Ebba Joensen, f. Niclasen, er fødd í 1932. Vanliga varð hon nevnd Ebba í Bíggjarlagnum - ella Lítl(a) Ebba, tí ein eldri Ebba var í bygdini. Ebba er elst av trimum systkjum og er sum nevnt fødd 1932, síðani kemur Sigurd, ið er føddur 1933 og Anna í 1935. Ebba býr við Gjógv, Sigurd í Hósvík og Anna, gift Olsen, í Vestmanna. Foreldrini vóru Símun Niclasen, f. 1904, frá Gjógv og Osva, f. Abrahamsen,1908,  úr Oyndarfirði. Ebba er gift við Pæturi í Nýggjustovu (Pætur Joensen (1920 - 2005), og áttu tey tríggjar dreingir saman. Símun, f. 1961, býr í Havn, Kristian Jákup, f. 1964, býr við Gjógv og Ólavur, f. 1968, búði við Gjógv og doyði av sjúku 14. juni 1995.

IMG 6485 copy Medium

Ebba sigur soleiðis frá:

Nakað aftan á skúlagongdina hjá mær fór eg til Havnar at tæna hjá einum, ið æt Jens Poulsen, og har var eg so í hálvt triðja ár. Jens var smiður, og kona hansara og sonurin doyðu, meðan eg var í húsunum, so tað var alt so syndarligt. Hesin sonur teirra, Børge, var ikki meir enn 35 ár, tá hann doyði. Børge var bestýrari á Elektricitetsverkinum og doyði rættuliga knappliga - eg haldi, at blóðtrýstið var ov høgt. Eitt styttri skifti var eg í Vestmanna hjá eini konu, ið var systkinabarn pápa. Hon fekk eitt barn, og so hjálpti eg til har eina tíð. Í 1955 fór eg á húsarhaldsskúla í Danmark - bert fyri at sleppa ein túr. Hetta var í Haslev, og vit lærdu at gera mat, og so høvdu vit eitt sindur av hondarbeiði eisini. Vit vóru 19 føroyskar gentur, og eg hevði kamar saman við einari gentu úr Fuglafirði, sum æt Ása Simonsen tá, men nú er hon gift Midjord. Onkuntíð hevur hon verið her og vitjað meg, og eg havi eisini vitjað hana. Skúlin vardi í tríggjar mánaðir, og mær dámdi stak væl. Tá ið húsarhaldsskúlin var liðugur, fór eg til Keypmannahavnar - á Hotel Hebron í Istedgade.

Eg arbeiddi í køkinum og var har eitt lítið ár. Mær dámdi væl á Hebron, og eg var ikki einsamallur føroyingur í køkinum. Istedgata var ikki kend fyri tað góða, men um dagin var alt fínasta slag. Eitt kvøldið tók eg ein sporvogn haðani, tá eg skuldi fara at vitja eina skyldkonu úti í Valby, men tað gjørdi eg bara ta einu ferðina. Nú siga tey, at Istedgata er nógv batnað, síðani eg var har. Tá ið eg kom aftur til Føroyar, var eg nógv heima, men var onkran túr aftur í Vestmanna hjá tí somu konuni, sum eg hevði verið hjá áður, og so var eg eisini hjá Onnu, systur míni, ið giftist til Vestmanna í 1957. Sjálv giftist eg so í 1961, og húsini vóru liðug, tá ið vit giftust. Farið var undir at byggja um ólavsøkuna 1959. Tað var ein oyndfirðingur, ið æt Esbern, ið smíðaði húsini. Meðan Pætur gróv út fyri grundini, kom Jákup Pauli í Ólastovu (Jacob Pauli Biskupstø, f. 1881) til hansara og segði: "Her, sum tit fara at búgva, kallaðu tey Éystan Húsbak". Tey gomlu húsini "í Halanum" stóðu her beint heimanfyri, so hetta navnið kann vera komið av tí. Síðani eg giftist havi, eg fyri tað mesta verið heimagangandi, sum tey nú kalla tað. Eg havi havt tað gott og havi altíð havt nokk at trivið í.

augu Medium

Ebba og Pætur - myndin er tikin í 2005

Sum ung var mamma at vera á Stongunum í Klaksvík, og har var Jóhanna hjá Sofusi (Jóhanna Debes, f. Klein, 1896) eisini. Pápi sigldi út av Klaksvík, og Jóhanna og hann høvdu nógv saman. Ongantíð segði mamma nakað um tað, men eg rokni bara við, at mamma og pápi eru komin at kennast í Klaksvík. Pápi var sjómaður ta tíð, hann livdi. Hann gekk burtur við "Fossanesi" undir Íslandi í 1938, og hóast eg bara var 5 ár tá, so minnist eg kortini bara fitt til hansara. Summarið 1937 var pápi heima, tí abbi fekk tyfus í einari grind í Klaksvík. Tyfus gekk í Klaksvík, og abbi var saman við øðrum gjáarmonnum í grind, men bara hann gjørdist sjúkur av bygdarmonnunum. Tá ið abbi hevði verið sjúkur eina tíð, so bleiv mamma sjúk. Mamma segði tað, at hon hevði etið av einum tjógvi, ið abbi hevði havt við sær í Klaksvík, og soleiðis roknaði hon við, at hon varð smittað. Anna, systir, var bara hálvt annað ár tá. Kitta mostir, í Oyndarfirði, arbeiddi fisk í Klaksvík, men hon tók Onnu og fór til Oyndarfjarðar at passa hana, meðan mamma var sjúk. Sigurd, bróðir, og eg vóru kortini eftir, og pápi fór ikki til skips tað summarið av tí sama. Eg minnist, at pápi var heima, og vit vóru túr við honum í haganum og aðrastaðni. Um várið 1938 fór pápi so til skips. Kristian á Fløtti (Kristian Sivertsen, f. 1892) førdi skip, og eg havi hoyrt tað, at pápi hevði kjans við honum, men so fekk pápi telefonboð, at hann kundi sleppa við "Fossanesi". Tað var avhildið at sleppa við "Fossanesi", tí hetta var eitt stórt og gott skip. Jóhanna hjá Sofusi - tey høvdu telefonstøðina - segði, hvussu glaður pápi var, tá ið hann fortaldi, at hann var sloppin við "Fossanesi". Pápi fer so heim í Fornan til Kristian á Fløtti at siga honum, at nú hevur hann eisini fingið kjans við "Fossanesi". Kristian biður hann bara fara við "Fossanesi", tí tað er eitt betri skip og ein betri kjansur. Maria í Fornanum og Anna systir eru javngamlar. Pápi tekur Mariu upp í fangið og er so blíður við hana, og tá ið pápi fer út, fer Maria at gráta. Hendan hendingin varð tikin fram, tá ið "Fossanes" ikki kom afturíaftur. Pápi fór so av stað við "Fossanesi" aftan á hálvan februar 1938, og vit sóu hann ikki aftur. Hildið verður, at "Fossanes" gekk burtur í ódnarveðri við Vestmannaoyggjarnar ta fyrstu vikuna í mars mánað. Har vóru eisini onnur skip, og tey tosaðu saman í telefonini, men "Fossanes" svaraði ikki, so helst eru teir farnir knappliga. Hvat og hvussu - tað visti so eingin.

 Í ársfrágreiðingini "Dansk søulykke-statistik 1938" havi eg sæð hesa stuttu frágreiðingina: 

3m M/Sk. Fossanes af Klaksvig, 153 Reg. T. Br. Bygget 1931 af Eg, Bøg og Fyr. Paa Rejse
fra Vestmannøerne til Fiskeplads i Atlanterhavet.
Borteblevet i Marts 1938 i Atlanterhavet; 19 Omkomne.
Forlisanmeldelse det. Klaksvig d. 25/6 38. Søforhør i Klaksvig d. 9/1 39.
D. 3/3 Kl. 1700 saas F. under en VSV.-lig Orkan liggende underdrejet ca. 2 Sm. SSV. af Bygden paa
Vestmannøerne. Da der siden intet er set eller hørt til Skibet, maa det antages at være forlist med Mand
og Mus.
Anm. Skibets Besætning bestod af: Ole Martin Joensen, Meinhard Johannesen, John Reid Joensen,
Thomas Johannesen og Thormund Johannesen, alle af Klaksvig, Jacob E. Jacobsen af Kvalvig, Morten
Holm af Arge, Jon Magnussen og Gudmundur Gudmundsson begge af Havnafjord (Island), Simon Niclasen
af Gjov, Joen Peter Lervig, Karl Jacob Toftenæs, Theodor Lervig og Absalon Vatnhamar, alle af Lervig,
Aksel Dahl af Andefjord, Joen Pauli Høgnesen af Sydregøte, Joen Peter Petersen af Nordøre, Aksel Lervig
af Porkere og Poul Erik Samuelsen af Stykket.


i46463508. szw440h440 1

"Fossanes" við kei í Klaksvík 

Ebba heldur fram: Ikki minnist eg nakað til, at boðini komu um, at pápi var deyður. Tað gekk alt so friðarliga fyri seg, so at vit ikki skuldu merkja nakað, men eg visti tað, at pápi kom ikki aftur. Omma plagdi at siga, at ringast var um heystarnar, tá ið skipsmenninir komu aftur, og hon visti, at hann ikki kom. Sigurd og eg minnast væl pápa, meðan hann er kámaður burtur hjá Onnu, ið bert var hálvt triðja ár, tá ið hann doyði. Men Anna mintist hann ta fyrstu tíðina aftaná. Um summarið kom ein mammubeiggi okkara at ferðast, og omma var úti í hjalli. Tá fór Anna eftir ommu og bað hana koma inn, tí nú var pápi afturkomin. Hon helt hendan mannin vera pápa. Summarið 1937, tá ið pápi var heima, minnist eg hann væl. Hann plagdi at fara túr við okkum í hagan og aðrastaðni. Summarið 1938 - sum pápi doyði um várið - var mamma túr við okkum uppi á Barmi, og tá letur í Sigurd beiggja: "Mamma kom og vís okkum tjaldursreiðrið, sum pápi vísti okkum!" Mamma svaraði, at hon visti ikki, hvar tað mundi vera. Sigurd man hava havt okkurt ánilsi, tí hann fer eitt sindur niðan ímóti Gráasteini, og tey gingu seg beint á eitt tjaldursreiður. Sigurd hevur eisini minst pápa, tí hann segði onkuntíð tað, at einaferð, hann fór niðan á Gjógv, stóðu fleiri menn har uppi, og hann fór yvir til tann eina og tók tvørtur um annað beinið á honum, tí hann helt tað vera pápa. Hann kendi skeivt, men hann var bara fýra ár tá. Páll Kunoy hevur skrivað eina bók um "Fossanes", og har stendur tað at lesa, sum vit vita um hendingina. Vit trý systkini høvdu tað kortini gott sum børn. Okkum manglaði ongantíð nakað. Vit høvdu ommu og abba (Anna, f. 1875 og Daniel Niclasen, f. 1874), og mamma var ein røsk kona. Nógv jørð var í húsunum, so tað var altíð nokk at gera. Vit høvdu eina kúgv, men eg minnist okkum eina stutta tíð at hava havt tvær. Tað vanliga var ein kúgv og ein vetringur ella vetringskvíga, sum kálvaði. Abbi var raskur maður - hann velti, skar torv, slerdi, gekk á fjall og róði út. Vit vóru uppi í øllum arbeiði, og tá ið Sigurd bleiv so mikið frægur, so tók hann tað tunga mannfólkaarbeiðið. Abbi hevði ein árabát saman við teimum í Geil og Pól Eriki á Tarafløtti (Poul Erik Nólsoy, f. 1902), og seinni fingu teir sær ein annan bát við motori, og hann kallaðist "Tjaldrið". Abba dámdi altíð so væl at flóta. Ikki var tað lætt at ferðast tá í tíðini. Eg minnist so væl, tá ið mamma og vit trý systkini skuldu fara til Viðareiðis at ferðast. Hetta man hava verið í 1943 ella 1944. Abbi og teir skuldu fara til Hvannasunds við "Tjaldrinum" eftir øðu, og vit skuldu fara við teimum. Hetta var eitt vakurt kvøld við góðum veðri, og teir settu okkum upp á Helluni á Viðareiði. Hetta er einastu ferð, at eg havi siglt norðan fyri oyggjarnar. Eg átti tvær mostrar á Viðareiði, og tær vóru komnar at taka ímóti okkum. Vit skuldu vera har í nakrar dagar, og mamma skuldi vera gumma hjá einum dreingi, ið eitur Tummas Sørensen. Tá ið vit fóru norður aftur, mundi tað vera við "Immanuel" til Klaksvíkar og so við "Pride" til Gjáar. Nú kann eg seta meg í ein bil við trappuna og koyra til Viðareiðis. Tað er ikki tað sama. -  Jú, abbi róði út, so leingi hann orkaði, men so fekk hann skaða í Gjónni, og tað bleiv tað seinasta hjá honum. Teir høvdu verið inni í Funngsfirði eftir agni og skuldu draga bátin niðan við spælinum. Tað kom eitt rykk í bátin, so wirurin gekk fyri, og teir mistu bátin omanaftur. Abbi hekk fastur í bátinum, men hann slapp leysur, áðrenn báturin reyk á sjógvin. Abbi fekk skaða og breyt nøkur riv. Sigurd, bróðir, leiddi hann heim til okkara, og Sigurd  sigur seg minnast, hvussu  abbi ristist. Seinni fór hann á sjúkrahúsið í Klaksvík, og har kom eisini onnur sjúka uppí. Omma var lamin, av tí at hevði fingið skaða sum ung. Hon hevði verið til neyta, og onkustaðni um Barmsbrekkuna datt hon so meint niður á ein  dyllu, at hon skaddi mjødnina. R. K. Rasmussen, f. 1886,  lækni á Eiði, hevði hugt upp á hana og sagt, at tað var frægast at bíða eitt sindur, men seinni fór hon so á Hospitalið, og har søgdu tey tað, at har var einki at gera, tí hon var forsømd. Hon var so lamin, at hon styðjaði seg framvið í køkinum og fekk sum so einki arbeiði gjørt. Ikki veit eg fyri vist, nær omma fekk hendan skaðan, men tá ið mamma kom til Gjáar í 1930 ella 1931, tá var omma lamin. Omma hevði vánaliga heilsu, tá ið abbi lá sjúkur í Klaksvík, og hon doyði 12. februar 1952. Vit fóru so til Klaksvíkar at siga abba, at omma var deyð, men tey á sjúkrahúsinum søgdu, at tað kundi sum so gera tað sama, tí abbi var so ússaligur. Dagin fyri, sum omma skuldi fara til gravar, doyði hann, so bæði fóru í somu grøv tann 18. februar 1952. Abbi var ættaður úr Kollafirði. Hann kom higar sum ungur at rógva út, og hann fór ongantíð av stað aftur. Hann bygdi húsini hjá okkum í Bíggjarlagnum. Landmálararnir vóru í Føroyum í 1900, og Kristian Jacob í Nýggjustovu ( Kristian Jacob Joensen, f. 1887) segði tað, at tá arbeiddu smiðirnir upp á stórviðin niðan fyri Gamla Pakkhús. Eg veit ikki, nær tey fluttu í húsini. Men so er tað tað, at abbi var útrógvin við 8-mannafarinum "Brúðrini" tann 09.02.1901, tá ið teir fingu ein brotasjógv, og báturin fyltist og hvølvdist. Tríggir mans druknaðu, meðan abbi og fýra aðrir blivu bjargaðir av "Gortrubátinum", ið hevði sæð tilburðin og kom teimum til hjálpar. Abbi dugdi at svimja og helt seg uppi við einum kíki, og hann man hava verið nokkso illa komin, tí hann var borin heim í húsini í Bíggjarlagnum - so tá hava tey búð har heimi.

IMG 6633 copy Medium

Barnaheimið hjá Ebbu - í Bíggjarlagnum 

Nú vit hava tosað so nógv um sjógvin, má eg nevna eina hending, sum mær var fyri. Tað var tann 8. mars 2011, og veðrið var ringt. Eg eri úti í gongini og hyggi - sum so mangan - út á sjógv, og nú síggi eg bátin hjá Jógvani  á Fløtti (Jógvan Nónsgjógv, f. 1930) - "Sjúrðabát" út fyri Usini. Eg sá, at hann steðgaði upp, og tað sá út fyri mær, sum hann fór at bróta upp á Usina. Tað sást, at her var okkurt galið. Báturin rak síðani skjótt vestureftir, og tað var bara ein løta, so var hann rikin vestur um Nasatromina og gekk undir. Eg ringdi beinan vegin oman á Smoltstøðina til sonin hjá mær, Kristian Jákup, og segði hetta við hann - um Jógvan. Kristian Jákup ringdi so inn í Funningsfjørð fyri at fáa ein alibát at fara eftir honum, men teir kundu ikki koma so skjótt, so hann mátti bara seta eina leiting í gongd. Tyrlan kom so skjótt, sum hon kundi, og bjargaði Jógvani upp úr bátinum, men báturin kom ikki afturíaftur. Sum sagt visti eingin av, at Jógvan var farin við bátinum, og sá eg hann ikki í teirri løtuni, eg hugdi út á sjógv, so kom Jógvan ikki aftur, og eingin hevði vitað, hvat ið var blivið av honum. Jú, mangt kann vera løgið, og soleiðis var tað hendan dagin. Leggjast skal aftrat, at Jógvan ætlaði sær bara at fara inn í Funningsfjørð at leggja sær bátin.

Hetta skrivaðu miðlarnir um hendingina:

Tyrlan bjargaði gomlum manni

Týsdagur 8. mars 2011

Seinnapartin í dag bjargaði tyrlan hjá Atlantic Airways einum 80 ára gomlum manni, sum var komin illa fyri í einum fimmmannafari í Djúpunum.
 MRCC boðsendi bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways kl. 15.00 at koma einum fimmamnnafari til hjálpar, sum hevði fingið motorstopp og rak í Djúpunum út fyri Gjógv.

 Umborð á bátinum var ein 80 ára gamal maður. Fólk á landi hvødu varnast, at okkurt var áfatt, tá fimmmannafarið við gamla manninum kom rekandi fram við Gjógv.

 Tyrlan fór úr Vágum klokkan 15.19 og kom klokkan 15.38 til bátin, sum tá rak út fyri Riftanga. Maðurin umborð sat tá við árarnar. Tað var nógvur vindur - í hvirlunum upp í 35 metur sekundið - og sjey metur høg alda. Báturin lá soleiðis fyri, at nógvi vindurin elvdi til turbulens, og tí var torført hjá tyrluni at koma til hjálpar. Tað eydnaðist kortini at seta bjargingarmannin umborð á fimmannafarið. Meðan bjargingarmaðurin var umborð, fekk fimmannafarið ein sjógv, men báðir menninir vóru í øllum góðum lyftir umborð á tyrluna.

 Tyrlan setti síðani kós móti Klaksvík, har hon setti seg klokkan 15.53, og maðurin varð fluttur á sjúkrahús. Tyrlan fór síðani aftur á staðið at hjálpa bjargingarbátinum »Ziska« at finna fimmannafarið. Tyrlan kom fram á bátin, sum tá var rikin nakað vestur í hav.


Tað var hugnaligt at práta við Ebbu. Hon er spaklig og greidlig í framburði.  Hetta var eitt brot av upptøkuni. Takk fyri prátið, Ebba!




Kategori: Frásagnir