuttligt navn - og tað kunnu vit koma aftur til, men fyrst um turkiløgini:  

“Hood”

Áðrenn turkiløgini komu, plagdu summir at seta eini tvey ella trý sprek – ella nakrar tunnustavir  - saman og ristu so líkasum sátubørn upp á sprekini, so tað skuldi gjósa og torna. Teir kallaðu hetta krakkar. Eg minnist, at Jógvan í Jákupsstovu, abbabeiggi tín, hevði sovorðnar krakkar Heimi undir Hjallanum, men hetta riggaði bara væl, um tað ikki bleiv tikið niðurav av vindi. Eg minnist væl, at tað bleiv turkað soleiðis eisini, men tað kom ikki tann stóra hoyrúgvan burtur úr hesum. Tað kundi verið so mangt at sagt um hoygging, men lat okkum halda okkum til turkiløgini.

Í 1925 var einki turkilag í Gjáar bygd, men eg haldi, at Pætur í Jógvansstovu fekk tað fyrsta turkilagið í bygdini í 1926, og at Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum hjálpti honum at gera tað. Eg minnist tað, at í 1929, tá ið vit komu aftur av skipi við “Trý systkin”, var ein grúuliga ring høgætt, so vit løgdu bakk uttan fyri landgrunnin. Vit sigldu við tveimum repum í stórsegli, og skránotan beginti at fara, so teir vóru bangnir fyri, at seglið fór at skrædna, men tað helt. Vit løgdu úteftir um náttina, og tað var bæði ringur sjógvur og kolandi stormur, og teir eldru menninir – orduligir menn – eg var ikki orduligur skipsmaður tá – nú ljóðar tað, sum eg havi verið tað seinni – teir gingu í kappan at hyggja, hvussu til stóð. Um morgunin var veðrið nógv betri, so tá ið tað lýsti, fóru vit at lensa aftur, og mitt á degi komu vit til Funnings, og tá var fínasta veður at seta okkum av har. Hetta var sum sagt í 1929, og tá var fyrsta konfirmatión við Gjógv. Tá ið vit komu til Gjáar sóu vit, at turkilagið hjá Gamla í Jógvansstovu var farið á liðina. Gamli í Jógvansstovu – Pætur Joensen – var pápabeiggi mín, og hann var næstelstur av fimm systkjum – tríggir brøður og tvær systrar.

Gubbi og Árni á turkilagnum (somu stødd sum "Hood")

Og nú komi eg til turkilagið hjá pápa á Heimaru Heygum. Pápi var uppi í teimum seinnu. Tá vóru so nógv turkiløg komin, og tað fekst einki tilfar, tí Kríggið var komið, men hann fekk so ein weirrigning frá Múllers einkju, tí tráður fekst ikki. Turkilagið bleiv so gjørt á Heimaru Heygum – langt frá bygdini. Turkilagið var væl gjørt, og aftur har var tað Pól Johannes í Biggjarlagnum, sum stílaði fyri. Vit hjálptu honum at spenna weirarnar, men tað var ikki so líkatil. Turkilagið hevði tíggju rúm, og teir kallaðu tað “Hood” eftir slagskipinum hjá eingilskmonnum, tí hetta var tá størsta turkilag í bygdini. Pápi brúkti nógv turkilagið – ja, alt for nógv. Hann var raskur gamal maður, og hann bar gras langan veg á turkilagið, alt for langan, og so skuldi hoyggið dragsast aftur til hús. Nóg mikið um “Hood”.

Stoltleiki breta - "Hood" - søktur av týskarum í 1941

Men áðrenn turkiløgini komu, høvdu konufólkini frið fyri grasinum, tá ið tað var sligið, men tá ið turkiløgini komu, var tað verri enn við trolara, tí tá gingu konufólk og mannfólk og bóru og drógu rennvátt gras til turkiløgini, og soleiðis fingu tey bjargað hoynum, hóast hoyggið ikki tornaði á hógv summi ár. Men hann, ið átti turkiløg og ikki slerdi for nógv, hann fekk altíð gott hoyggj. Men áðrenn tað fingu menn heilt nógv hoyggj inn - einar tretivu byrðar í senn av góðum hoyggi, men summi ár mislukkaðist tað. Eitt ár var so galið við hoynum – teir kallaðu tað havraárið. Eitt skip lá á Vestmanna og seldi havra, og eisini gjáarmenn keyptu havra úr Vestmanna. Hetta var fyri mína tíð. 

 Rivtangin 

Og so er tað Rivtangin? Ja, og tú sigur, at tú hevur hevur spurt fleiri menn um tey nøvnini, sum eg einaferð segði tær, og at eingin kennist við tey. Tað er undarligt, tí hetta eru nøvn, ið eg havi hoyrt frá øðrum gomlum monnum, so tað máttu aðrir eisini havt hoyrt. Alt gott um tað, og nú biður tú meg taka tað uppaftur, ið eg segði um Rivtangan, og tað skal eg gera:

     

Rivtangin                                                             Á Kellingini (Tí Høga) 2009

Rivtangi er eitt rættuliga vanligt staðanavn. Norðurendin á Viðoynni nevnist Rivtangi, á norður eystursíðuni á Nólsoynni og norðarlaga á Hestoynni hava tey eisini Rivtangar. Mitt um Tangan "veksur" mestsum ein klettur uppúr, og tað verður kallað Tað Høga á Rivtanganum. Tað innasta á Tanganum - inn móti berginum - eitur Fóturin á Rivinum. Hatta vita allir menn, men so kemur tað, ið eg havi hoyrt og kann leggja aftrat: Tað Høga á Rivtanganum verður eisini kallað Kellingin, men tað lága - tað ytsta - eitur Bekkur. Oman fyri Kellingina er ein lítil urð, og har plagdu nakrir fáir lundar at eiga. Rivtangin er norðasti oddi á Eysturoynni. Norðasti endi á Íslandi eitur Rifstangi. Riv er einki út fyri tanganum. Bergið omanfyri man helst hava verið sammett við riv. Slættin uppi á dalinum - beint omanfyri - eitur Rivið.  - Rivtangin er streymharður, og á eystfalsbroddi er ikki altíð so gott at fara vesturum. Tá skalt tú sigla inni í blámanum, og tá ið tú kemur vesturum, skalt tú snara inn við Tanganum - inn á Barmin. Tá linkar á, og tá ert tú eisini innan fyri Boðan, ið liggur mestsum beint vestur úr tanganum. 

 

   

                                Hvalsryggur og Risin og Kellingin

Hvalsryggur er vestan fyri Búgvan, og hann sær so steylur og hálur útfyri, og eg havi ikki verið uppi á honum. Um miðan Hvalsrygg stendur nakað uppúr, sum kallast Hornið. Vit skúlabørn plagdu at bera gátur upp, og ein ljóðaði soleiðis um Hvalsrygg: “Eg veit ein rakrygg fyri innan lóg, hann er vátur á fjøru og flóð, Hornið hann í síðuni ber, git mær so, hvat gátan er.”  - Eisini plagdu vit at bera eina gátu upp um Risan og Kellingina: “Eg veit ein rakrygg fyri uttan lóg, hann er vátur á fjøru og flóð, hansara kona er av sama slag, bæði blivu skøpt tann sama dag, git mær tað.”

 Dánjalsmið

Eina lítla søgu aftrat: “Tað vóru ringar tíðir í Føroyum, og tað vóru hungursár. So var tað ein fuglfirðingur, soleiðis sum eg havi hoyrt tað. Eg veit ikki, um eg minnist tað rætt, at hann var landsforvístur ella tað, ið verri er. Eina náttina fara so hann og synirnir út eftir Fuglafirði og skulu rógva til Íslands. Um eg havi hoyrt tað ella hugsað tað sjálvur, so høvdu teir sett vøttirnar upp á tollarnar, so at tað ikki skuldi hoyrast, at teir fóru. Teir róðu so norð í gjøgnum Djúpini, og  teir blivu eitt sindur eystarlaga staddir, og pápin leggur seg at sova, tí hann hevur verið illa fyri, rokni eg við. Synirnir rógva so út úr Kallinum – einar níggju fjórðingar ella so – og tá vekja teir pápan og siga, at her situr ein fuglur. Teir leggja so árarnar inn og kasta, og tá ið pápin sær, at teir hava kent, hyggur hann upp á land og ýtar av. Teir draga og fáa upp í bátin av fiski á tí staðnum, og tað er Dánjalsmið, so maðurin mundi eita Dánjal. Ýtini eru soleiðis: "Áin liggur á Risanum – Hornini koma væl undan – opin eru Kalsoyardjúp – og tá er veiðan undir."  Tá ið teir so koma aftur á Fuglafjørð, nú koma menn á støð og spyrja, hvar hann hevur fingið allan henda fiskin, men hann svarar, at hann sigur tað ikki, uttan hann fær loyvi at liva sum hini fólkini og frítt at búgva har. Tað slapp hann so, og tað kom so grúuliga nógvur fiskur upp av Dánjalsmiði, og fiskiskapurin helt leingi á. Soleiðis bjargaði Dánjal lívi sínum og kanska eisini øllum Fuglafirði.

Mirmansstovuteigarnir

Vit áttu Mirmansstovuteigarnar úti á Ovara Nasa, men eg veit so lítið at siga um teigarnar. Frá smádrongi veit eg at siga, at pápi átti tað stykkið, sum hann hevði fingið í arv frá foreldrunum hjá sær. Hví teir hava itið og eita soleiðis enn, veit eg einki vist at siga. Eitt hús á Eiði kallaðist Mirmansstova, og um onkur úr Mirmansstovu kann vera komin at velta har ella ikki, er ikki gott at vita. Fleiri bøstykkir hava nøvn av monnum, ið ikki hava búð við Gjógv. Jardusaryggur er stutt frá okkara húsum, og tað stykkið velti ein kollfirðingur, ið æt Theanjardus.  Blankskálastykkið er eitt sindur meira fløkt fyri mær. Langomma mín var av Blankskála, so tað var einki undarligt í tí, at Blankskálastykkið var í Blásastovu. Eg rokni við, at hon hevur itið Barbara, tí pápi kallaði hana Barbomma, og tað er ikki ógrundað at halda, at stykkið er arvað til Blásastovuhúsið, sjálvt um pápi ongatíð hevur átt stykkið, men tað hevur verið í ættini. – Um Mirmansstovu veit eg einki álítandi at siga, men skal eg koma eitt lítið sindur inn  á tað, so havi eg hoyrt, at tað vóru tveir menn, sum skuldu hava til roysni at tveita eitt ella annað yvir um húsini. Annar hevur staðið omanfyri og tveitt, og er so runnin omanum og hevur loftað tí niðanfyri, og so kvikur skuldi hann vera, at hann kláraði at grípa tí. Men maðurin úr Mirmansstovu, sum ikki kláraði tað, bleiv so forfærdiliga illur inn á hin, at hann tók og drap hann og gróv hann niður langt undir gáttina, og har lá hann í útivið tjúgu ár. Sagt er, at mans morð ikki skal kunna dylijast longri enn tjúgu ár. Kann vera, at tey tjúgu árini akkurát ikki hava verið útgingin. Líka mikið, maðurin fór at tosa í ørviti, og tá segði hann, at líkið lá grivið undir gáttini. Soleiðis kom tað fram, at talan var um eitt morð. Eingin visti hví og hvat fyrr enn tá. Eg haldi ikki, at eg veit meir at siga um hatta. – Í gomlum døgum vóru so mong  fátøk hús. Tey ríkaru húsini vóru bóndahúsini, og Eiði var ikki bóndabygd sum so, og Gjógv var heldur ikki bóndabygd. Mirmansstova var eitt fátækt hús, og tað vóru so nógv, sum vóru tað, og álíkavæl kom ein drongur til fosturs og var uppfostraður Inni í Stovu við Gjógv. Húsini stóðu nær við brúnna, og takið øðrumegin var niður á jørðina, sum tað eisini var aðrastaðni við Gjógv. Tá ið hesin drongurin var vaksin, fór hann út í verðina. Ikki veit eg akkurát, hvar hann fór, men tað er sagt, at hann bleiv missionerur annaðhvørt í Australien ella í New Zealandi. Hatta er tað, sum eg veit um handa mannin. (Her kann eg leggja aftrat, at umrøddi maðurin æt Poul Olsen, og var føddur á Eiði í 1881/82?)

Tórusteinur

Undir Lonarhjallinum ella niðarlaga á Króki, sum vit kalla tað, liggur Tórusteinur. Ein sjáldsom søga ella søgn er um ta gentuna – hesa Tóru. Hon skuldi hava forgjørt sær og fekk tí ikki kirkjugarð, og so kundi hon tað sama brúkast til agn. Hvat heldur tú ? Teir hongdu líkið í Myrkhelli – tá sá Gjógvin ikki út sum í dag – og skóru sær agn av tí, og teir fiskaðu so grúuliga væl. Tá ið agnið var uppi, jarðaðu teir Tóru undirr Tórusteini, so har liggur hon enn. Hvørjir hesir menninir mundu vera, ið brúktu Tóru til agn, veit eg einki um, so tað kann eg ikki hefta meg við, men eitt ørindi er um hesa góðu Tóru, og tað ljóðar soleiðis:

Tóra fór á kvørn at mala

við svartari rumpu og hvítum hala.

Tað var slagið, ið Tóra fekk,

lærið út úr mjødnini gekk.

Tóra mín liggur og lúrir og lúrir.

----------

Pápi plagdi at taka til eitt ørindi – ella kanska eitt orðatak – sum ljóðaði: Lat slíkar stoytast – Dandadrong og løgmann. (Dandadrongur lá altíð í sak).

----------

Eisini hevði hann okkurt  ørindi úr einum tátti, sum var blivin burtur, og eingin dugdi:

Grái hestur á Dalinum gekk,

Dandadrongur sperðilin fekk.

Funningsmenn eru so tvørir,

tí teir fingu mørin.

Vilja teir vera blíðir,

so skulu teir fáa síður.

 

Tá ið  pápi plagdi at sita undir Jørgerdu - vanliga nevnd Gerda -  elstu dóttur okkara, sang hann ofta hetta skjaldrið: 

Sakaris fór í gildi

Tummana honum fylgdi.

Tummana fór í hosur blá,

vattabøkini uttaná.

 

Vattabøkini, ja!

Skølingar vóru nakað, sum menn høvdu uppi á fótunum, tá ið teir vóru á báti ella í bjørgunum. Skølingar blivu fyrst bundnir burtur úr grovasta tógv, og teir blivu ikki vattabøk, fyrr enn einir gamlir, tøvdir vøttir blivu sundurskornir ella kruvdir og so seymaðir upp undir skølingarnar. Tástani blivu teir vattabøk.

------------------

 

Lat okkum taka sankta Mortan eisini:

 

Tað var sankta Mortan, góði vinur mín,

Hann leiddi meg inn í kjallara sín,

Har skonkti hann mær bæði mjøð og vín.

Tað var sankta Mortan, góði vinur mín.

 

Sankta Mortan gav mær eina kúgv,

Hon fór burt í annans mans búgv

Hornini hevði hon hvít sum tann,

hana gav mær, góði sankta Mortan.

 

Sankta Mortan gav mær ein kálv,

Hann stóð úti undir vegginum og skalv,

Tá komu tveir piltar og bundu mær hann inn,

teimum gevi eg bæði kropp og skinn.

 

Sankta Mortan gav mær eina gás,

Eg læsti hana undir mítt kistulás

Tá komu tveir tjóvar og stjólu hana vekk,

teimum gav eg ein dyggan smekk.

 

Samkta Mortan gav mær ein stara,

Eg visti ikki, hvar eg skuldi við honum fara.

Han fløj ind i en hole for sig,

den samme stære giver jeg dig.

 ---------------

Fyrr, tá ið vit vóru smábørn, og tað var stormur, tá kundi tað eisini komast av tí, at bátar vóru á útróðri, og fólk vóru blivin bangin, tí vindurin var so nógvur. Men tað var ikki altíð bara tað, tí tað var eisini fryktandi fyri, at hús kundu fara at ríva. Øll høvdu flagtekju við Gjógv undtakandi tvey. Vit blivu lærd tað, at vit skuldu halda saman hendur og siga:

 

Maria fór til stættir at vaska sínar flættir.

Hon bað Gud av Himmeriki lata vindin lætna ,

Skínandi sól, lætnandi vind,

klárt upp á hvønn tind.

 

Skjaldur ella?

Eg veit ikki at siga tær, hvat hetta er fyri nakað, tað er einki skil á hesum – um hetta er eitt skjaldur, ein ramsa ella okkurt heilt annað. Pápi plagdi at taka til hetta viðhvørt, men hvør, ið eigur orðini, tað veit eg einki um. Eg haldi meg vera blivnan eitt sindur gloymskan, men lat meg royna:

Eiðis harrar

Funnings spjarrar

Gjáar tossir

Elduvíks klássir

Oyndfara angar

Fuglfara drangar

Gøtu skurar

Lambamenn – allir á bukkuni í senn. 

 

Ferjá spældi við í filminum "Barbara"

 

Ferjá - eftirnavnið hjá mær

Ferjá er ikki fyrsta á uttan fyri Gjáarrættina ella Líðarrætt, men onnur á. Ferjá er so mikið lítil, so vítt eg veit, at tá ið tað er nógvur turkur, so tornar hon upp. Tað er tann áin, ið eg og kona mín hava keypt til eftirnavn til okkum bæði og børnini. Eg veit ikki meir at siga um ánna enn tey ørindini, ið eg sjálvur havi sett samanum hana:

 

Eystan úr Noregi víkingur kom,

Grímur Kamban nevndur at navni,

undir Líðini legði at landi tá,

teim vatn fekk at drekka úr Ferjá.

Niðurlag: Tað er tað navn, sum mær hóvar.

 

Her Ferjá rennur bergi útav,

hon spreiðist eitt sindur sundur –

har stigu víkingar á land,

teir hildu vatníløt undir.

 

Ferjá fyrsta áarnavn,

sum víkingar góvu tá,

hana mundu teir sælan prísa

nýkomnir eystanífrá

 Ferjá - og Sjúrður Ferjá

Ferjá er í sama stað,

enn rennur hon í sjógv.

Sítt navn ber hon frá Grím Kambans tíð,

siga elstu sagnir frá Gjógv. 

Tað er tað navn, sum mær hóvar.

 

Tú kanst gera við yrkingina, hvat tú vilt!

 

 

Kategori: Frásagnir