- 15 novembur 2024
Sigurð í Hoygarðinum heldur røðu:
Á hesum staði, ið hendan stóra mannamúgva er samankomin – her eysturi við Garðará – gjøllari tilskilað eysturi í Kinnini, her stóð fyrsta bygd við Gjógv. Har, sum kirkjugarðurin er nú – útsynningshornið á honum - og sama bæði eystan fyri og oman fyri hann – har vóru, fyrst ið eg minnist – húsatoftir.
Hesar toftir vóru veltar fyri hálvt hundrað árum síðani í einari tíð, tá ið ansurin fyri útgrevstri og fornlutum ikki var so frægt vaknaður sum nú. Niðan við Garðará, har vóru úthústoftir, og tær síggjast enn, tó at eg síggi, at Djúpatoft, hon er slættað nú, ið hesin minnisvarðabøur er inngirdur. Men Lítlatoft her beint niðanfyri, sum eisini ber tað langa, stuttliga navnið Køsturin hjá Beiggja Daddu – tann Lítlatoft, hon er til skjals her beint innan fyri girðingina.
Garðará gjørdi leingi mark millum bø og haga her Flatnamenni. Tað er bara gott, at vit nú fingu friðað ein part av Kinnini – hesum gamla kornlendi, tí veruliga liggja hesar reinarnar av Jákupsstovubønum sum eitt minnismerki um kornvelting í Føroyum.
Minnisvarðar eru av so ymiskum slag. Beint hesumegin kirkjugarðin stóð Dvørgasteinur. Tað var riva í honum. Gamlir menn vistu at siga, at tá ið teir sum smádreingir skuldu hava seiða- ella sílahúk, at so var siður at fara eystur á Dvørgastein at leggja eitt ikki heilt piðað bein í rivuna, og tá ið væl vildi til, so var beinið burtur aftur morgunin eftir, og eftir lá ein blankur sílahúkur.
Okkum nýtist heldur ikki at ivast í, at tað hevur verið ein pápi ella ein tilkomin beiggi, sum hevur lagt húkin í, men seremoniin var íheimlig, og ivaleyst hevur tað tikið væl í teir húkarnar. Men tað nyttar ikki at hyggja eftir Dvørgasteini í dag, hann varð skotin til kirkjugarðin. Mundu ikki tey flestu í dag heldur viljað, at menn tá høvdu eftirlíkað tí gamla læraranum, sum var í sóknini, og sum bað teir ikki skjóta steinin?
Á líkan hátt mátti Prófastatúvan – tann søguligi staður – falla, tá ið lærarahúsini vórðu bygd. Spell, tí tað logar so nógv mentan og so nógv bygdarminni uppi við tílík minnismerki. Nú fer at vera komið at tí, at vit týna ikki minnismerki – vit reisa minnismerki.
Vit hava sett ein minnisvarða. Hann er stoyptur úr bronsu. Slíkt hevur ikki hent seg fyrr við Gjógv. Bronsan heldur. Túsundtals bronsumyndir finnast úti í stóru verð, sum hava hundraðtir, ja, túsundir av árum á baki, og tað bítur hvørki veður ei vindur á teimum.
Ofta vil tað vera herhøvdingar og tílíkir, ið sum Hans Andreas tekur til – tílíkir sum brutu garð – ið fáa tílíkar minnisvarðar.
Tey, sum vit hava sett minnisvarða fyri, tað eru okkara ættfólk – okkara vinir, sum dáttliga funnu sína vátu grøv ella lótust á annan hátt av tí, sum vit menniskju eru von at kalla vanlukku.
Forfedrar, skyldfólk, vinir – alt tað, men eitt aftrat, bygdarmenn, bygdarmenn nokkara. Vit ivast ikki í, at tey vóru slík, sum Hans Andreas Djurhuus í sanginum, sum vit brátt skulu syngja, yrkir um við so heilt óvanligari kenslu og virðing, slík, hvørs yrkadagur bar mót hæddum høgum.
Bygdin er meira enn so og so nógv hús, so ella so stórt ella lítið fólkatal, so ella so stór skattainntøka ella hvat annað, hagfrøðingar kunnu seta upp. Bygdin er ein livandi eind, sum hevur sína egnu tilveru. Ríkari, fjølbroyttari, tá ið væl er, enn hvat tú kanst seta upp í tølum.
Fólkini vóru mong: Jákupsto, Nýggjusto, Innisto, Sámalssto, Niðristo, Hoyristo, Horna, Ólasto og so framvegis, fólkini Rætta-, Lona-, Fløttafólkini í hesi bygd við Gjógv. Men so ymisk, sum hesi fólkini vóru bæði í sinni og skinni, so var bygdin vinnulig og mentunarlig eind, tá ið á stóð í bø og haga, bjørgum og sjóferðum.
Hitt fremmanda orðið solidaritet býður seg fram. Sjónskast og vakrast kom hetta fram, tá ið illa vildi til – tá ið tað ringasta hendi – tá ið innløgumaðurin fall frá. Tað var nakað ómissandi gott og vakurt, tá ið bygdarmenninir eitt nú tóku ein hálvvaksnan, sum satt at siga var heldur ungur og moyrur at fara fyri mann – tóku hann við fyri fullan part.
Tað hevur verið ein slík styrki í bygdarsamanhaldinum, ein slík trygd at, ja, at tá ið tann tretivta apríl í 1870 tveir av teimum fýra bátunum í bygdini gingu burtur við øllum monnunum.
Og fjúrtan ár seinni, hin tjúgunda mars 1884 tá annar av teimum, sum kom aftur ta fyrru ferðina, ”Samløgubáturin”, fór við øllum monnunum, so tóku hesar katastrofalu hendingar ikki bygdina av fótum – hon menti seg aftur.
Hesir báðir dagar: 30. apríl í 1870 og 20. mars 1884 hava verið kallaðir «Tann fyrri Skaðin” og «Tann seinni Skaðin”.
Tað, sum eg veit um hesar skaðar, havi eg frá abba mínum, Sjúrði í Hoygarðinum, sum var báðar skaðadagarnar. Tað vóru tveir feigdardagar, tveir landnyrðingsdagar. Tað var nógv fyrilagt um várið – tað máttist.
Allir gjáarbátarnir vóru 30. apríl 1870. ”Stóri” og ”Samløgubáturin” sluppu so frægt eysturfyri við seglunum, at teir fingu Djúpini. ”Rættarbáturin” og ”Fríðriksbátur” hava roynt at komið sær á Sundalagið. ”Rættarbáturin” kom rikin í Tjørnuvík, ”Fríðriksbátur” í Sjeyndum.
”Stóri” og ”Samløgubáturin” komu eftir eina minniliga sjóferð suður eftir Djúpunum í Funningsfjørð, har tá var komin niðursetubygd.
Niels í Funningsfirði setti fullan leyp av torvi á roykstovugólvið, og sótu so hesir útlúgvaðu 18 menninir runt um grúgvuna hesa nátt, til teir fóru til gongu morgunin eftir. Tá var gott á luftini, men kavi.
Tá ið Sjúrður í Hoygarðinum var komin so langt og skuldi greiða frá, tá ið hann kom til Gjáar – tá ið hesir komu út um Heygarnar – tá bar ikki til, tá vildi hann gráta, tí tað var tað eymkiligasta, hann hevði vitað um, tá ið hesar kvinnur skuldu koma eftir sínum, men ongan fingu.
Tað finst skrivað heimild um hetta í ”Varðanum”. Poul Klein, ein gjáarmaður, hevur skrivað um, tá ið hin altíð vinsæli Vensil Hammershaimb kom á krossmessu sama ár til Gjáar og fór í hvørt hús at ugga tey eftirsitandi.
Soleiðis hava skaðarnir verið, og ikki mugu vit gloyma, at hjá teimum, sum rámað vera, er skaðin altíð stórur.
Aftan á hesar skaðarnar var næsti bátaskaðin, tað var í 1901, tá ið áttamannafarið ”Brúðrin” fekk ein skaðasjógv og hvølvdist vestur á Hestbakkanum. Tað eydnaðist ”Gortrubátinum” at bjarga øllum uttan teimum trimum, hvørs navn er her á plátuni.
Skipaskaðar hava eisini rámað Gjógv. Suðurlandið var mangan dýrt hjá føroyingum í slupptíðini, tá ið allur flotin legði avstað, til at liggja vetraródnir av sær í opnum havi við Suður Ísland.
Summir okkara minnast tann ampa og ótta, sum tá ráddi í bygdini. Tað var bert eitt, sum hevði veruligan áhuga, tað var vindstyrkin í Vestmannaoyggjunum. Hon stóð at lesa hvønn morgun í telegrammi, sum var uppsligið í handlinum hjá Gamla Debusi. Konurnar sendu børn yvir til at lesa hesi telegramm. Tey vóru avgerandi fyri hýrin í bygdini.
Óttin linkaði ikki, fyrr enn skipini komu aftur í mai, men tey komu ikki altíð aftur.
Bronsutalvurnar siga frá – tær minna okkum um tey, sum sjólótust – eisini um tey, sum fórust á annan hátt.
Ikki eiga vit bert at lesa talvurnar. Vit eiga eisini at lesa minnisvarðan – listaverkið, sum her stendur. Frá fyrsta degi var semja um, at vit vildu hava minnisvarðan at vera listaverk, og vit halda, at vit hava fingið eitt gott listaverk, sum ikki fyrnist við tað góða, men sum tú lesur meira burturúr oftari, tú hyggur at tí.
Vit halda eisini, at varðin stendur væl her – sama hvørjum horni, tú sært hann úr. Hyggur tú í sunnan, sært tú hasi bæði fjøllini – Tyril og Middagsfjall, minnismerkir, ið duga, í baksýni, og hyggur tú í vestan, sært tú Gráfelli, men hyggur tú í landnyrðing, so hyggur tú sama veg sum drongurin á myndini.
Tað man ikki loysa seg at tala um, hvørji uppskot til minnisvarða og til staðir at seta hann á, ið vóru her, men nú verður, sum er. Ei heldur fara vit at nevna nøvn í hesum sambandi. Hvørji skuldu tey verið?
Eg veit ikki um nakran, sum ikki tók undir av heilum huga. Havi tó hug at minnast Jákup Bernhard, Niðri í Geil, sum var so ivrigur at stovna Gjómann – felagið av burturfluttum gjáarmonnum – sum hevði á stavnsskrá at gera minnisvarðan. Jákup Bernhardi var ikki lív lagað at vera við til avdúkingina av minnisvarðanum.
Og síðani hava vit eina serliga grund til at takka Frithjofi, listamanninum úr Mikladali, sum gjørdi listaverkið, og sum, tá ið vit als ikki fingu hesar plátur, sum ein donsk verksmiðja skuldi stoypa til okkara, sum tá gav seg til, sum tann hegnismaður hann er, at gera pláturnar sjálvur.
Tað høvir, vil eg halda, hjá okkum, at listamaðurin kom úr Mikladali. Gjógv og Mikladalur vóru vinarbygdir frá gamlari tíð. Tað fluttu gjáarmenn til Mikladals einaferð í tíðini, og tað er ikki so langt síðan, at mikladalsmenn og gjáarmenn vitjaðu hvønn annan annðhvørt summar.
Úr Mikladali fingu vit bátar og Fuglfaraoyðuna – besta longumið á Norðhavinum. Hana fingu vit – ella kanska tóku – frá mikladalsmonnum. Og nú, tá ið minnisvarðin kom, funnu vit smiðin úr Mikladali.
Hann er fagur – minnisvarðin – síðani gott smíð, og vit fegnast um lokið verk. Hann er fagur – minnisvarðin – eisini tí, at hann er sprottin av einum frælsum bygdarvilja til at minnast tey farnu.
Tað er gott at hava hann har, hann nú stendur. Millum tað góða og tað vakra – tað veruliga vakra – er altíð skyldskapur.
Statt, minnisvarði! Statt, meðan bronsan heldur! Statt sum eitt tekin um hitt góða og hitt vakra! Minn tey um – bæði gentur og dreingir í hesi bygd við Gjógv – at maður við rættum sinni kann látast av rók og rong, men leingi skal góðum kannast, og leingi skal minnið halda, meðan tey byggja land, ið liva!
Kristian á Rætt, Kristian í Hoygarðinum og Hannemia. Aftari: Pól Erik á Tarafløtti og ?
Kristian á Rætt, Kristian í Hoygarðinum og ?
Fredrikka á Fløtti, systkini Anna og Petur Pauli (hjá Kristian Martini)
Sigrid og Sigurð í Hoygarðinum