- 21 oktobur 2026
Hesa frásøgn hevur Theodor frá pápa sínum, Hans Jacob í Horni (Hans Jacob Hansen, (1908 - 1990))
Nú sæst ikki farvegur eftir gonguspæli og motorspæli uppi á Gjógv. Hent var at hava motorspæl til vøru og bátar. Framman undan motorspælinum stóð fyrr har eitt gonguspæl. Gjørt varð tað soleiðis: Ein tjúkkur jarnpíkur var boraður niður í klettin. Sjálvur spælbulurin, ið stóð niður á jarnpíkin, var gjørdur úr plankaviði. Spælið var runt, og so vóru hol uppi í bulinum, sum spælarmarnir vórðu stungnir ígjøgnum. Armarnir mundu vera 2-3 tummar í hvønn kantin.
Niðari endin á spælinum, sum veirurin lá um, var tjúkkari. Armarnir vóru um fýra metrar langir og tríggir í tali, so at har sluppu nógvir mans framat at vinda. Stutt oman frá spælinum stóð ein skiva, sum veirurin lá í, og sum skuldi stýra veirinum, tá ið vundið varð við spælinum.

Nú stendur akkerstokkurin av tí gamla gangspælinum her - sum eitt minni.
Vanliga var tað so, at teir, sum bátarnar áttu, og bátarnir stóðu niðastir, ansaðu eftir brimi og boðaðu frá, tá ið drigið skuldi verða. Ein slíkan dag — kundi eisini vera nátt — tá ð brim kom brádliga, vórðu boð send í húsini.
Rópað varð: “Draga bátarnar á Gjónna! Tað kemur niðan undir teir!”

Tá vóru menn skjótir, skræddu seg í klæðini, og skjótt vóru teir á Gjónni. So varð línan riggað til. Hon skuldi eisini vera á bátinum, tá ið drigið varð upp. So kundi verða rópað: “Leyp oman á Skipið og læna okkum boltin!”
Hesin bolturin - ella kúlvurin — hoyrdi til ein mortara, sum tey á Skipinum áttu. Mortarin varð nýttur at stoyta kryddar við. Bolturin var úr messingi og varð vanliga læntur, tá ið upp varð drigið á Gjónna. Til longdar var hann 6-8 tummar. Hetta var í mínum smádreingjadøgum. Kanska var tað soleiðis ta tíðina, meðan Óli og Súsanna búðu har.
Ja, bolturin varð læntur, og so fór ein maður oman við endanum á veirinum, sum var á spælinum. Ein annar fór oman við endanum á línuni, sum eisini varð knýtt á bátin at kunna halda aftur, um okkurt skuldi gingið fyri á spælinum ella barðholið á stevninum.
So varð gjørt á bátin niðri í Gjónni. Togstroppurin, sum varð knýttur upp í endan á veirinum, verður stungin gjøgnum barðholið. Vanliga var barðholið avlangt, og nú koma vit til boltin.
Bolturin verður settur í buktina í stroppinum, og so liggur bolturin upp at stevninum. Síðan koma vit til línuna, ið er heldur tjúkk. Fyrst verður eitt stikk ella kast lagt um toftubekk, síðan tvey stikk um bógbekk og eisini eitt niðuryvir.
Nú er fast, og so verður rópað: “Hiva!”

Hetta motorspælið kom í 1949.
So táttar í, og báturin fer til gongu. Tveir mans eru fram fyri, halda aðra hond í rongina og aðra í stevnið. Einir tríggir-fýra í hvørt borðið at halda bátinum á rættkjøli.
Har, sum gøtan var oman á Gjónna, var nakað høgt upp fyri lunnin, ið har lá, so at báturin stóð nógv upp eftir enda har, tá ið hann víggjaði á lunninum og kom niðan um gøtuna. Tá kundu teir menninir, sum vóru fram fyri, taka stoytin av honum, so at hann ikki tók ov fast niðurí.
Hivað varð so langt niðan, til spælarmarnir tóku í bátin. Síðan varð báturin borin fyri inn á vegin. Tástani varð loyst av bátinum, bolturin tikin úr stroppinum, og veirurin var leysur. Línan varð eisini loyst av bátinum og armarnir tiknir úr spælinum. Maðurin fór so oman við veirinum og boltinum. Ein annar fór oman við línuni. Hesir báðir vóru vanliga ungir, kvikir men. Ofta runnu teir, tá ið veirurin varð oman koyrdur. So vórðu spælarmarnir settir í aftur.
Vanliga vóru tað teir eldru menninir, sum hálaðu línuna. Teir stóðu undir Lonaskjøldrinum. Ofta var kalt. Ódnarveður á høgætt. Men tað vóru knotur í teimum! Nógvir við stórum skeggi. Hettu á høvdinum. Hettan var ógvuliga hent plagg. Hon kom eitt sindur niður á ryggin og út á herðarnar. Knappað varð hon undir øsinum ella eisini á høkuni, so at bara eitt sindur av nøsini sást.
Ein slíkan dag kundu teir vera soleiðis klæddir:
Hettu á høvdinum. Húgvu innan undir. Teir vóru í troyggju og einum eldri koti uttan yvir, kortum buksum, sum rukku niður á knæ. Tvinnum hosum, hálvhosum niðan um tjúkkarnar, í húðarskóm ella klássum. Undirklæðini og alt var føroyskt. Soleiðis sótu teir mangan andróðursdagin innan av havi. Men tá høvdu teir skølingar uppi á beinunum og høvdu oftast kotið uttan yvir roðstúkuni.
Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
har fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarí tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav. (Sigurð Joensen)
Hans Jacob Hansen


