Forsíđa Tíđindi Síđubygnađur Samskifti
Um bygdin.fo
Fyrst og fremst er heimasíðan - bygdin.fo - ein skráseting við myndum og frágreiðingum av øllum staðanøvnunum  við Gjógv, men tó er innmarkin ikki teldutøk enn.  Myndasavnið,  ið kann takast sum eitt klípi í varðveitsluni av virksemi og persónum, verður dúgliga vitjað. Tað er stuttligt at merkja. Heilsanir í gestabókini og viðmerkingar til myndirnar fløva.
 
Hovudsbannari
Forsíđa arrow Tíđindi arrow Brimgangur 1992
Brimgangur 1992 PDF Prenta E-post

Havi fingið fatur á nøkrum myndum av brimi og havi í tí sambandi lagt ein nýggjan bólk í myndasavnið og kalli hann Brim.

Her leinkja til nýggja bólkin í myndasavninum.

Her niðanfyri fáa vit samstundis at síggja, hvat tveir heimildarmenn mínir m.a.siga um brim.

Pætur i Nýggjustovu (Pætur Joensen, f. 1920):
Gjógv er brimpláss, tó at ár kunnu ganga í millum teir heilt stóru uppgangirnar. Høgættin er ring hjá okkum, tí bygdin liggur so opin út ímóti Norðhavinum.

 

Er hann landnyrðingur ella norðan á vetri - og stendur inn á landið - og brimið kemur niðan undir bakkan ella niðan á bakkan her heimi (á Sandinum). Tá er so bítandi kalt. Teir gomlu søgdu, at tað var eitt klædnaplagg á muni millum Funning og Gjógv á vetri - so køld er høgættin her. Tá er Fjøran ikki vøkur.

Tá ið tað fjarar niður í sovorðnum brimi - ella um tað ikki er so nógv brim - kundi nógv skúm leggjast í Fjøruna.

Skúmið legst serliga tjúkt í ávísum plássum. Niðan av Íslandi og heimast í Taravíkini kundi tað vera eina manshædd tjúkt, og tá ið so tær snurlandi hvirlurnar komu, bóru tær skúmið heim yvir bygdina. Tá ið tað lagið var, var frægast at halda seg innanveggja.

Teir gomlu plagdu eisini ofta at taka til, at brim er so vitugt. Teir høvdu lagt til merkis, at dunaði brimið á høgætt, so fór hann at koma lágt.

Brimið í Høvdafossinum:

Tá ið uppgangurin er av tí ringa, koma óløgini líka niðan í Høvdafossin. Men tað kann vera av mesta brimi, um tað ikki kemur so langt niðan í Ánna. Skulu óløgini sleppa niðan gjøgnum Ánna, skulu serlig viðurskiftir passa saman. Streymurin og ættin skulu passa soleiðis saman, at óløgið, ið kemur um Usina, brestur saman við óløginum, ið kemur inn eftir Buginum, soleiðis at bæði broyta kós og fara sum ein kíli – við nýggjari megi - niðan í gjøgnum Ánna.

Klæmint Niðri í Geil (Clement Joensen, f. 1908), ið búði niðri við Høvdafossin:
Tað er so mangan, at brimið kemur niðan í Høvdafossin. Men tað longsta, ið eg havi sæð tað komið, var einaferð, tað legði upp á sjálvan fossin. Óløgini komu niðan við Hólmanum báðumegin og komu so saman oman fyri Hólman og fóru so við ferð niðan í Høvdafossin og løgdu upp á hann.

 

 
< Fyrra   Nćsta >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net 2005 | loysn frá 7bit.fo |