Theodor hevur aftur sent okkum eina hugleiðing úr farnari tíð. Takk fái hann fyri tað, og so er bara eftir at seta seg væl til rættis:

Ja, mangt er millum fjals og fjøru - og millum fjals og havs. So kom tólvti sunudagur – berjadagurin. Sum vanligt var, vóru vit børn í kirkju. Tá ið vit vóru komin úr kirkju, ráddi um at skunda sær at eta døgurða. Henda sunnudagin høvdu vit feskan seið og livur og nýggj epli og buding omaná. Vit kunnu siga, at berjadag fór næstan maður av húsi at henta ber, so tað ráddi um at vera uppi í teimum fyrstu uppi á Fjalli ella uppi á Nøv. Veðrið var gott, og sólin skein.

So fóru eg og pápi frá húsum. Tá ið vit komu niðan á Barm, mátti eg undrast stórliga, tí eg fann eina livandi nebbasild, sum ein terna hevði mist, í einum lítlum hyli. Skjótt var ikki friður av ternunum, tær fóru at stinga seg, sum tær plagdu, tí har vóru nógv reiður. Eg var spentur, tí vit nærkaðust Fjallinum, og berjalyngurin tók við.

Berjalyngur

Í ár hevði kavavetur verið, og tá skulu verða nógv ber. Børnini vóru spent í fyrstani at henta ber; men skjótt bar hugur aðrar vegir. Skuldi hugsingur vera um at fáa upp í íløtini, máttu hini vaksnu taka við. Børnini skuldu fara væl við berjalynginum, tí tað vórðu tey lærd. Hugnaligt var at síggja børn og vaksin hvør við sín berjalyng. Onkuntíð litu tey út á Norðurhavið, har tey sóu skip. Vøkur var eisini sjónin at líta oman á Ambadal. Nú vóru varrarnar eisini blánaðar, tí børnini orkaðu ikki at halda sær, men máttu fáa sær úr blikkinum. So fóru vit út til Íslandsholið at kasta smásteinar. Soleiðis heilsaðu børnini pápa, beiggja ella abba, sum baldust undir Íslandi.

Nú var dagurin eitt sindur liðin. Vit skuldu eisini fara yvir á Nøvina eina løtu at vita, hvussu berjavánirnar vóru har og henta eitt sindur afturat. So fóru vit til gongu yvir eftir Hálsi. Eg helt tað vera merkiligt, at har einaferð hevði verið laðaður garður. Men pápi visti, at døtur Pætur í Lon einaferð langt síðan høvdu laðað hann. Vit ætlaðu eisini at hyggja oman í Breiðhjalla, tí har vóru ber – eisini bláber. Nú fóru mjørkaslintrur at leggjast um fjøllini. Nú máttu vit skunda okkum oman til Kelduna á Hálsi at drekka ískalt vatn. Vit vórðu lærd, at vit skuldu fara spakuliga um, tá ið vit vóru við kelduna. Náttúran hevur lagað hana til. Numu vit hana, kundu vit oyðileggja hana. Eingin mátti nema staðin og vøksturin, har keldan spretti upp.

Við Kelduna: Kári, Jógvan Sofus, Dánjal Jákup og  Steinfinn

Ja, gumma mín, Zacharia, hevði  greitt mær frá, at jóansøkuaftan varð keldan pyntað við sóljum til jóansøkumorgun, tí hann var høgtíðsdagur hjá neytakonum. Børnini sluppu altíð við jóansøkukvøld, tá ið veðrið var gott. Sama varð gjørt syftusøkudag, tí hann var eisini høgtíðsdagur hjá neytakonunum. Í eini holu í bakkanum lá vatnglas. Vit drukku so hetta sjáldsama kalda vatnið uppi millum fjalla.

So var hesin berjadagurin komin at enda. Tá vit vóru komnir til húsum var gleði og spenningur á mær, tí nú skuldi eg fáa sukur aftur við berjunum og eta, og vanligt mundi vera, at børnini dagin eftir fingu berjasuppu. Morgunin eftir tosaðu skúlabørnini um berjadagin, hvar tey høvdu verið, og hvussu berjavánirnar høvdu verið – eitt vakurt minni um barnaárini har norðuri.

Og so var farið um mikkjalsmessu, og bygdin var skjótt fullmannað aftur, tí tá vóru nógvir fiskimenn komnir aftur. Nú var mangt at gera: at taka upp epli, at ganga skurðfjall, at fara til útróðrar at fáa sær vetrarkost. Misjavnt kundi vera við eplafruktini. Onkuntíð gramdu tey seg um rottur. Ein dagin, eg veiddi síl í Stórá, sá eg eina rottuetna veltu. At síggja allar rottuholurnar og øll eplapettini, ið sløddust í veltuni! Eg hevði hoyrt menn siga frá, at rotturnar løgdust serliga í tær bestu velturnar. Eg minnist einaferð, tá ið vit tóku upp epli í Nummar 9, sá eg, hvussu ein velta lá oyðiløgd av svartaspillu. Tí tók pápi eplini í eplahúsinum í kjallaranum fram á gólv fleiri ferðir at skilja tey spiltu eplini burtur úr. Annars stoytti pápi torvøsku millum eplini. Tá ið tey skildu set, skuldu tey skilja úr teimum bestu veltunum.

Á gomlu Omansrætt: ?, Óli og Sofus

Um veturnætur varð farið á skurðfjall og seinni á klipping. Fjalldagin høvdu óvitarnir funnið sær fram hornini, tí nú skuldu teir eisini fara á fjall ymstaðni í bønum. Teir høvdu gjørt sær seyðbond sum hinir menninir og høvdu fitta skjáttu við mati. Børnunum dámdi eisini eisini væl at sleppa at reka haftseyð heim í bygdina. Men sjálvandi stóð hetta í veðrinum. Tað var vorðið myrkt, tá ið seyðurin lá bundin eysturi á Bø ella heimi í Bíggjarlagnum.

 

Tá á døgum vóru fólk nøgd við stjørnur og mána at lýsa um kvøldið. Vit minnast tó flogmús-lyktirnar. Dreingirnir áttu tó allir góða lummalykt. Ofta lýstu teir eftir sílum og állum í Stórá. Meðan menn býttu seyð, spældu dreingirnir fjallgongu. Nakrir dreingir vóru seyðir og nakrir fjallmenn. Vit spældu eisini, at seyðurin át. Meðan hann át, stappaðu teir deyðagras upp undir troyggjuna. So býttu vit seyð sum hinir menninir, og seinni varð flett. Tað var at taka grasið undan troyggjuni.

Um kvøldið varð flett og dúgliga tosað um vekt og fiti. Tá var vanligt at svæva seyðin; men onkur átti tó seyðabyrsu. Vit smádreingir vistu, at Sjúrður á Fløtti hevði fingið sær seyðabyrsu. Sjúrður var tiltikin at vera góður við kríatúrini, bæði seyð og fuglar. Sjúrði mundi ikki dáma, tá ið menn lógu og morlaðust við svæving. Hann bjóðaði sær til at skjóta seyð fyri fólk, tí honum dámdi ikki henda gamla drápsháttin. Eg minnist serliga ein kavadag, tá ið var ógvuliga kalt. Hetta var uppi á Gjógv, og nógvur seyður stóð uttan um Sjúrð. Hann roytti deyðagras av eini lágari hjalstekju og gav teimum.

Mangar søgur gingu um Sjúrð sum dýravin. Hvussu var hina summarnáttina í krígnum, tá ið dúgliga varð rógvið út? Hesa náttina skuldu menn fara at sova sær ein blund, og Sjúrður skuldi greiða línurnar. Tá ið menn komu aftur í Gjónna, var eingin Sjúrður. Hesa føgru summarnáttina sat Sjúrður langt úti á Helluni og gav másafuglunum livur.  Eg eigi eitt minni um Sjúrð. Tá ið pápi og mamma giftust, gav hann teimum tvey vøkur, dýr koppapør. Annað er til enn og vekur dýr minni úr heimbygdini. Sjúrður var nógv lisin maður og visti eisini mangt at siga frá.

Vanliga flettu tey í køkinum, og krovið var vanliga morgunin eftir borið í hjallin. Soleiðis minnist eg abba í Horni. Men ommu dámdi einki, tá ið hann svævdi. Hann mátti røra sjálvur. Áðrenn abbi svævdi, tók omma meg inn í stovuna – eg var smádrongur tá – tí hon helt, at tílíkt mátti eg hvørki síggja ella hoyra. Eg hevði varhugan av, at omma orkaði ikki at hoyra, tá ið kríatúrið gav upp anda. So nógv ávirkaði hetta meg, at eg ongantíð lærdi at fletta. Sama ger, vit áttu ikki fótsmál í jørð. Men mær dámdi væl at síggja, meðan abbi fletti, og eg slapp at draga vilini.Vit børn fingu bløðrurnar ella gingu í húsini at biðja bløðrur. Vit blástu tær og hongdu tær upp at torna. Tær vórðu brostnar nýggjársaftan.

Børnini vóru spent at fáa blóðmør og nýggj epli. Zacharia gumma plagdi at siga, at stríggið gekst hjá børnum at hava tol, til blóðpylsan var kókað, so spent vóru tey. Tá plagdi ein gomul Gjáarkona at siga: “Bíðið nú staklani, tað verður ikki leingi, til tit fáa!”Tá ið seyðahøvdini vóru røst, vórðu tey kókað til døgurða. Hetta skuldi vera serliga góður døgurði. Eg minnist, at hvørt einasta sindur varð upptikið úr seyði og gjørt burtur úr. Okkara kjøtásur í hjallinum var ikki stórur. Vit áttu eitt krov av heimalambinum og eitt gott krov frá abba í Horni. Ja, mangur ásurin var prúður! Eg minnist sum smádrongur, at eg kom inn í Gortrukjallaran um kvøldið. Har hingu nógv krov, og tá ið vigað var, vóru tað 33 pund í miðal.

Vit minnast, at í 1940-árunum varð dúgliga tøtt og bundið. Men ikki øll áttu ull. Tað varð tað mesta tikið úr lagdi. Pápi hevði leitað dúgliga eftir lesull.

Petur Hvid

Skipstroyggja

Eg veit, at hann ein dagin, hann var í torvi Heimi á Bust, fór til gongu eftir Sandargøtuni, í Barm, upp á Slættir, so oman á Ambadal at leita eftir lesull, áðrenn vindurin tók hana út á sjógv. Soleiðis mátti ognarloysingurin gera, skuldi hann eiga nakað at gera burtur úr. Mamma plagdi eisini at keypa eina vág av ull úr Elduvík. So vórðu karðar tiknir fram, spunalagið sett upp, rokkurin í nokkan. Lítlastrá varð eisini nýtt. Pápi spann grovt tógv til skipstroyggjur og hálvhosur, mamma spann fínt tógv á lítlastrá til fínar vøttir. Mamma upplivdi hin mikla heiður, at hon varð biðin at binda Alexandrinu, drotning, eina troyggju – og hon fekk heilsan frá drotningini!

Mamma plagdi eisini at binda fínar troyggjur fyri handilsfyritøku í Klaksvík – á Stongunum. Tey høvdu eisini bakivirki. Goldið varð afturfyri við vøru. Tað var altíð spennandi hjá einum óvita, tá ið vørupakkin kom, tí altíð sendu tey eina góða sandkøku við. Soleiðis var eisini, tá ið skipstroyggjur vórðu keyptar í handlunum her í bygdini. Vøra fyri peningin. Eg minnist, at mamma fekk fimmti krónur fyri skipstroyggjuna.

Mangan var hugnaligt vetrarkvøldini við Gjógv. Fólk komu inn á gólvið og vistu mangt áhugavert at práta um. Tá ið eg og vinmaður mín, Jason, sum nú er farin til sítt fedraheim, vóru móðir og troyttir, sum vit høvdu spælt í kavanum, komu inn í hitan og fingu ein bita. Pápi stóð og spann, og mamma sat og bant. Pápi plagdi at at spyrja, hvussu langt vit vóru komnir við framhaldssøguni í gjárkvøldið. Pápi var ein meistari at seta saman søgur. Jú, mín sann, vit vistu og vóru alspentir.

Lampurnar høvdu linjur, plagdu vit at siga. Køkslampan mundi vera tíggju linjur. Stovulampan var vøkur og tjúgu linjur. Lampan var ein brúðargáva frá Marjusi, abbabeiggja. Hon bæði lýsti væl og vermdi væl. Annars var ein ovnur í stovuni. Kamarslampan var fjúrtan linjur. Hon vermdi eisini væl, tá ið kalt var úti. Seinni komu betri lampur, sum lýstu líka væl sum ravmagnslampur: Telley-lampur og Aladdin-lampur. Eitt tílíkt kvøld í heimbygdini var hugnaligt. Tá var hugnaligt at vera barn – eitt ógloymandi og vælsignað minni. Óvitin kendi seg tryggan í eini friðarbygd.

Gubbi í hjallinum

Ja, hjallurin var ein undursom matgoymsla. Men eingin neyð var heldur í okkara hjalli. Vit høvdu hjall saman við Sørin abba, og tey áttu bara tveir gyllin. Men tá ið hesir komandi útróðrardagar vóru av, og ein tíð liðin, var hjallurin fullur av ráskornum fiski og saltfiski. Var tað hesi árini, menn vóru í Búgvanum, var væl av saltaðum lomviga, ein grindatunna og ein kassi við turrum spiki. Tó at pápi var ikki bjargamaður, lá hann vestur undir og tók fugl upp av sjónum og fekk tí sín part. Væl var bjargaferðin løgd til rættis, tí øll hús í bygdini fingu part. Annars var bjargafuglurin býttur eftir jørðini.

Feðgarnir Arni og Svend

So kom vetrarútróðurin fyri. Tá varð rógvið út til vetrarkost bæði við línu og snøri, og alt varð hongt upp. Tá hingu avtakin fiskatrø á húsum, hjøllum og úthúsum. Tað plagdi mangan at vera ein sjáldsom sjón at síggja allan mureldin á fiskatrøunum. Ræsti angin rak fyri nasar um allar geilar! Seinni varð fiskurin ráskorin og hongdur inn í hjallin. Og hvør minnist ikki hugnan og spenningin til jóla! Og tá ið leið móti jólum, fóru fólk at taka burtur úr hin besta ráskorna fiskin at kóka til aftansmat og heingja hann burtur frá.

Kom so vetur! Nú er alt til reiðar – ella sum tað stendur á prædikustólinum í kirkjuni: “Komið, tí nú er alt tilgjørt. So væl kenni eg bygdarmenn mínar, at í teimum rørdist ein tøkk til hin alvalda.

Tøkk fyri ávøkst, Guð, tú gav

av bøi og av fjalli,

og alt, sum ført varð yvir hav,

og tað, sum er í hjalli.

 

Theodor Hansen 29/5-2020

 

 

Kategori: Frásagnir