|
Leygardagin 11.08.07 var tað seinna útitiltakið hjá Gjómanni í ár. Hesaferð átti Olsensa gróhús á áarbakkanum í Fússagerðinum tørn. Tað var fínasta veður, og eini 30 fólk í øllum aldri fóru til verka um 10 tíðina. At reinsa innan úr húsinum og at samla grót var tað drúgførasta arbeiðið. |
|
Read more...
|
|
|
Búgvin er tikin. Síðani 1913 ella 1914 hevur mannafótur ikki verið á toppinum, men 20.07.07 broyttist søgan. Kl. 17.47 hetta vakra fríggjakvøldið sást maður á Skortinum út ímóti Havinum - hálvt gangandi - hálvt grulvandi - tað síðsta pettið móti toppinum. Knappliga stóð maðurin - Absalon Eysturoy - á sjálvum toppinum veipandi og skríggjandi til teir trúføstu áskoðararnar á Ambadali. |
|
Read more...
|
|
|
Leygardagurin 30.06.07 gjørdist fyrsti aktivi dagurin hjá tí endurstovnaða felagnum Gjómanni. Rættuliga fitt av fólki - yngri sum eldri - samlaðist á Skarðinum kl. 10.00 henda morgunin til at laða kráir. Hann stóð frá havinum, og sjálvt um veðrið var gott, so kendist landnyrðingsondin kølin á Skarðinum - soleiðis er landnyrðingurin bara. |
|
Read more...
|
|
|
Eins og brimgangurin hevur stórkavin herjað við jøvnum millumbilum upp gjøgnum tíðirnar, men óivað eru tey flestu samd í tí, at veðurlagsbroytingarnar eru atvoldin til, at stórkavin er nógv rárari gestur nú enn fyrr. |
|
Read more...
|
|
|
27. februar fylti Karl Jacob 102 ár. Hann er á Ellisheiminum í Runavík, og heimið skipaði - soleiðis sum tað altíð ger føðingardagar - fyri føðingardagshaldi fyri búfólkunum. Hæddarpunktið á hesum haldinum var uttan iva tað, at tveir 100 ára gamlir menn komu í føðingardag hjá tí 102 ára gamla. 100 ára gamli Jacob Heimi í Stovu, á Glyvrum, og 100 ára gamli Andreas í Tarti, úr Oyndarfirði, ið báðir eru á sama heimi, settu soleiðis ein serligan dám á 102 ára dagin. Felags ( og sjáldsamt) fyri hesar tríggjar oldingar er m.a. tað: teir búgva allir undir sama taki - teir hava sítt fulla skil - teir hava allir verið sjómenn - teir eru 302 ár tilsamans - teir verða 101 ár í miðal, liva teir nakrar dagar aftrat - teir !!! --
|
|
|
|
<< Start < Prev 1 2 3 4 5 Next > End >>
|
| Results 28 - 36 of 42 |