Urðin Inni á Hálsi

Navnið Urðin Inni á Hálsi ber hon av tí, at hon liggur mestsum beint inn av tí plássinum í Búgvanum, ið nevnt verður Inni á Hálsi. Ein bringur er millum Urðina Inni á Hálsi og Heimaru Búgvaurð. Alt broytist so nógv við árunum. Teir gomlu søgdu, at fyrr var gongt millum Inni á Hálsi, Urðina Inni á Hálsi og Heimaru Búgvaurð. Urðin hvarv í omanlopinum á heysti 2009.

Sundið Inni á Hálsi

Búgvin stóð leysur frá landi til á heysti 2009 - tað var bara eitt smalt sund ímillum. Á heysti 2009 kom tað stóra omanlopið og fylti alt upp. Sjá myndirnar! Allar myndirnar - uttan tann eina - eru tiknar í august 2009. Tann eina, sum vísir omanlopið, er tikin á heysti 2009

Inni á Hálsi

Millum Búgvan og fastlandið er ein hálsur á, og hetta plássið verður kallað Inni á Hálsi. Umstøðurnar her broyttust munandi av tí stóra omanlopinum her á heysti 2009. Á tveimum teimum seinastu myndunum sæst munurin. Tann fyrra er tikin á sumri í 2009, og tann seinna á heysti 2009. Vestan fyri Inni á Hálsi er eitt hol niðri við sjóvarmálan. Ein steinur stendur í holinum, og tað sat altíð ein rúgva av lomviga upp eftir hesum steininum fyrr. Eystanfyri - har Hálsurin kemur í Búgvan - er Hellufuglasetrið Inni í Hálsi.

Holið á Vestara Búgvabarmi

Holið á Vestara Búgvabarmi hvarv í tí stóra omanlopinum á heysti 2009. Myndirnar eru tiknar úr Urðini Inni á Hálsi og vestur í gjøgnum Holið og eisini av Vestara Búgvabarmi - í august 2009.

Flesin Inni á Hálsi

Hvarv í omanlopi á heysti 2009

Kategori: Ikki-bólkað