- 11 august 2026

"Harrin veri við tykkum ...... "
So var aftur gudstænasta í Gjónni – tann níggjunda í røðini.
Høgættin norðanfyri – hygg ikki at, men ið løgin hon kann vera. Vit vóru á veg inn eftir Skálafjørðinum – tráur vindur av útnyrðingi og nógv regn. Hugsaði, at í dag verður eingin gudstænasta í Gjónni, men slá hann – útnyrðingin - tá ið vit komu á Gjáarskarð, mátti viskarin setast á lægstu ferð – og í bygdini var skróvturt. Óivað settust fólk aftur, tí vánirnar vóru av allari leið, men tá ið kirkjuklokkan ringdi klokkan trý, var kortini heilt fitt av fólki komið til bygdar. Trappurnar vóru fullar, og nógv stóðu eisini á Gjónni, men kleivirnar í Gjónni høvdu verið berligar, um vit strikaðu hornorkestrið og kórið.
Eitt sindur úr skránni:
Prestur: Ida Lykke Kannuberg. Deknur Friðrika M. Kristiansen. Klokkari: Símun Niclassen. Organistur: Sámal Matras Kristiansen.
Felagssangir: « Upp alt, ið Harrin hevur gjørt» (Brorson/Chr. Matras) – «Hvør vakurt er ikki sólarris» (P.J. Sigvardsen) – «Syngið við okkum, fjøll og líð» (Grundtvig/Mikkjal á Ryggi) og «Guð, títt er valdið» (Mikkjal á Ryggi).
Eiðis Ljómfelag – so trúgt sum trøllið - eigur Oynnfarakleivina á hvørjum ári – flott. Ta Niðaru Kleivina átti eitt kór úr Estlandi í ár. Eg havi (tíverri) lítið og einki skil á tónleiki og sangi. Ljómfelagið sýntist at vera í essinum, og leiðari tess var Oddur Magnusson Hentze.
Tað estlendska kórið eitur Parnu Kammerkor. Hetta kórið var einastandandi við tað, at tey sungu á føroyskum. Ótrúligt og óhugsandi – hvussu ber tað til? Jú, frá einum, ið hevði fingurin á pulsinum, fekk eg at vita, at hetta er eitt óføra gott kór, og at kórið - við stuttum skotbrái - hevði vant teir føroysku tekstirnar saman við føroyskum kórleiðara. Tann seinasti, ið kórið sang, var eingin minni enn ”Føroyar mín móðir” (Pól F./Knút Olsen).
So var tað prestur:
Ida Lykka Kannuberg er donsk og virkar í løtuni sum vikarur í Eiðis prestagjaldi fyri sóknarprestin Johnhard Jógvansson, ið er farin – í nakrar mánaðir - at víðka sær sjónarringin. Eg má siga, at tað var vakurt og bergtakandi her í Gjónni at hoyra hesa ungu donsku kvinnuna bera sín góða boðskap fram á so reinum og ramligum føroyskum máli. Takk fái hon fyri tað!
Ida er gift við Tummasi Kannuberg, sum í løtuni er prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Miðlarnir siga frá, at tað er søguligt hjá okkum, at hjún eru prestar. So er tað vælsaktans eisini søguligt, at Ida er tann fyrsti kvinnuligi presturin í Eiðis prestagjaldi.
Aftan á gudstænastuna tømdist Gjógvin, og Bygdarhúsið fyltist av meir og minni hálvfrystum fólki til ta frálíku skuffukakuna, sum hepnar hendur høvdu bakað til tiltakið. Saman við góðum kaffimunni og hugnaligum práti fekst varmi skjótt og brátt aftur í kroppin.
Fyrireikarar og luttakarar eiga tøkk uppiborna fyri hetta góða og afturvendandi tiltakið.
Nakrar myndir:

Fyrireikari og prestur.

Fremst: Friðrika, Asbjørn og Mary.

Trappurnar fyllast.

Brøðurnir Kaj og Frank - úr Oyndarfirði.

Fremast: Sonja Klein, Holger Arnbjerg, Asbjørn og Mary. Hinir: Kristian Jákup, Olaf og Símun.

Eitt pláss eftir í trappanum.

Sofus in action fyri KVF.

Væl av fólki.

Tað estlendska kórið - lutvíst í tjóðbúna.

Friðrika lesur inngangsbønina.

Ida Lykke Kannuberg, prestur.

Uffe Bærentsen, fyrireikari.

Prestur í sjóvarilsku.

Eiðis Ljómfelag og etslendingarnir.

Friðrika - útgangsbøn.

Marjun, Sólgerð og Helgi.

Prestahjúnini Tummas og Ida - sivilklødd í Bygdarhúsinum.

Hendan myndin má koma við. Frá vinstru: Jóhan, Jona, Pætur, Karl og ?


