WEB1622 - Kopi

Kvøldseta í Tjørnuvík 20.04.16.

Nú ber til at síggja øll staðanøvnini í Sunda kommunu her á heimasíðu míni, og í tí sambandi fari eg at siga nøkur orð um hetta staðanavnaarbeiðið. Tað var í 2013, at Sunda kommuna tók ta avgerð at samla, skráseta og talgilda øll staðanøvn í kommununi. Í kommununi eru 11 bygdir, Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Saksun, Oyri, Oyrarbakki, Norðskála og Gjógv, so tað var ikki sum at siga tað at fáa hetta at hanga saman. Í summum bygdum var eitt ávíst skrásetingararbeiði gjørt, men í øðrum bygdum mátti byrjast frá grundini av. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, stevndi fólki til fundar á Oyrarbakka. Her hevði hann samlað teir, ið høvdu skrásett nøvn, og aðrar, ið skuldu byrja frá grundini av. Hann greiddi frá ætlanini og mannagongdini framyvir. Fyritøkan Munin í Havn skuldi standa fyri tí tøkniliga partinum, og Noomi Káradóttir Rasmussen, frá Sunda kommunu, skuldi samskipa tað heila. Hetta ljóðaði alt samalt sera spennandi, og menn vóru fúsir at fara til verka - menn - jú, har vóru bara menn. Bygdirnar og manningarnar vóru hesar: Hósvík (Hans Erland í Brekkunum), Hvalvík og Streymnes (Sjúrður Ferjá), Saksun (Jógvan Magnusson), Langasandur (Bjørgheðin Jacobsen), Haldórsvík (Atli Fossádal, Henry Andreasen og Mikkjal Samuelsen), Tjørnuvík (Hans Esbern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Tórhallur Magnussen), Oyri og Oyrarbakki (Torkil Dahl og Marius Debes), Norðskáli (Hanus Petersen og Haraldur Joensen) og Gjógv (Ásfinn Sigvardsen). Afturat hesi manningini vóru eisini nøkur hjálparfólk okkurt kvøldið.

IMG 1771 - KopiIMG 0744

Jógvan, Jóhan og Hanus                                                             Hanus, Kári, Ásfinn, Sjúrður, Hans Erland og Atli.


Avrátt var - sum sagt - at Noomi skuldi samskipa og vera "lærari" okkara. Nógv var at seta seg inní á tí tøkniliga partinum, tí vit skuldu - hvør í sínum lagi - læra at seta knattstøður til nøvnini, skriva frágreiðingar, bólka nøvnini og seta myndir inn. Tað var skipað soleiðis, at fyritøkan Munin lærdi Noomi, hvussu hesin parturin skuldi gerast, og so var tað hennara uppgáva at flyta lærdómin yvir á okkum - og tað gjørdi hon til fulnar. Vit komu saman á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka minst eina ferð um mánaðin. Sjálvt arbeiðið gjørdi hvør einstakur heima við hús, og so komu vit saman fyri at meta um støðuna og stinga út í kortið, hvat skuldi verða fingið frá hondini, til vit hittust aftur. Hetta vísti seg at vera ein skilagóður arbeiðsháttur, sum legði eitt ávíst trýst á hvønn einstakan um at gera sítt heimaarbeiði fyri ikki at vera í afturhond, tá ið vit samlaðust aftur. Jú, tað kendist sum at ganga í skúla - hava lektiur fyri - og Noomi var lærarin. Tað var læruríkt, gevandi og stuttligt at møta upp á Oyrarbakka um kvøldarnar. Kaffi og kaka á borðinum - saman við skilagóðum og fittum monnum, ið høvdu eitt felags áhugamál: staðanøvn. Mangir vóru spurningarnir, og mong vóru ivamálini, men tú hevði altíð kensluna av, at tað gekk móti málinum. Av og á møtti borgarstjórin upp fyri at fáa upplýst, hvussu tað gekst, og um onkur møguligur kinkur var á tráðnum. At hann fylgdi málinum upp og sýndi áhuga, hevði eisini sína góðu ávirkan. Prátið vat lívligt, og mangt forvitnisligt var havt á lofti: søgur vórðu sagdar um einstøk nøvn, tosað varð um upprunan til sjáldsom nøvn, tosað varð um gøtur bygdanna millum o.m.a. So við og við kendist hetta sum ein felagsskapur, og hesar kvøldarstundirnar vóru prís verdar, tí tú fórt aftur at húsum við nýggjum móti um at fara undir næstu lektiu. At tað skuldu ganga nærum 3 ár frá tí fyrsta fundinum á Oyrarbakka til tann seinasta fundin á vári 2016, hevði eg ikki droymt um. Jú, sanniliga var hetta ein tíðarkrevjandi uppgáva, og vit vóru allir líka spentir, tá ið Noomi boðaði frá, at kommunan bjóðaði okkum til at góðan bita í Áarstovu í Havn tann 19. apríl 2016, og at staðanøvnini fóru at verða løgd út til almenningin á eini kvøldsetu í Tjørnuvík 20. apríl. Havnartúrurin var fínur - bæði so og so - men ikki lá fyri hjá øllum at møta upp.

13016635 10208196448621565 1075809305 o

Á Áarstovuferð í Havn.

Kvøldsetan í Tjørnuvík var hátíðarlig, og altvar sligið stórt upp -  sum tey nú eru farin at málbera seg. Væl av fólki var komið á kvøldsetuna - og kaffi við lagkøku var eisini á skránni. Tórshavnar manskór - allir í føroyskum klæðum - setti ein serligan dám á kvøldið, og tað gjørdi løgmaður okkara, Aksel Johannesen, sum eisini hevði ómakað sær norð til Tjørnuvíkar, so sanniliga eisini.

WEB1621 - KopiWEB1627 - Kopi

Aksel Johannesen, løgmaður.                                                     Sjúrður Ferjá fær gávu.

Løgmaður og borgarstjórin, Heðin Zachariasen, søgdu nøkur skilagóð orð og fegnaðust um, at hetta klípið (staðanøvnini) var komið at sita fast í mentanarvarða føroyinga. Noomi legði staðanøvnini fram og vísti, hvussu heimasíðan skuldi brúkast. Kvøldsetan endaði við, at borgarstjórin handaði staðanavnamonnunum hvør sín varða - av glasi - og tað frøddust teir um.WEB1637 - Kopi

Noomi við tí fína varðanum, sum vit fingu.

Hetta var eitt sera hugnaligt kvøld, og tað kendist væl at koyra aftur at húsum vitandi um, at nú eru staðanøvnini almenn. At tey liggja á netinum - og ikki í bókum - hevur fyrimunir og vansar við sær. Fyrimunurin er, at tað ber framhaldandi til at arbeiða víðari við savninum - tað ber til at rætta feilir - tað ber til at fáa fleiri frásagnir - tað ber til at økja um myndasavnið - ja, tað nógva ber til. Vansar? Tey eldru fólkini eru ikki so von við telduna. Ein bók er ein bók - og hugnalig at sita við.

Stóra tøkk eigi Sunda kommuna, sum gjørdi tað møguligt at fáa staðanøvnini fram í ljósið.

es. Staðanøvnini síggjast eisini á sunda.kort.fo

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Kategori: Gjáartíðindi