Bernhard Brim (Jákup Bernhard Joensen, 1915 - 1969)

Tá ið jarðarferð er í bygdini, kemur altíð nógv fólk at fylgja, og vanliga kemur tú tá á tal við fólk, ið tú annars ikki hittir so ofta á lívsleiðini. Undir skjøldrinum á Lærarahúsunum stóðu teir hetta kvøldið –  brøðurnir, Eliesar og Bergur, synir Jákup Bernhard Niðri í Geil.

Prátið fall m.a. á pápan, Jákup Bernhard Joensen, sum er best kendur undir navninum Bernhard Brim. Eg fregnaðist eftir, um ikki okkurt hissini frá Gjógv mundi liggja eftir hann.  Jú, tað gjørdi tað, og so fortaldu teir mær, at í 2015 var ein framsýning í Klaksvík í sambandi við, at tað vóru 100 ár, síðani Jákup Bernhard var føddur.

Bergur hevur verið so beinasamur at sent mær eitt avrit av framsýningini - saman við onkrum fittum gjáarligum yrkingum - sum eg kundi gera við, hvat ið eg vildi, og takk fái hann fyri tað. Tilfarið er hugaligt at putlast við, men tá ið eg havi avmarkað pláss til myndir á heimasíðu mínari, so má eg tíverri avmarka og minka myndatilfarið, sum var á framsýningii, so tað verður bara ein partur, sum vit fáa at síggja her. Høvuðsparturin er úr framsýningi, og nøkur uppískoyti eru míni, so hetta fer at nærkast einum pakka av blandaðum bommum.

Niðri í Geil

Jákup Bernhard var føddur Niðri í Geil í 07.11.1915 og doyði longu í 1969 av sjúku. Hann var næstyngstur av 7 systkjum. Ein doyði heilt ungur, og tann elsti beiggin, Hans Jacob, doyði saman við trimum øðrum gjáarmonnum, tá ið eldur kom í umborð á sluppini "Acorn" undir Íslandi, 23. mars 1928.

Jákup Bernhard var skald, og í nógvum av yrkingum sínum hevur hann heimbygdina í huga. Her hava vit eitt dømi, sum er úr fyrsta yrkingasavni hansara, sum hann gav út í 1956. Tað yrkingasavnið kallaði hann "Bardagaskaldið".

Borin í heim eina ódnarnátt
á landnyrðingi norði,
ei torgaðist út um nakra gátt,
tí brim og stormur kvóðu um kapp
við fjalladun og toruslátt. 

Í 1943 giftist hann við Poulinu Joensen, sum bleiv ein kend listakvinna. Poulina var dóttir Eliesar Joensen (úr Pálsstovu) úr Mikladali og Bergittu, fødd Dam, úr Havn. Tey fingu fýra synir: Magni (1944), Eliesar (1949), Jógvan (1953) og Bergur (1956).

Magni konfirmeraður

Foreldrini saman við synunum. Frá vinstru: Jógvan, Bergur, Eliesar og Magni.

At Jákup Bernhardi dámdi væl at ganga í skúla, og at hann helt nógv av lærara sínum - Jóhan Kallsoy - og at lærarin helt nógv av honum, tað sæst best her: Fyrst eitt ummæli frá Kallsoy - og so ein yrking frá Jákup Bernhardi.

                                       Ummælið

 

Avrit av ummælinum: 

                                                          Ummælið

 Jacob Bernhard Joensen, Gjógv, hevur verið skúlanæmingur mín í barnaskúlanum alla sína skúlatíð,

og eg havi kent og kunnað fylgt lívi og starvi hansara til henda dag, og hevur hann altíð verið eitt friðarfólk, virkin, góðlýðin og hampiligur í allar mátar,

sum soleiðis kann fáa mítt besta viðmæli.

            Føroyar. Gjógv, 24. juni 1942.

                              Johan Kallsoy

                                 lærari

 

 Jóhan Kallsoy var lærari við Gjógv í 25 ár: frá 1919 til 1944. Tá fór hann til Eiðis at vera lærari. Í tí sambandinum festi Jákup Bernhard honum hesa heilsanina á blað: