Av Revatanga flyta vit okkum nú á Flesjarnar, har vit vóru eitt vakurt summarkvøld. Sum áður nevnt, er hendan ferðin við frágreiðingum gjørd í sambandi við staðarnavnasavn mítt, men júst hesin túrurin á Flesjunum vakti minnir um eina vandamikla hending, sum fór fram við Ytru Fles í 1969, soleiðis at tann hendingin fær mestsum høvuðsplássið hesaferð.
Hetta summarkvøldið, ið vit vóru uppi á Innaru Fles og á Ytru Fles, vóru vit við "Fliðuni". Øssur Johannesen stóð fyri flutninginum, og umframt okkum báðar, Hans á Skipinum, so var Heri Andreasen, av Oyrarbakka, eisini ein av ferðalagnum. Fyrst taka vit nakrar smálutir um Flesjarnar, so umrøða vit hendingina í 1969, og til endans vísa vit nakrar myndir av okkara flesjatúri.
Á mannamunni verða Innara Fles og Ytra Fles oftast umrøddar undir einum - Flesjarnar. Kongar standa (hava staðið) í báðum Flesjunum. Í gomlum døgum átti nærum hvør bátur sildagørn. Tá ið góður streymur og gott veður var um summarið, plagdu teir at royna eftir sild til agn. Gørnini vórðu so bundin føst í hesar kongarnar á Flesjunum, og so høvdu teir flot á tí vestara endanum. Sild mundu teir fáa, tí annars høvdu ikki so nógv gørn verið í bygdini.
Hetta verður eisini kallað "Millum Flesjarnar". "Báturin (skipið) sigldi millum Flesjarnar", er vanligt at hoyra. Navnið Sundið verður kanska meira brúkt í sambandi við dyrging. Tá ið bátarnir komu av dyrging, kundi verða spurt: "Hvar fingu tit seiðin?" "Vit fingu tann mesta seiðin (vesturi) í Sundinum", kundi so verða svarað. Tá hevði seiðurin staðið millum Flesjarnar og eitt sindur heimeftir. Tað er størri seiður í Sundinum enn á Buginum, og tað man koma av tí, at her rekur harðari, og tann stóri seiðurin heldur seg meir í streyminum.
Hetta 4-mannafarið smíðaði Niclas í Koltri til Eldbjørn, f. 1936, í 1977, tá ið Eldbjørn var lærari á Oyrarbakka. Eldbjørn hevði bátin fyri tað mesta í Kollafirði hjá skyldmanni sínum, Janusi Petersen, vanliga nevndur Janus í Bindibókini, tí har á leiðini vóru fleiri Janusar. Báturin hevði einki navn, og tá ið ein bátur har æt "Koltursbáturin", so helt Janus, at hesin skuldi eita "Gjáarbáturin". Hetta er ein stak fittur og snøggur bátur, sum nú stendur í neystinum Uppi í Trøðni, sum eitt gott minni um bátasmiðin Niclas í Koltri.
"Gjáarbáturin" hevur eisini fleiri ferðir roynt seg í kappsigling við seglum, og eina ferð gjørdist hann nummar 1 og fekk steyp. Ta ferðina høvdu skótar skipað fyri eini kappsigling, og málið var á Hvítanesi. Janus í Bindibókini sat við seglið, og Eldbjørn stýrdi.
Ytra Fles
Teir gomlu søgdu, at tann stóri seiðurin plagdi at standa heim úr Ytru Fles. Í sambandi við Flesina og seið livir eitt ørindi enn í bygdini. Anna Sofía Joensdatter, f. 1822, var ættað úr Mykinesi og búði í Ytru Lon. Vanliga varð hon kallað Mykineskonan í Lon. Sagt verður um hana, at hon plagdi at taka til hetta ørindið: "Ellivu og tríati undan Flesini, allir vóru fyltir, allir vórðu etnir, skamm fái kíkarnar."
Ikki hevur tað verið óvanligt í bygdini at nevna stórseið Lonarseið. Tað er ikki óhugsandi, at orðingin er komin av ørindinum hjá Mykineskonuni í Lon.
-----
Tað er ikki tað heilt stóra at siga um Flesjarnar, men sagt verður frá, at tað kom fyri av og á, at onkur dyrgingarbátur kundi seta onkran seiðabergsmann upp á Ytru Fles. Eg minnist bara ein mann, sum eg havi sæð á seiðabergi á Ytru Fles, og tað var Petur Jacob í Fornanum (Petur Jacob Sivertsen (1930 - 2004)). Ein dyrgingarbátur setti hann av og tók hann aftur, tá ið dyrgingartíðin var av.
----
Í bygdini hevur av og á verið tosað um ta hendingina seinnapartin í 1960unum, tá ið ein deksbátur rendi á Ytru Fles og sakk. Eg setti mær fyri at fregnast meir um hetta, og tað eydnaðist til fulnar. Tað er bara ein maður eftir á lívi, ið var við í sjálvari hendingini, og sum kann greiða frá tí heila. Tann mannin havi eg nú tosað við. Maðurin eitur Tórur Mikkelsen - og býr í Syðrugøtu. Tórur er nú 87 ára gamal, og sigast má, at hann ber aldurin væl, tí hann rør framvegis út so av og á. Ein ógvuliga fryntligur maður og lættur at tosa við.
Eg var nokkso spentur at fáa at vita - júst, nær hetta hendi, tí eg roknaði so avgjørt við, at okkurt var at finna um hendingina í bløðunum. Tórur og fleiri onnur hildu tað vera um várið í 1968 ella í 1969, men onnur hildu uppá 1970 ella 1971. Ein hjálpandi hond fann so fram til hetta stutta pettið, sum stóð at lesa í blaðnum, "FJÚRTANDA"26.03.1969:
Bátur á land
Motorbáturin "Hópur" úr Gøtu sigldi fríggjakvøldið á ein flúr norðuri við Gjógv, tá hann kom aftur av útróðri. Báturin sakk skjótt. 4 mans vóru við "Hópi", og vóru teir bjargaðir av einum Gjáarbáti, sum stutt frammanundan var komin av útróðri og lá á Gjónni.
-----
Tað er so mikið væl leitað í bløðunum báðumegin hesa dagsetingina, at tað er sannlíkt, at "FJÚRTANDI" er tað einasta vikublaðið, ið hevur nevnt hendingina.
Hetta, sum stóð "FJÚRTANDA" tann 26.03.1969, sigur okkum, at "Hópur" rendi á Ytru Fles tann 21.03. 1969. "Hópur" og fleiri aðrir bátar høvdu verið útrónir og sigldu til lands í skýmingini. Áttamannafarið "Nasin", frá Gjógv, var ein av teimum, ið sigldi til lands, og "Hópur" sigldi mestsum aftan á honum, og tá ið "Nasin" snaraði inn í Gjónna, helt "Hópur" fram suðureftir og var tá so óheppin at renna á Ytru Fles.
Á myndini er "Hópur" á Gøtuvík - júst komin av Toftum.
Eitt sindur um bátin: Tann aftasti maðurin er Tórur, tann næstaftasti er Hans Charles Potts, og tann fremsti er Óla Jákup á Skansa (Óla Jákup Jacobsen). Teir báðir fyrst nevndu vóru við lagnutúrin, tá ið "Hópur" rendi á Ytru Fles og sakk. -- Tórur Mikkelsen, Syðrugøtu, hevði keypt bátin frá brøðrunum Akseli og Gunnari á Hellu, á Toftum, sum høvdu átt bátin. Teir báðir høvdu keypt bátin av Tvøroyri í 1950unum frá Óla Jacob Jensen, ið forrestin var beiggi Esther á Fløtti, við Gjógv. Báturin hevði ein 30 HK Hundested motor, og brøðurnir brúktu bátin millum annað til at trola eftir hummara við. Leggjast kann aftrat, at báturin æt "Hópur", tá ið toftabrøðurnir keyptu hann av Tvøroyri.
"Hópur" var ein nokkso trivaligur bátur og hevði hekku, sum sluppirnar høvdu fyrr, og bar orð fyri at vera eini 12 til 14 tons. Eftir hetta keypti Tórur sær ein 20-tonsara úr Fuglafirði, tað var ein danskur bátur - ein sonevndur "Faaborg". Tórur tekur soleiðis til: "Tann báturin kallaðist "Anna Maria", og eg hevði hann í 36 ár. Eg var við gørnum við honum, eg trolaði við honum, og eg var við línu við honum."
------
Áðrenn vit frætta, hvat Tórur sigur um hendingina, fara vit til Gjáar at fregnast:
Flyta vit okkum aftur til 1960ini, so lurtaðu fólk - serliga úti á bygd - nógv eftir Tórshavnar Radio ella Fiskabygjuni, har til bar at hoyra skipini tosa sínámillum ella við land. Oddvør hjá Sofusi (Oddvør Johannesen (1939 - 2015)) hoyrdi fríggjakvøldið - 21.03.1969 - neyðarkall frá einum báti, ið hevði rent á land út fyri Gjógv.
Oddvør hevði ta yngstu 1-ára gomlu dóttrina, Hergerð, spælandi á gólvinum. Hana blakaði hon upp í grulvigarðin og leyp inn í grannahúsini - lærarahúsini - har lærarin, Hans Kristiansen (1924 - 2006), búði saman við familju síni. Hans lá ikki á boðunum og rann niðan á Gjónna at boða frá, tí hann visti, at bátar vóru útrónir. Lukkutíð hevði áttamannafarið "Nasin" júst lagt at, og menn vóru farnir undir at blaka fiskin upp. - So skjótt, sum teir høvdu fingið boðini, snaraðu teir bátinum og settu fulla ferð á út úr Gjónni. Røringur kom sjálvsagt í bygdina, og fólk tustu út á Nasa fyri at vita, hvat var at síggja. Tey hoyrdu neyðarróp, og tey sóu ljós frá bátum, og so sóu tey eisini, tá "Hópur" sakk, og tá toppljósið fór undir og sloknaði. "Nasin" bjargaði monnunum og setti teir umborð á ein annan "sunnanbát", sum eisini var á veg til lands.
----
Tórur Mikkelsen, Syðrugøtu, átti bátin, sum bar navnið "Hópur", og her kemur nakað av tí, sum Tórur sigur um hendingina:
"Vit vóru fýra mans við hendan túrin, og umframt meg vóru tað Óla Hans Olsen, Elias Jacobsen og Hans Charles Potts. Tann dagin vóru vit nakað vestarlaga - mestsum út úr Rivtanganum. Nú vóru vit so á veg til lands saman við øðrum bátum og vóru ikki langt frá einum Gjáarbáti, sum vit sóu snara inn á Gjónna, tá ið vit vóru komnir so langt.
Tað var blivið myrkt, og eg stóð í stýrihúsinum og stýrdi og hevði rútin opnan. Teir kruvdu frammi á dekkinum, og tá rópar Óla Hans á meg: "Ver ikki so øgiliga nær!" Tá taki eg og snari á bakborð, og tá stoytti beinanvegin, tí vit vóru innan fyri Flesina. Hevði hann tagt nøkur sekund, so høvdu vit verið leysir av Flesini. Hatta minnist eg.
Tá ið hetta var hent, leyp eg niðurundir eftir bjargingargreiðum, og tá seg eg, at eitt stórt hol var komið á bátin framman, og sjógvur fossaði inn.
So minnist eg eisini, at Óla Hans hevði latið seg úr oljuklæðunum og langstivlunum og gekk á leistum á dekkinum fyri at vera so lættur sum møguligt. So sigur hann við Lias: "Lias, ætlar tú ikki at lata teg úr stivlunum og oljubuksunum?" "Nei," segði Lias, "eg kann tað sama doyggja í oljuklæðunum."
Tá ið Gjáarbáturin kom til okkara og tók okkum av, minnist eg, at vit fóru allir av afturi á reyv, tí tá var hann mestsum undir framman, ja, hann sakk mestsum undan okkum. Nei, sum tað var ein góð løta at koma í Gjáarbátin.
Hevði handan konan, sum tú snakkar um, ikki hoyrt okkum, so hevði tað verið ræðuligt. Vit vistu einki um, at nakar hevði hoyrt okkum. Tað fingu vit ikki at vita fyrr enn aftaná. Eg minnist, hvussu long tann løtan var, frá tí vit sóu bátin koma út úr Gjáarkjaftinum, til hann var hjá okkum. Tað vísti seg at vera leingi, men tað hevur tað ikki verið, tí har var so stutt at sigla. Soleiðis er støðan, tá ið mann er illa staddur.
Dagarnir aftan á hendingina vóru tungir hjá mær at koma ígjøgnum, " segði Tórur til endans.
---
Ein funningsmaður, sum eisini hevði verið útrógvin við einum 6-mannafari hendan dagin, minnist væl hetta kvøldið. "Veðrið var gott tann dagin, og vit royndu einar seks fjórðingar úr Rivtanganum, og tað var væl av fiski at fáa. Tá ið vit sigldu inn, høvdu vit sæð motorbátin, sum var nakað væl framman fyri okkum. Vit vistu ikki av nøkrum, men tá ið vit nærkaðust landi, sóu vit, at okkurt var galið, og so sóu vit bátin søkka, tí ljósini hvurvu. Eisini sóu vit fisk og annað flóta á sjónum, og síðani fingu vit alla søguna at hoyra. Soleiðis upplivdu vit hendingina," sigur funningsmaðurin frá.
"Nasin" bjargaði monnunum og setti teir umborð á ein annan "sunnanbát", sum eisini var á veg til lands.
Ikki fæst stórt meira at vita um hendingina frá Gjógv, tí teir, ið vóru við "Nasanum" hendan dagin, eru allir deyðir, og ikki kunnu vit við vissu siga, hvørjir teir vóru. Hóast eg havi spurt nokkso víða, so havi eg bara fingið tað sama svarið: "Ja, Sofus í Fornanum var so ein!" -- Tað visti eg.
Sofus í Fornanum (Sofus Sivertsen (1928 - 1975)) var ein sera raskur, kvikur og framfýsin maður, sum fór alt ov ungur av herviligari sjúku. Tað er harmiligt, at vit ikki eisini fáa lýst hendingina frá onkrum av teimum, ið vóru við "Nasanum" hetta lagnukvøldið í 1969, tí hetta var ein so álvarsom hending, at mann má bara undrast á, at lítið og einki hevur verið sagt um hendingina. Oddvør, Hans, Sofus og manning hansara áttu at verið heiðrað fyri hetta bragdið, tí gekst tað ikki júst soleiðis, sum tað gekst, so spurdist sorgarleikur burturúr. - Leggjast kann aftrat, at Niclas í Koltri smíðaði "Nasan" í 1967.

"Nasin" er bátur nr. 2 frá vinstru - við rundum rútum í stýrihúsinum.
Maskinbátarnir frá vinstru eru: "Rivið", "Nasin" og "Norðhavið". Hin báturin er ??
Eitt summarkvøld við "Fliðuni":
Hans á Innaru Fles - Heri og Øssur í Sundinum við "Fliðuni"
Vit báðir, Heri Andreasen, á Ytru Fles
Vit báðir, Hans, á Innaru Fles
Heri og Øssur við "Fliðuni" (Myndin tikin av Innaru Fles)