- 19 januar 2025
Jens Jacobsen - Eysturi undir Hamri við Gjógv
(Av misgáum liggur eitt sindur eftir av samrøðuni - tað pettið kemur fyrsta dagin!!!)
Jógvan í Lon Jacobsen, professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini, tók hesa samrøðuna upp umleið 1980.
Fyrst eitt evarska lítið sindur um familju hansara við Gjógv: mamman, Dalberg, var fødd Stenberg, í Sumba 1899, og pápin, Kristian Jóhannes Jacobsen, var føddur við Gjógv 1894.
Tey bæði fingu 10 børn: Jens, f. 1921, Nils, f. 1924 (sló út av skipinum ”Energy” á veg úr Íslandi í 1945), Hanna, f. 1925, Majnhard, f. 1927, Erika, f. 1930, Thomasia, f. 1932, Hákun, f. 1934, Elisabeth, f. 1936, Leivur, f. 1938 og Ólavur, f. 1940.
Tá ið tað ræður um kvæðir og kvøðing á landsstøði, so tekur mann neyvan munnin ov fullan við at pástanda, at hendan familjan liggur heilt frammi í oddinum – um ikki á odda, tá ið føroyskur dansur er á lofti. Sjónkast eru sporini eftir teir fýra brøðurnar: Jens, Hákun, Leivur og Ólavur, ið allir eru úrmælingar á økinum, og ásannast má, at Jógvan í Lon Jacobsen var beinrakin at fáa Jens upp á band, tá ið hann var upp á sítt besta.
Avskrift av bandinum:
(Hav í huga: Tað kann koma fyri, at eitthvørt ikki er púra rætt avskrivað, tí tað er so ótýðiligt. Talumálinum fylgi eg óskalað).
Nú fer bandið frá:
Eg eiti Jens Jacobsen. Eg eri føddur við Gjógv 08.07.1921 og flutti til Havnar í 1952 og arbeiði sum vrakari.
Kanst tú nevna mær okkurt, sum tit plagdu at kvøða har norðuri?
Tað var so mangt, men eitt kvæði, sum mær altíð hevur dámt so grúuliga væl, tað eru Gøtuskeggjarnar. Eg haldi, at teir eru so grúuliga væl yrktir. Kvæðið sigur staðarnøvn og alt, og ýtir at rógva eftir til Skúvoyar allan vegin - líka frá Gøtu.
Vanliga var tað soleiðis, tá ið mann begynti dansin um kvøldið, og lítið fólk var komið, at mann tók okkurt stutt, sum gekk lættliga, fyri at fáa fólk at koma til. Ofta var tað soleiðis, at vaksið fólk kom forbí dansistovuna fyri at vita, um nakar dansur var. Tí plagdi mann at begynna soleiðis fyri at fáa tey at støðast.
Tá ið tað so fór at líða eitt sindur longri út á kvøldið, og fólk fór at koma, so mann kundi taka saman, so fór mann yvir til meira týðandi kvæðir. Hatta mundi vera tann vanliga mannagongdin allastaðni – ikki bara hjá okkum.
Var nógv dansað í bygdini í tygara tíð?
Tað mundi vera nakað tað sama sum aðrastaðni. Dansað bleiv, tá ið sluppirnar komu aftur seint í septembur ella eitt sindur seinni viðhvørt og til fastalávint. Tað var dansitíðin, og hon bleiv altíð hildin. Eg veit tað ongantíð í mínari tíð at vera dansað í føstu við Gjógv. Tað hevði eg hildið verið mestsum halgibrot.
Fastalávintsmánakvøld var tað síðsta dansikvøldið, men tað var ikki altíð dansað tað kvøldið, tí tá var so nógvur útróður við árabáti, og ofta fall tað á gott veður, og eg veit um tað fleiri ferðir – bara meðan eg var ungur – at tað bleiv farið beinleiðis til útróðrar úr dansinum sunnukvøld ella sunnunátt ella mánamorgun, so mann var ikki upplagdur til nakran dans mánakvøldið.
Hvussu var við dansistovuni?
Dansistovan stóð uppi og bleiv brúkt, tá ið eg var smádrongur, og áðrenn eg fór at ganga í dans. Tá ið eg var blivin eini tíggju, tólv ár, tá var so vælsignað lítil dansur í henni í heilataki – tað var høgtíðir, men vanlig sunnukvøld var grúuliga vánaligt til dans. Hon var kanska opin, men tað var lítil dansur – næstan dottin niðurfyri. Teir eldru menninir komu ikki í dans vanlig sunnukvøld, og tað var heldur ikki nógv av kvøðarum – ikki nokk til at halda dans gangandi. Hetta, sum eg tosi um, er um 1930 cirka.
Í 1928, tá hendi ein sovorðin ólukka, at eldur kom í sluppina ”Acorn”, og tá fórust fýra mans í bygdini – harav tveir 17 ára gamlir dreingir. Hetta gjørdi ein stóran hvøkk í og setti eitt afturstig í eina sovorðna bygd.
Eg minnist so lítið til tað, tí eg var bara sjey ára gamal. Hetta hendi um várið, og møguliga bleiv tað dansað um heystið, men tá ið tveir so ungir dreingir fara, eg veit ikki ---
Tað vanliga var, at skyldfólkið – systrar ella brøður – tey komu ikki í dans tann veturin – tað gekk eitt ár. Tað bleiv hildið alla ta tíðina, meðan eg var ungur, í hvørjari bygd. Tað er so stórur skaði, og tað minkar so nógv um ungdómin, at tveir fara. Tað er møguligt, at tað hevur gjørt sítt til tað, at dansurin minkaði.
Men so bleiv tann dansistovan seld og niðurbrotin, so at tá ið eg kom til, var eingin dansistova. Vit sluppu so at dansa í handlinum hjá Dánjal Klein. Tað hevði verið handil, men hann brúkti hann ikki meir. Vit dansaðu so nakrar vetrar í tí handlinum, men tað bleiv so steðgað, og eg haldi, tað komst mest av tí, at tað stóð so nær Gjónni – fólki dámdi tað einki.
So fóru vit at dansa í einum øðrum niðurløgdum handli, og har dansaðu vit so í nakrar vetrar, men so bleiv hann seldur og umbygdur til okkurt annað. So var aftur galið, men so sluppu vit aftur í tann fyrra, men hetta kundi sjálvandi ikki blíva við.
Hetta var undir Krígnum og aftan á Kríggið, men her mátti nakað gerast, so vit fóru undir at fáa okkum pengar saman, so at vit kundu byggja okkum eina dansistovu, og tað fingu vit við at ganga í húsini at tekna pening fyri hana og fingu nakað.
Hetta man hava verið seint undir Krígnum ella beint aftaná, og so spældu vit eisini sjónleikir, og tað kom eisini nógv fólk úr Funningi til leikirnar. Seinni spældu vit eisini «Páll fanga» og fóru eisini til Eiðis við honum og fingu nokkso væl av pengum, so mikið at vit begyntu uppá at stoypa grundina. Hetta var bara um heystarnar, og tá ið so veturin kom við kava og frosti, so kundi ikki stoypast.
Í 1949 fór eg av bygdini, men tá var hon komin upp undir vindøgini, men vindøgini vóru ikki komin í. Tað fortsetti so, men tað tók fleiri ár at fáa hana lidna.
Sum sagt, var dansistova komin áðrenn mína tíð, men ivaleyst hevur dansur verið í teimum ymisku roykstovunum fyri tað, men eg veit einki at siga um tað.
Nakrar fáar ferðir fóru vit til Funnings at dansa. Vit fóru ongantíð longur enn til Funnings, men eg veit, at fyrr vóru gjáarmenn longur burturi – eitt nú í Vík og Tjørnuvík. Úr Sundalagnum komu ikki nógv higar, tað var bara onkur tilfældigur. Í mínari tíð er einki fólk komið aðrastaðni frá uttan úr Funningi.
Eg haldi, at tað var Poul Ejde, sum fekk tað í lag aftur at ferðast millum bygdirnar. Hann kom eitt Annað jólakvøld til Gjáar – og nakrir við honum – og so fóru vit til Funnings á nýggjárinum, og tað bleiv so hildið nøkurlunda viðlíka ta tíðina, eg var við Gjógv. Funningur var nemliga ein nýggjársbygd og Gjógv ein jólabygd.
So koma vit til dansitíðirnar!
Um jólini var tann stóri dansurin. Tað bleiv upplatið heilt tíðliga Annað jólakvøld, og so bleiv dansað alla náttina. Tað var forrestin ikki bara tá, at dansistovan bleiv latin upp tíðliga. Nei, dansað bleiv hvørt sunnukvøld, og tað bleiv latið upp klokkan átta, fyri at børnini skuldu sleppa at dansa, og tey dansaðu so, til vaksið fólk kom og trokaði tey burtur. So leingi, sum tey einki fortreð gjørdu, so leingi sluppu tey at dansa, vissi tey sluppu at vera so leingi úti frá foreldrunum. Tað var rímiligt tað, sum lærdi børnini at dansa. Tað bleiv gjørt, fyrst ið eg minnist, og tað man vera nokkso gamalt. Soleiðis lærdu tey bæði kvæðir og stev.
Tað var einki mark fyri, nær børnini sluppu at dansa, men tey yngstu mundu vera eini átta til tíggju ár. Tað hevur altíð verið og er rímiligt enn, at tað er ójavnt, hvat børn sleppa bæði til eitt og annað.
Sluppu øll børnini at dansa?
Eg kenni einki til, at nakar noktaði børnunum at dansa. Tað bleiv ið hvussu er ikki noktað av religiøsum grundum.
Um sumrarnar var eingin dansur, tí tá var alt fólkið burtur – til skips. Eg veit, tá ið tað var mest fólk við Gjógv, tá vóru 70 mans til skips. Tað var tá í tíðini, tá ið eg var eini 20 ár ella har á leið. Hetta var í 1930unum – stutt undan Krígnum – tá búðu sløk 300 fólk í bygdini, men tað blivu ongantíð full 300.
Tá ið tey vaksnu komu, blivu børnini so við og við trokað burturúr, men nøkur blivu hangandi har eina tíð og fóru ikki til hús beinan vegin. Upp á tann mátan hoyrdu tey, hvussu kvøðið bleiv, og tey, sum høvdu hug til tað, lærdu nógv.
Eg veit, at eg sjálvur lærdi kvæðir upp á tann mátan, sum eg ikki átti og ikki hevði hoyrt, men bara hoyrdi tey kvøðin. Eitt nú minnist eg ta donsku vísuna «Det er i nat en vågenat». Hana kvað Anna, dóttir Kvívíks-Jógvan. Anna í Lon skipaði, og tað var ein av teimum fáu konufólkunum, sum eg hoyrdi skipa.
Anna kvað nokkso ofta hesa vísuna, tá ið eg var í dansi, og eg minnist, at eg lærdi vísuna, tá ið eg hoyrdi hana kvøða hana. Eg stóð uttanfyri og lurtaði, og tað var, áðrenn eg var vaksin so mikið.
Eg haldi, at børnini betaltu 10 oyrir fyri at koma í dans, men tey undir 12 ár betaltu einki. Tey vanligu sunnukvøldini bleiv bara dansað til midnátt ella kanska eitt sindur longri, soleiðis sum kvæðini passaðu.
Tá ið børnini bliv 12 ella 13 ella 14 ára gomul, so sluppu tey at dansa so leingi, sum tey vildu. Tey blivu ikki útkoyrd, so tað kom automatiskt við aldrinum. Tað er sjálvandi ójavnt, sum dansihugur er hjá fólki, og hvussu tað liggur í, tí eg veit, at vit dansaðu inni á gólvinum hjá okkum, tá ið eg var smádrongur. Tað vóru vit systkini og onkur annar aftrat eisini. Hetta var mest um kvøldarnar, tí tað var so lítið at fara út til.
Serliga um heystarnar dansaðu vit eisini á Brúnni í mánalýsi, og tað kundi eisini vera heilt góður dansur. Tað beginti við børnunum, og so komu ung fólk uppí eisini.
Mundi dansurin – ella stevið – vera øðrvísi har enn aðrastaðni í landinum?
Nei, tað haldi eg ikki. Tað var eitt, sum bleiv brúkt onkuntíð, og serliga til hesar kjærligheitssangirnar, sum tey plagdu at syngja, og sum genturnar dugdu serliga væl. Har var eitt, sum tey kallaðu «títtastev», har mann gjørdi tvey trin ístaðin fyri eitt. (Her vísti Jens upptøkumanninum, hvussu mann gjørdi).
Hetta stendur onkustaðni í einum tátti – um tað ikki man vera í Fruntatátti ella onkra aðrasteðs – um hetta «um gólvið renna» - at renna um gólvið. Tað meinast við hetta – «títtastev». Tað bleiv brúkt viðhvørt, tá ið tað var nógv ungt fólk – serliga konufólkini, sum ikki allar vóru so glaðar fyri hesi longu, tungu kvæðunum. Aftan á sovorðið kundu tær finna upp á sovorðið – og hetta rennaríið.
Eingilskdansur var ikki komin, tá ið tygum fluttu haðani?
Nei, hann var ikki komin meir enn so, at vit tóku hann upp sjálvir. Vit dansaðu eitt sindur eingilskdans inn ímillum. Tað var ikki meir enn ein viðfáningur.
Vissi vit nú koma til dansispølini?
Ja, tað vóru hesi her: gamla keta, sandoyardansur og bandadansur. Tey hava verið brúkt alla mína tíð og fyri ta tíð eisini, tí annars høvdu vit ikki dugað tað, og vit lærdu tað av hvørjum øðrum. Øll høvdu lært tað soleiðis automatiskt. Hjá okkum var tað bara tað unga fólkið, ið var við í dansispølunum. Eldri fólk kom ikki í dans uttan høgtíðir. Sunnukvøld sá mann einki eldri fólk í dansi.
Nær blivu hesi dansispølini brúkt?
Tað kundi vera nær sum helst eitt sunnukvøld. Mann kundi finna upp á tað sum ein avveklsling. Tað kundi vera so, at mann kvóð eitt ella tvey kvæðir – ella kanska trý – og so dró mann tað kanska av við einum spæli ella onkrum øðrum lættari. Jú, spølini blivu bara brúkt inn ímillum – blandað soleiðis. Tá ið høgtíðir vóru, bleiv tað ikki brúkt fyrr enn út ímóti morgni, ella tað leið út á náttina.
So koma vit til dansiløgini – melodiirnar til vísurnar kvæðini, vísurnar og tættirnar. Hvussu lærdu tit kvæða- , vísu- og táttaløg?
Ja, tað sum eg lærdi í heila taki av kvæðum, tað lærdi eg frá pápa. Hann dugdi merkiliga væl øll løg av kvæðum – serliga føroyskum kvæðum og nógvum táttum eisini. Tað kunnu vera danskar vísur, sum hava sama niðurlagið, men lagið blívur ikki tað sama.
Eitt kvæði sum «Kong Hans», tað hevur sítt lag við niðurlagnum, og so kemur «Trillemand», sum hevur sama niðurlag, men tað skal ikki kvøðast upp á sama máta – hevur eitt annað lag við sama lag. Hatta er bara eitt dømi. Tað eru mong onnur eisini.
Pápi lærdi meg alt tað, sum eg ikki dugdi áðrenn. Tá ið eg spurdi hann um okkurt, so vísti tað seg, at hann altíð dugdi at finna lagið, sum eg síðani havi brúkt. Tað vísir seg eisini at falla saman við tað, sum aðrir brúka.
Vita tygum, hvar pápi tygara hevur lært hetta?
Nei, tað er nakað, sum eg ofta havi tonkt yvir, hvar hann man hava lært hetta, og hvussu tað ber til. Eg minnist hann ikki nógv í dansi. Hann var onkuntíð, tá ið eg var smádrongur – onkra høgtíð. Hvaðani hann dugdi øll kvæðini, tað veit eg ikki, tí eg skrivaði fleiri kvæðir upp eftir hann, sum ikki stóðu í teimum bókunum, sum vóru í húsunum hjá okkum.
Eru løgini broytt har nærindis hjá tykkum?
Nei, ikki har, men longri burtur. Í norður Eysturoynni man tað ikki bróta nógv av, men mann skal ikki fara so grúuliga langt. Eitt nú á Velbastað, har havi eg hoyrt teir kvøðið Hjalgrímskvæði við niðurlagnum «latum dans dynja dreingir» við einum heilt øðrvísi lagi, enn eg havi hoyrt norðanfyri og allar aðrar staðir, sum eg havi verið. Eg haldi, at tað er eitt heilt spesielt lag, sum teir hava fyri seg. Eg havi ikki hoyrt tað aðrar staðir uttan eitt nú í Havnar Dansifelag frá velbastaðmonnum.
Hvat var mest kvøðið hjá tykkum, føroysk kvæðir ella danskar vísur?
Tað mundi vera ein blandingur – helvt um helvt ella okkurt sovorðið. Og nakað tað sama við táttum eisini – Brókatátt, Boaratáttin, Fruntatátt og nógvar aðrar eisini. Fuglakvæði havi eg ongantíð hoyrt kvøðið við Gjógv, men Jákup á Møn og aðrar.
Hvussu var tað við hesum - føroyskt ella danskt?
Tað bleiv ikki so nógv hensyn tikið til. Úr donsku vísubókini kvóðu vit eini 20 til 30 vísur, og so í Gyltubók, tað mundi vera tað mesta av henni.
Hvussu lærdu tit tekstirnar - av prentaðum teksti ella av mannamunni?
Bæði og. Eg fekk fatur í eina gamla bók av tí donsku vísubókini. Ikki minnist eg, hvar eg fekk fatur í hana, men eg lænti hana frá onkrum - hon var í bygdini. Haðani lærdi eg nakað, meðan eg slapp at hava hana – allar tær vísurnar, sum mær dámdi, og sum søgdu eina mest, eitt sum Akselsvísu og Benadiktsvísu – serliga tær báðar – Spanialand og Myklegård – og so tær vísurnar til brúðarvísu, Fisken og Kong Hans.
«Vi hugge med kårde» lærdi eg eisini, Kong Sverke, Blakman konge – tað vóru so nógvar. Tað bleiv alt kvøðið, tað bleiv ikki níggjað for nógv upp í saman, tað bleiv roynt at havt tað eitt sindur fjølbroytt – ikki kvøða eina vísu for ofta.
Og so var tað Sjúrðakvæðini – eg havi so kvøðið allar tríggjar táttirnar – Regin smið, Brynhildartátt og Høgnatátt, men Dvørgamoyggjarnar, tær kom eg ongantíð til – tær havi eg ikki sæð skrivaðar fyrr enn nú, síðani eg kom til Havnar.
Nei, tað var ein onnur bók – ein eldri bók – sum eg lærdi tey í. Eg veit ikki, hvar tað var, men tað var vist ein bók, sum Jóannes Patursson gav út, samtíðis sum Karlamagnusarkvæðini komu. Tað var ein líknandi bók. Tað var nakað tíðliga – onkuntíð í 1920unum.
Eg plagdi at kvøða Óluvukvæði. Hon skuldi vera dóttir Karlamagnus. Og so var tað Viljam Kornus kvæði og Brúðurskvæðið. – Karlot var sonur Karlamagnus (?), og Baldavin æt sonur Olgar Danska. Teir fóru at telvast, og keisarasonurin tapti í talvi, og hann tók talvið og langaði tað í høvdið á Baldavin, so at heilin slongdist eftir gólvinum, og tá skuldi Olgar Danski blíva svakur. Hann bleiv púra ørur, og tá bleiv hann settur í fongsul, av tí at hann skuldi drepa Karlot. Tað kemur fyri eitt nú í Burnamann. Tá situr hann í torninum – fongslaður.
Vóru nøkur kvæðir – tekstir – eftir pápa tygara?
Jú, jú, eg skrivaði upp eftir hann, og seinni er tað komið á prenti – eitt nú Vilmundskvæði, sum sumbingar plaga at kvøða.
Orðaljóðið í tí nýggju prentingini er í fleiri førum nokkso ólík tí, hann segði fyri mær. Eg haldi í heilataki, at prentingin – ikki bara har – men í øllum kvæðum, sum eru uppaftur prentaði, so forverrast málið í teimum hvørja ferð, tey verða prentaði.
Tað vísir seg fyri mær, at tað verður tikið nýggjari mál – kanska lættari, sum fellir lættari fyri tey yngru fólkini, tey, sum arbeiða við tí, men tá ið tað kemur til kvøðing, so vísir tað seg, at tað fellir grúuliga illa undir fótum – orðini. Tað gamla málið fellir betri undir fótunum at kvøða.
«Streingirsvísu» skrivaði eg eisini upp eftir hann á føroyskum. Ikki sum nú blandað við danskt, sum hon er prentað. Hon var reint yvirsett, men hvør, ið hevur yvirsett hana – ella hvørjum, pápi hevur fingið hana frá – tað veit eg ikki, men hann dugdi hana so uttanat. Tað hevur verið temmiliga nær tí tíð, sum hendan bókin er prentað.
Hvussu man tað vera við dansinum nú – at ferðast millum bygdir?
Tað var sum sagt lítið gjørt av at ferðast millum bygdir við dansi í mínari tíð við Gjógv, men nú man tað vera avlagt. Eg haldi, at ungdómurin er nógv minni interessaður í føroyskum dansi nú, enn hann var tá, nú er tað meir eingilskdansur. Har norðuri er so nógv fólk farið av bygdini, so har er ikki so nógv lív longur.
Tygum eru limur í Havnar dansifelag – nær mundi tað vera?
Eg haldi, at tað var í 1972.