Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News
News
Gjómaður endurreist Djónasa Gróthús.
grothusÍ seinastu viku skipaði felagið Gjómaður aftur fyri einum góðum tiltaki. Higartil hevði felagið endurreist tvær kráir og tvey gróthús. Leygarmorgunin  24.07.10 átti Djónasa Gróthús tørn, og so væl gekst í hond, at um 5-tíðina stóð verkið lokið. Tað var minni at gera við hetta gróthúsið enn við tey bæði fyrru, tí veggirnir stóðu bara væl  uppi, meðan yvirtromin mátti øll skiftast, og eisini  var neyðugt at grava oman av "gólvinum".  Við teirri dyggu undirtøkuni (30-40 fólk) - og alskyns drivnum handverkarum - var tað lagamanni at fáa arbeiðið frá hondini, og drekkamunnarnir - við kakum av ymsum sløgum - vóru bæði títtir og drúgvir.
Eitt sindur um Djónasa Gróthús: Tað var Djóni (Djone Debes, f. 1869), ið laðaði hetta gróthúsið. Djóni var lítil til manna, og vanliga var hann nevndur Lítli-Djóni. Grundin til hetta heitið kann sjálvsagt vera vøksturin, men navnin (Djóni á Jolluni)  var 2 ár eldri, og tí kunnu heitini Djóni og Lítli-Djóni nátúrliga eisini stava frá hesum. Djóni var bara 1 ára gamal, tá ið hann misti pápa sín (Petur Christian Sivertsen) við "Fríðriksbáti" (8-mannafar) Tann Stóra Skaðadagin 30.apríl 1870, tá ið 8-mannaførini "Fríðriksbátur" og "Rættarbáturin" gingu burtur á útróðri. - Sagt verður um Lítla-Djóna, at hann var fittur í hondunum og dugdi eisini sera væl at taka til. Eitt hugvekjandi dømi um orðafelli hansara taka vit her: "Um tú noktar 99 ferðir og játtar ta 100. ferðina, ert tú betur fyri enn hin, ið játtar 99 ferðir og noktar ta 100. ferðina".  Djónasa Gróthús hevur, eins og onnur, verið brúkt til torv, og eftir tað at Benadikt fekk 1½ tons lastbilin í 1950, kom torvið undan Sondunum higar við bili, til torvtíðin so líðandi gav upp andan . Men tó so - eftir at torvið fór í søguna, hevur gróthúsið stundum verið brúkt til hoyggj. Gróthúsið er mestsum granni við Funningsdjúpdina  - tann deiliga hylin, ið mangan varð svomið í, og tá varð gróthúsið eisini brúkt sum umklæðingarrúm, so gróthúsið hevur "upplivað" hvørt av sínum, nú tað hevði eina stíva øld á baki. Funningsdjúpdin - við sandstrond á norðara bakka og mold á syðra - eitt sjáldsamt navn, ið eingin higartil hevur verið førur fyri at greina, men hvør veit,  kanska onkur lesari situr við  loysnini. Skuldi so verið, so lat okkum hoyra!!
16072010368_copy-- Tað hevur verið nevnt fyrr, tá ið slík tiltøk hava verið, at tann sosiali paturin undir ongum umstøðum má undirmetast. Tað er av avgerandi týdningi, at teir træðrirnir, ið hava spjatt seg úr bygdini - í allar ættir - bæði innanlands og uttanlands - vera samansjóðaðir, tí ongatíð í søguni hevur fólkatalið verið so ræðandi lágt. -- Tøkk eigi Gjómaður fyri tað, ið higartil er avrikað, og henda "gróthúsdagin" vóru tungur frammi, ið spældu sær við tankanum um, at Gjómaður kanska kundi skipa fyri onkrum mentanarligum/søguligum tiltaki í vetrarmyrkrinum.  -- Hervið er tankin farin víðari!!!  ---- Annars eru myndir frá degnum at síggja í Myndasavninum - Gjómaður endurreisir Djónasa Gróthús.
 
Ættarstevna
 Fríggjadagin 16.07.10 høvdu eftirkomararnir hjá Dalberg (f. 1898 - Sumba) og Kristian Jóhannes Jacobsen (f. 1894) familjudag við Gjógv. Dalberg og Kristian Jóhannes áttu 10 børn, og 5 av teimum 6, ið eftir eru á lívi, vóru á familjudegnum. Barnaheimið hjá teimum, ið nú eru farið í søguna, var samanbygt við húsini hjá Pæturi á Bø og er óivað bygt í seinnu helvt av 1880unum. Forsøgan til hesi samanbygdu húsini er á leið henda: Pápi Kristian Jóhannes, Jóan Jacob Jacobsen (f. 1865 - úr Funningi) giftist við Elisabeth Johannesen (vanliga nevnd Stov-Elspa), (f. 1860 - Innan úr Stovu). Beiggi Stov-Elspu (Óla Jacob Johannesen, f. 1863 - Innan úr Stovu) giftist við Elin Dortheu Debes (f. 1862 - Yviri í Stovuni). Hesi bæði pørini eru so komin á samt um at byggja sær tvey samanbygd hús. Húsini hjá Stov-Elspu vóru eitt sindur minni enn húsini hjá Óla Jacobi. Óla Jacob doyði stutt eftir, at hann giftist, og Elin giftist seinni uppaftur við Pæturi á Bø (f. 1874), og síðani hevur hesin parturin av samanbygdu lonini verið nevndur "hjá Pæturi á Bø". Jens hjá Dalberg, ið nú er 89 ára gamal, sigur soleiðis frá um húsini hjá teimum: "Í neðra var køkur og stova, og á loftinum var eitt kamar. Tað vóru 2 sengur á loftinum, og 2 sengur í stovuni - men onnur songin í stovuni var í tvíningum, soleiðis at hon kundi dragast út og gerast dupult so breið. Tað svóvu fleiri í hvørjari í song, og ból vóru eisini á gólvinum, men tað vóru 19 ár í millum meg og tað yngsta barnið, so tað vóru ikki altíð øll heima í senn. Eg fór til skips í 1936, og ikki fyrr enn í 1947 setti eg mítt fyrsta oyrað í bankan. Alt hitt fór til at halda hús fyri. Pápi gjørdist sjúkur og kundi ógvuliga lítið gera, hann royndi at arbeiða, men hann var ikki arbeiðsførur.  Pápabeiggi mín, Jákup Sofus, ið hevði keypt húsini hjá Jóan Jacob Olsen - vanliga nevndur Olsen - flutti til Elduvíkar umleið 1950, og tá fluttu vit har oman at búgva, men eg búði ongatíð har".   -- Hóast henda familjan vaks upp í smáum korum og trongum umstøðum, komu øll børnini væl undan og settu føtur undir egið borð kring oyggjarnar. Her hava vit eitt skúladømi av mongum um truplu kor forfedra okkara, og vit høvdu øll notið gott av tí at vent tankum okkara bara eitt ættarlið aftur í tíðina, tá ið vit grenja upp á tað versta, hóast vit ikki hava merkt ein farra til hesi viðurskiftini. -- Her eru 2 myndir, ið vísa støddina á barnaheiminum. Ættardagin vóru 5 av børnunum við Gjógv, og frá høgru eru tey: Jens (Havn), Meinhard (Havn), Hákun (Miðvági), Lisabeth (Tvøroyri) og Leivur (Klaksvík). Á hinari myndini er so ein stórur partur av eftirkomarunum - men so trongligt hevur ongatíð verið hjá Dalberg og Kristian Jóhannesi á Bø. ---- Fleiri myndir eru í myndasavninum - juli 2010.
 
Laða Djónasagróthús ---- TÍÐARBROYTING
Leygardagin 24.07.10 fer Gjómaður at laða Djónasagróthús uppaftur. Djónasagróthús - ella Gróthúsið Uppi í Stovuni - er niðan fyri vegin Heimi undir Leiti. Ein og hvør er vælkomin at vera við, sjálvt um mann ikki er limur í Gjómanni ella ikki hevur nakað tilknýti til Gjáar bygd annars.
 
Týskarin hjá Knúti
týskarinTey fæstu kenna navnið Johannes Rohra, men sigur tú "Týskarin hjá Knúti" , so er fleirtalið av norðureysturoyingum við. Hesin fryntligi, síðskeggjuti týskarin kom fyrst í 1970unum á fyrsta sinni til Føroya saman við konu síni Margret Tietz og dóttrini Aune Tietz. Mestsum av tilvild komu tey í samband við hjúnini Svanhild og Knút Vesturdal, á Eiði, og frá fyrsta degi knýttu familjurnar sonn vinabond, og er tað haðani, heitið "Týskarin hjá Knúti"  stavar. Henda týska familjan hevur nú trúliga - uttan slit -  vitjað her út ímóti 40 árum, og tað sigur alt um, hvønn alsk og tokka tey hava til oyggjar okkara. Tey hava støð við Ljósá, og haðani ferðast tey runt landið at síggja nátúruna, ið tey ikki mettast av at skoða - um tað so er á hásumri ella hávetri. Í sjúti- og áttatiárunum gingu tey dúgliga á fjall, og mangar ferðir vóru tey eisini við Gjógv á fjalli, og altíð hevði Týskarin myndatólið við sær. Í vetur skrivaði eg Týskaranum nakrar reglur og spurdi, um eg kundi sleppa at skanna "gjáarmyndirnar", sum hann hevði tikið ta tíðina. Tað var "ja" við brestin, og nú tey komu higar í mai mánað í ár (2010), hevði hann diasmyndirnar við, og sigast má, at hetta eru góðar og hugnaligar myndir, ið eru sannur fongur at hava við ríkum minnum frá farnum døgum. Skilligt er, at myndirnar hava eina mansliga slagsíðu, tí vit, ið vuksu til mans í sekstiárunum, minnast bert Súsonnu í Jógvansstovu sum kvinnuligan slóðara ta tíðina, tá tað um fjallgongu ráddi - men nú er tíbetur bót á borði.  Men tó so - Týskarin eigur ikki bara fjallmyndir - m.a. var hann við Áir, tá ið tann seinasti stórhvalurin var tikin upp har, og so var hann eisini í grind við Norðskála (sera áhugaverdar og søguliga virðismiklar myndir)!!
---- Hiðani verður ein hjartans tøkk borin Týskaranum og Margret fyri hesar fínu myndirnar - og fyri at sleppa at brúka tær.
--- Myndirnar eru at síggja í myndasavninum her á heimasíðu mínari - Týskarin hjá Knúti.
 
Omanlopið á Búgvabarmi, Lúsurðin, Látrið, Kirkjan og Flesjarnar
 Leygardagurin 22.05.10 var í allar mátar ein hendingarríkar dagur við Gjógv. Bygdin hevði ein væl eydnaðan ruddingardag, og um kvøldið komu Øssur (á Bø) og Heri Andreasen (sonur Torbjørn í Geil) til bygdar við bátinum, ið ber heitið "Fliðan". Heri, ið er kendur kavari, brúkar bátin m.a. til tað endamálið. Heri er sum fliða, hann trívist líka væl undir vatnskorpuni sum omaná. Hetta kvøldið skuldi "Fliðan" vestur um Riv at kanna tað stóra omanlopið, ið var har um mánaðarskiftið nov/des í 2009. Vit báðir Hans á Skipinum vóru so sera hepnir at sleppa við, tí hetta gjørdist ein ógloymandi túrur. Tað var deyðakyrt - men myrkt í veðrinum, tí hann stóð frá havinum, og mjørkin hekk niður í hálvt bergið. Satt at siga kendist tað eitt sindur skuffandi at síggja urðina frá Heimara Búgvabarmi, tí hon var nógv minni enn tann hugmynd, ið mann hevði gjørt sær eftir at hava sæð omanlopið av Ambadali. Men tá ið "Fliðan" stevndi inn eftir Vestara Búgvabarmi, var støðan ein heilt onnur. Tú stóðst sum býttur, og veruleikin sampakkaði væl við sjónina av Ambadali. Hetta er ein ógvuliga stór urð eftir eitt ógvuliga stórt omanlop. Her kemur einki boð upp á longd, breidd ella hædd, men verður heilsan í summar, so finst onkur møguleiki at koma við veruligum tølum. Vit báðir Hans á Skipinum vórðu settir upp í urðina at taka myndir, og sláast skal fast, at tað er langt at ganga úr øðrum endanum og í hin. Tað var sera hált at koma upp, og merkiligt nokk hevur náttúran eftir bara einum vetri klárað at evna sjóvarmálan til malagrót (ótrúligar kreftir). Við tann vestara endan á urðini er ein fittur hylur innanfyri, og mitt í urðini liggur vøllurin - sjálv upsin - so hvør veit, um hetta við tíðini ikki gerst eitt fitilendi, um høgættarbrimið ikki fær bilbugt við urðini. Inni á Hálsi er urðin høg upp ímóti Búgvanum, og er tað undarligt at síggja, at Hylur (Inni við Hyl) á vestursíðuni á Búgvanum er fullur av stórum klettum. Búgvin hevur fingið ein ordans lúsing, tí tað sæst so týðuliga, hvussu klettarnir hava skúrað fram við Búgvanum, áðrenn teir eru endaðir í havsins dýpi (undantiknir teir, ið liggja í Hyli).
 Sum áður nevnt, vóru ikki góðar umstøður til myndatøku, men úrslitið við frágreiðingum sæst her á heimasíðuni -- Manningin á "Fliðuni" - Heri og Øssur - var eisini so beinasom at lova okkum báðum Hans upp á Lúsurðina og inn í Látrið vesturi í krókinum. Har var sanniliga eisini áhugavert: tað bølmyrka látrið gongur nógvar metrar inn í bergið, og fínur sandur er á botninum. Nógvur skarvur eigur í Látrinum, og har vóru bæði egg og ungar. Afturkomin fortaldi eg Gubba, ið er 80 ára gamal, at vit høvdu verið inni á botni í Látrinum. Hann gjørdist bilsin og spurdi, hvussu tað bar til, tí tá ið hann - saman við Klæmint Juul, Jógvani á Rætt og Sigurdi í Bíggjarlagnum -  var har eftir lunda fyri einum hálvt hundrað árum síðani, var Látrið ein stórur hylur við sandbotni. "Soleiðis broytist alt við tíðini", læt í Gubba, og rætt hevur hann.  --- Á veg aftur at húsum vóru vit inni í Kirkjuni á Heimara Barmi og uppi á flesjunum  - Innaru Fles og Ytru Fles . Fyrr um dagin høvdu Hanni í Gortru og Sjúrður hjá Dinnufíu við fylgi verið har, og vit hildu, at vit skuldu gera teimum "bragdið" eftir. -- Ein frálíkur túr, og tøkk fái Heri og Øssur fyri henda møguleikan!!

Í myndasavninum - Omanlopið á Búgvabarmi, Lúsurðin, Látrið, Kirkjan og Flesjarnar - her á heimasíðuni verða so við og við myndir at síggja.


 
<< Start < Prev 1 2 3 4 5 Next > End >>

Results 1 - 9 of 42
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla