Leygardagin 26.07.08 fór felagið Gjómaður aftur til verka. Hetta triðja átak felagsins var at endurreisa Ólastovugróthúsið í Lágunum.

snv31626 copy

Áh, tann vælsignaði dagur

Sólin skein av heiðum himni við 24 hitastigum - hoyggingini í hásæti - brúðarvígslu í bygdini, so vánirnar fyri væl mannaðum gróthúsaliði vóru ikki tær bestu. Havandi umstøðurnar í huga má kortini sigast, at undirtøkan var góð, arbeiðið gekst avbera skjótt og væl, og hugnin var í hásæti allan samlan dagin. Ikki var so nógv at grava út úr húsinum, men nakað av grótinum var forsvunnið. Meðan út varð grivið, og laðað varð, trillaðu kvinnur og børn grót úr Funningsdjúpdini. Grótmenn felagsins hava nú ognað sær góða venjing av kráunum á Skarðinum og Olsensa Gróthúsi, so tað var ikki so leingi, til yvirtromin átti tørn. Henda dagin var felagið so mikið væl stillað við drivnum handverkarum (við framúr góðum amboðum), at tey við "tumlunum" bara hildu seg burturfrá. Longu um nátturðatíð var alt liðugt - og trolverjan var eisini komin á. - Eitt prýðiligt gróthús aftur komið til sín rætt.

Tann sosiali parturin í einum slíkum tiltaki má ikki undirmetast. Fólk, við tilknýti til bygdina, koma úr ymsum ættum, og felagsskapurin ger, at hesi ymisku fólkini so við og við kenna seg sum ein part av einari eind. Pylsurnar við Funningsdjúpdina - sjálvtøka av kaffi og kakum allan dagin - eiga sín stóra leiklut í samansjóðingini. Skuffandi við ongari skuffukaku - helt onkur - men skuffilsið varð dyggiliga gjørt til einkis og gloymt, tá rómi og súrrómi við alskyns fyllu var bøsett.

---snv31700 copy

Jú, jú - hatta riggar bara væl

Eitt sindur um Ólastovugróthúsini

Ólastova var eitt av teimum stóru ognarhúsunum í gamlari tíð og hevur sum slíkt sett sær varandi minnir. Her verður hugsað um Ólastovuánna, Ólastovuheyggin, ið nú mestsum er farin sum byggilendi, Ólastovuheyggin Heimi í Barmi (í sambandi við torvheiðar) og so Ólastovugróthúsini.Tey vóru nevnliga tvey - eitt oman fyri Lutastað og so hetta Heimi í Lágunum. Nýggjagerði var liðugt innlagt áleið 1903-1904, so vit kunnu gjøtla okkum til, at hetta gróthúsið er laðað tíðliga í teirri øldini.

30 07 2008  064

Gróthúsið oman fyri Lutastað var sjálvsagt tað eldra, og tað er avdankað fyri langari tíð síðani. Heimildarmaður, føddur í 1920unum, minnist væl grundarsteinarnar. Farvegurin hevur verið sjónskur til fyri fáum árum síðani, og navnið hevur hingið við í bøstykkjum líka til samanleggingina av bønum. Tikið kundi vera soleiðis til: "Eg havi sligið Eysturi við Ólastovugróthúsið"! --- "Í ár ætli eg mær at velta Heimi við Ólastovugróthúsið"! 

Eftir samanleggingina av bønum kom Petur Jacob Sigvardsen at eiga Ólastovugróthúsið í Lágunum, og soleiðis er ættarbandið við Ólastovu framvegis heilt.

Fleiri myndir : myndasavn - 2008 - Ólastovugróthúsið 26.07.08

Kategori: Gjómaður

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna