Friðrika M. Kristiansen

Tað hevur verið ein vani hjá mær (ella óvani) tey seinastu mongu árini at koyrt norður til Gjáar, tá ið valdagur er. Hetta kommunuvalið var einki undantak, og tað er altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið í skúlanum fyri at fáa eitt lítið prát og ein góðan uggara (drekkamunn). Tær báðar Friðrika Kristiansen og Gunnvá Róðá sita í valnevndini saman við formanninum Símuni Niclasen. Gunnvá heviði bakað eina góða (brúna) formakaku, sum smakkaði væl, ja, so væl, at Friðrika vildi hava uppskriftina.

Annars lá valnevndin ikki á formakakuni dagen lang, tí hon (valnevndin) hevði mangt annað - på kommunens regning - at ganga á, og tað skal vera teimum væl unt, tí tað ber illa til at sita í 10 tímar og gløa út í tóman heim. Hetta síðsta nevni eg, tí í ár eru bara 17 fólk á vallistanum við Gjógv. Jú, tú lesur rætt  - bara 17 fólk - og 7 høvdu verið á valið klokkan 15. Tað eru sostatt ikki nógvar atkvøður at dyrgja eftir við Gjógv, og tískil eg sá bert eina valuppslag, og tað stóð á neystinum á Gjónni.

Eitt má eisini nevnast: tað sjáldsama góða veðrið. Blá luft - 15 hitastig - og Kalsoyggin í bakandi sól. Sjá myndirnar. Tað er skjótt hálvur novembur.

 

 

á Róðá

Símun Niclassen og Gunnvá Róðá

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna