Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Prestar og Kingo
Prestar og Kingo PDF Print E-mail
 Dagarnar 22. og 23. 04.09. var prestakonvent í bygdini, so tað munu neyvan nakrantíð hava verið sæddar so stórar "torvur" av prestum  her áður. Konventið var hildið á Gjáargarði, og mikukvøldið var skipað fyri sangløtu í kirkjuni, har Kingobólkurin í Tjørnuvík í allar fínasta stási spenti seg út. Tey sungu av hjartans lyst, og í millum sálmarnar greiddi Jens Jensen eitt sindur frá sálmunum.  Emil, prestur, stóð fyri tí kirkjuliga partinum og bar nøkur góð orð fram. "Prestatorvan", ið sat konufólkamegin, og bygdarfólkið fingu eina góða og gevandi løtu í kirkjuni. Tjørnuvíkingar eru  so óførir at hava varðveitt Kingo, at vit kunnu siga: uttan tjørnuvíkingar - eingin Kingo.
Aftan á sangin vórðu øll boðin á Gjáargarð til ein drekkamunn og eina hugnaløtu. Góður drekkamuður og góður hugni. Bispur skipaði fyri várligum sangum, hóast regnið oysti niður av útsynningi. Asbjørn Djurhuus, úr Tjørnuvík, greiddi frá eini Danmarkarferð hjá Kingobólkinum. Hann var fínur røðari og dugdi so sera væl at krydda gaman og álvara saman, at áhoyrarin mestsum kendi á sær , nær hesi ymisku skiftini - millum gaman og álvara - komu. Eitthvørt prikið til teir mongu prestarnar, ið har vóru, kundi sjálvsagt ikki umgangast. Eirikur Súni - í sínum lagi - gekk so smílandi borðanna millum, blíður og týður og fekk øll at kenna seg so væl. Samanumtikið eitt hugnakvøld hjá bygdarfólkinum og øðrum vitjandi. -- Fleiri myndir eru í myndasavninum!!
 
< Prev   Next >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla