 Síðani teir báðir veðrarnir (bukkarnir) hjá Petur Skeel vórðu sleptir niður í Fløttir í juni mánað í ár, hevur fitt av umrøðu verið um veðrarnar og Fløttir. -- "Eg var á Ambali í dag - og eg sá báðar!" -- "Eg var vestan fyri Riv í dag - og eg sá báðar niðarlaga". Hvussu munu teir trívast? Munu teir koma aftur? Nær fara tit eftir veðrunum? Hesin seinasti spurningurin gjørdist so við og við eitt sindur meinur, tí satt at siga, áttu veðrarnir at verið tiknir um miðjan septembur, men ymisk samanfallandi viðurskiftir gjørdu, at veðradagurin ikki upprann fyrr enn leygardagin 17.oktobur. Tey seinastu tíðindini um veðrarnar komu mánadagin 12.oktobur: "Eg var norðuri í Eggini í dag, og eg sá báðar veðrarnar. Í dag vór teir ikki so niðarlaga!" --- Góð tíðindi at hava í viðførinum leygarmorgunin. Vit fýra, Petur Skeel, feðgarnir Herman og Absalon, og Ásfinn, fóru av Omansrætt um nýggjutíðina og vóru ikki aftur fyrr enn um áttatíðina á kvøldi. Ikki tí, tað gekst alt væl í hond, men tað vísir seg, at man hevur lyndi til at undirmeta, hvussu tíðarkrevjandi ein slík ferð er. Langt at ganga og nógv at bera: línur, borimaskinu, hegn, trol, pelar, veir o.m.a. Sigast kann um feðgarnar báðar - Herman og Absalon - at teir eru sera væl útgjørdir og ganga høgt upp í trygdina. Klokkan mundi vera farin um middag, tá ið alt var komið oman á Bergstokkin og fyrireikað, so klárt var at síga niður í Fløttir. Petur Skeel var fyrstur niður, og honum á baki komu so vit tríggir so pø á pø. Beinanvegin sást, at har var bara annar veðrurin, og at hin sostatt var omandottin í somu viku - eitt sindur hugstoytt. Væl gekst at fáa veðrin í ta nýggju hegnrættina, hann var sera spakur og ikki sørt fólkatekkin. Men alt tekur tíð. Herman og Absalon spentu ein rennistrong (úr veiri) av Bergstokkinum og í ein klett í Fløttum, og eftir hesum stronginum varð veðrurin so drigin upp - men tað  var av sonnum eitt tungt tak. Vit báðir Petur vórðu drignir upp við hjálp av kontravekt, og gekk tað soleiðis fyri seg: Línan lá um ein blokk í erva - Herman klintraði seg upp (tað gjørdi hann eini 3-4 ferðir), og vektin av honum (meðan Absalon samstundis dró) fekk okkum báðar upp. Tað var ein góð kensla at verða drigin upp og møta Herman á hálvari leið ( "Góðan dag, Herman! Hvat gert tú her í dag?"!!). Tá ið veðrurin og alt dragslið var komið niðan undir hegnið á Sig, var meir enn hálvaskýmt, so tað gjørdist ein myrkur men góður túrur heim av Dalinum. Afturkomnir fingu vit ein deiligan drekkamunn við pannukøkum frá Marnu hjá Oliveri (mamma og omma Herman og Absalon). Mánakvøldið 19. okt. varð veðrurin so flettur hjá Petur Skeel í Funningi. Fleiri heilir og hálvir funningsmenn komu á gátt og royndu at meta um vektina, og úrslitið var 61 pund. Hetta man vera heilt í lagi, tí í fjør heyst vigaði bukkurin ikki meir enn eini 25 pund. Tá ið krovið var komið á ásin í hjallinum, bjóðaði Petur øllum inn til ein góðan drekkamunn, ið Hansy (konan) hevði sett á borðið. --- Hugnaligt prát og eitt sindur av reypi!! So kemur tann afturvendandi spurningurin: Var hetta nú ómakin vert? Óivað eru ymiskar meiningar um tað, men fyri meg hevur tað verið ein ógloymandi uppliving úr odd í egg og tøkk eigi tit (Herman, Absalon, Kathrina og Petur), ið tímdu at hava meg við. ------- Fakta: Í 1930 var Pól Jóhnnes í Lon, í Funningi, saman við øðrum funningsmonnum í Fløttum við tveimum veðrum, og tað er ikki roynt aftur fyrr enn nú. Annar kom aftur og var sum ein miðal veðrur. Nú vóru aftur tveir veðrar, annar kom aftur og vigaði 61 pund. (mest sum endurtøka av søguni). --- Hesa ferð varð mált upp, hvussu langt tað er av Bergstokkinum og niður í Fløttir. Rætta svarið er 35 metrar. ps. Eitt stórt omanlop fargaði Heimara Búgvabarm brúnan henda dagin - tað sæst á einari mynd. Myndir frá túrinum eru í myndasavninum: Eftir veðrum í Fløttum 17.10.09. |
|
 Vit hava havt eitt frálíkt summar við nógvum hita og nógvari sól. Sjógvurin hevur ligið sum ein sveiti, og urðarkyrra hevur mestsum verið dagliga. Eitt tilvildarligt prát við Hans á Skipinum førdi til ein lítlan túr vestur á Vestara Búgvabarm við skjóttgangandi báti hansara, ið nevnist "Sanna". Sum ikki einaferð fall prátið á Búgvan, bjørgini, røkur, urðar, flesjar - ja, alt, ið forfedrar okkara høvdu roynt fyri at lívbjarga sær og sínum. Allar ferðir teirra gomlu vóru veiðiferðir, og teir vitjaðu ikki hesi ymisku plássini uttan úrtøka var í væntu. Hans á Skipinum er framfúsin persónur, og tað tykist at vera stutt millum hug og verk. "Skulu vit ikki fara upp á land har og har? Báturin stingur bara einar 20-25 cm og er lættur at koma úr og í"! Satt at siga gjørdist eg sera spentur - sá fyri mær hesar frálíku nærmyndirnar til staðanavnasavn mítt. Eg var tískil lættur at yvirtala, og so sótu vit (illa skøddir) uppi á Flesini á Vestara Búgvabarmi. Hetta var ein so góð kensla og ein so vøkur sjón, at vit avgjørdu at fara til lands at fáa okkum eta, skøða okkum betur og so royna onnur pláss. Eftir døgverða legði "Sanna" aftur frá landi, og nú vóru smádreingirnir Jónas og Jónfinnur við - og Jógvan Sørin, ið kom at gerast eitt slags undirløgumaður. Uttan hansara hjálp og tol hevði ikki alt gingist so væl í hond. Allan fríggjadagin 07.08.09 vóru vit mest rundan um Búgvabarmarnar. Leygardagin 08.08.09 var Øssur við báti sínum "Fliðuni" saman við okkum, og tá tóku vit mestsum alt heiman fyri Rivtangan og heim á Funningsfjørð. "Fliðan" er heilt framúr væl egnað til slíkt "spæl". - Lat okkum so taka raðfylgjuna vestanífrá: vóru uppi á Vambarkletti, Hvalsryggi, Horninum á Hvalsryggi, Flesini á Vestara Búgvabarmi, Vestaru Búgvaurð, Ryggi, sigldu millum Búgvan og fastlandið Inni á Hálsi, vóru uppiá Inni við Hyl á Búgvanum, gingu gjøgnum Holið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, vóru uppi á Rivtanganum, á Nevinum, á Klettum, á Sátuni, á Steininum á Sátuni, á Stovuni - á Revatanga, sigldu í gjøgnum Holið á Revatanga, uppi á Kropna, inni á Botni í Múlagjógv og endaðu uppi á Føroyaklettinum. Hetta var ein sera minnisrík og gevandi ferð.  Tað kundi verið mangt og hvat at trivið í, men eitt er felags fyri øll hesi plássini: tey eru so nógvar ferðir størri og øðrvísi, enn tey síggja út frá sjónum. Økið uppi á Revatanga má fáa eina serstaka viðmerking, tí tað ber av øllum. Har eru nógvir sera vakrir hyljar - sum lagunur - í sera vøkrum umhvørvi, og tann størsti hylurin (4-5m í tvørmát og 6-7m djúpur) er ein sonn fragd fyri eygað. Løgið, at einki hevur verið at hoyrt um henda sermerkta hylin. - Samanumtikið vóru túrarnir sannur fongur fyri staðanavnasavn mítt. Nú verða hesar frálíku myndirnar (við frágreiðingum) lagdar út sum nærmyndir til yvirlitsmyndirnar, og tað er hugaligt arbeiði. Takk fái Hans, Jógvan Sørin og Øssur fyri hesa einastandandi upplivingina. Nakrar myndir frá túrunum eru í myndasavninum august 2009. |
|
Mikudagurin 05.08.09 háttaði sær sum ein vakur summardagur - og teir hava ikki trotið í summar - við nógvum fólki á Lítlafløtti og í Ánni annars - ella sólandi sær undir teimum ymsu húsaveggjunum í bygdini. Um nátturðatíð - og uttan at nakar óraði tað - stóð sjálvur danski forsætisráðharrin undir skjøldrinum á Hoygarðshúsunum sum ein annar bygdarmaður í (posa)troyggju og kovboybuksum. Hann var m.a.komin til Føroya í sambandi við tað, at flokkur hansara Vinstri hesaferð helt landsfund sín í Havn. Saman við konu síni Sólrun og børnunum Lisu og Símuni gjørdi hann sjálvsagt ein avstingara til Gjáar og í Hoygarðin (summarhúsið), sum familjan hjá Sólrun eigur. Lars Løkke er lættur at koma á tal við og hevur einki pátikið yvir sær, og so skilir hann eisini føroyskt og smæðist heldur ikki fyri at samskifta á føroyskari tungu. Hann prátaði um leyst og fast við Hoygarðsgrannarnar og spurdi m.a., hvat ið vorðið var av teimum gomlu spísku træbátunum á Lítlafløtti. Tað skiltist á lagnum, at honum dámdi betur træbátarnar enn hesar modernaðu avkubbaðu plasttunnurnar. Steðgurin í bygdini var ikki langur, men saman við familjuni - og trimum PETmonnum - fór hann ein túr í Gjónna, prátaði og heilsaði upp á fólk á Gjónni, fór út á Nasa, oman á Gulaklett og so aftur í Hoygarðin til ein góðan drekkamunn, og eftir tað helt forsætisráðharrafamiljan leiðina aftur til Havnar. Bygdarfólkið var, sum vera man, fegið um hesa serstøku vitjanina og plagar eisini at reypa sær av, at forsætisráðharrin eigur hús við Gjógv og jørð í Sáttarenni, har hann eisini plagar at vera á fjalli, men við fjallinum man tað fara at vera so sum so, nú hann skal velja í millum blóðpylsu og fyrireikingar til veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember. Men - livst so spyrst! Nakrar myndir eru annars at síggja í myndasavinum - august 2009. |
|
 Í einum av dagbløðunum stóð henda greinin nakað herfyri: Nýggj brúgv um Dalá. Henda yvirskriftin reisir enn einaferð spurningin: Hvussu eitur áin, ið rennur í gjøgnum bygdina? Hetta skuldi ikki verið nakar spurningur í sjálvum sær, men heilt so einfalt er tað nú ikki. Spyrt tú bygdarfólkið, kanst tú vænta tær 3 ymisk svar: Stórá, Stóra Á ella Dalá. Um Stórá ella Stóru Á skulu vit koma aftur til, men lat okkum fyrst taka Dalá. Navnið Dalá er eisini komið á prent á ymsum kortum fyri nógvum árum síðani, og felags fyri tey bygdarfólk, ið siga (halda) ánna eita Dalá, er tað, at tey vísa á, at navnið er at síggja á ymsum kortum - og so má tað vera tað rætta navnið. Sovorðin tyngd er í tí skrivaða orðinum. - Veruleikin er harafturímóti tann, at navnið Dalá - tað nakar veit - ongatíð hevur verið brúkt millum manna, og sostatt ikki skuldi verið fest á blað sum heitið á ánni. Men skrivað er skrivað, og ringt er at rætta. -- Hatta var Dalá, og so er tað Stórá ella Stóra Á. Í dagligari talu siga vit bara - tí tað er so stutt, sjálvsagt og nóg greitt - at vit fara í Ánna ella eru í Ánni. Á sama hátt siga vit, at vit fara norð á Dal (Ambadal), eystur á Dal (Skúvadal) ella heim á Skarð (Gjáarskarð). Síladreingirnir "búðu" í Ánni, og teir veiddu eisini í teimum smáu áunum, har tær mest kendu vóru Garðará, Rættáin, Fríðagilsáin og Antaráin, og onkur avstingari varð gjørdur í Lítlu Garðará, Sornhúsánna, Lítlu Rættánna, Ánna á Stórheyggi, Støðuánna ella Seyðabólsánna. Lat okkum nú siga, at síladreingirnir t.d. fóru í Garðará, og lítið var at fáa. Tá kundi onkur taka til: "Skulu vit ikki heldur fara í Stóru Á"! Soleiðis málbóru teir seg í 1950unum, hvørja ferð teir fóru úr teimum smáu áunum og í Stóru Á - ikki í Stórá ella í Ánna.  - Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at onkur væntar nakra niðurstøðu hiðani, hvussu Áin eitur. Í slíkum førum finst eingin niðurstøða. Her verður spurningurin bara lýstur og víst verður á, at tað skrivaða orðið - við allari sínari makt - ikki altíð samsvarar við tann dagliga veruleikan. Øll gleðast vit um Ánna og til tann dagin, ið Lítlifløttur verður byrgdur, tí tað er besta tekin um, at nú kemur lív aftur í bygdina eftir ein langan og myrkan vetur. |
|
Í mong ár - líka síðani Gjáargarður kom - hevur verið tosað um at fingið eina nýggja brúgv um Stóruá onkustaðni um Huldheyggjarleiðina. Nú er spónurin settur í, og seinni í hesum árinum man hon fara at vera liðug. Brúgvin fer um ánna beint uttan fyri Ryssufossin, so nú verður ómakaleysari hjá teimum stóru ( og mongu) ferðafólkabussunum at koma í túnið á Gjáargarði. Tað er hopleyst at koyra í gjøgnum bygdina við stórum bussum og lastbilum, og tað hevur eisini staðist ein ávísur ampi av hesi nógvu ferðsluni um summarið, tá ið Lítlifløttu er fullur av spælandi børnum, so hetta fer at vera ein lætti hjá bygdarfólkinum og bilførarunum. Hetta verður so tann fjórða brúgvin, ið gjørd er um Stóruá. Tann núverandi Niðara (Ytra) brúgv er gjørd í 1939, men fyri tað var ein træbrúgv - átøk Heimaru brúgv, men heldur breiðari. Ein stórur steinur lá mitt í ánni, so træbrúgvin gekk eftir tí steininum. Hesin steinurin varð sprongdur burtur, tá ið tann nýggja brúgvin kom í 1939. Sunnan fyri tann stóra steinin var ein djúpur hylur, ið nevndist Kíkhylur. Navnið kom av tí, at her plagdu teir at bloyta kíkar.
Eingin veit at siga, nær henda fyrsta træbrúgvin (sí mynd) kom, men at eingin brúgv var í 1870 - bert løgasteinar - vita vit av hesi hendingini: Tann nógv umrødda skaðadagin, 30. apríl 1870, tá ið bygdin misti tvey fullmannað áttamannafør, var Elspa í Horni ( ættað úr Nýggjustovu - f. 1853) við mammu síni eftir garðatorvi Eysturi við Gjógv. Elspa segði tað, at so knappliga brast ódnarveðrið á, og so skjótt vaks áin, at høvdu tær roynt at farið um ánna niðan í Horn, komu tær ikki vegin fram. Sostatt svav Elspa hjá mammu síni í Nýggjustovu ta náttina. - So er tað Heimara Brúgv. Ikki hevur tað eydnast at tíðarfesta hana, men Kristian á Rætt bygdi umleið 1910, so fleiri meiningar benda á, at brúgvin kann vera komin eftir tað. Óli Berg bygdi eisini um ta tíðina. (Sambært fólkateljingini eigur hann 3 børn í 1916). Hann bygdi Heimi í Forna og tók seinni húsini niður og flutti tey suður til Hovs, og har standa tey enn. Jógvan Sofus bygdi á grundina hjá Óla Berg í 1937. -- Kanska onkur kann seta aldur á Heimaru Brúgv? Og verður tað nú Ytra (Niðara) Brúgv - Heimara Brúgv - og Heimasta Brúgv - ella? |
|
|