Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Búgvin landfastur
Búgvin landfastur PDF Print E-mail
Búgvin desember 2009 Tvey stór omanlop hava verið í berginum Norðuri við Gjógv á Ambadali. Tað fyrra lopið, ið er niðan fyri Gjógv, er komið um hálvan novembur (2009), meðan tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er komið nú um mánaðarskiftið novembur/desembur. Tað niðara lopið - ið er tað minna lopið - er beint niðan fyri Gjógv. Her var so vakurt. Ein ryggur við einum høvdi vaks mestsum út úr berginum, og tað var gangandi út á hetta høvdið, og haðani hevði tú eitt frálíkt útsýni bæði oman- og niðaneftir.  Nú er ryggurin lopin burtur, men høvdið stendur eftir, og nú er berg í millum ryggin og høvdið, so har er ógongt. Ein stór riva sæst í berginum oman fyri høvdið, so tað er bara ein tíðarspurnigur, nær náttúrukreftirnar hava fingið bilbugt við høvdinum. Hetta lopið sær út til at vera komið niður á Heimara Búgvabarm - á Urðina Inni á Hálsi og á Hálsin sjálvan.
Tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er so nógv tað størra lopið. Tað er lopið líka úr upsini og í sjógv. Ilt er at meta um breiddina á lopinum, men einastaðni millum 50 og 100 metrar av upsini og niðureftir eru farnir í havið. Hetta lopið hevur lagt eina heilt stóra urð eftir seg á Vestara Búgvabarmi og fjalir alt Inni á Hálsi - líka frá fastlandinum og út ímóti Búgvanum - og hevur sostatt gjørt Búgvan landfastan. Hesi bæði stóru omanlopini hava broytt umstøðurnar innan fyri Búgvan almikið. Tað hevur altíð ljóðað á mannamunni, at einaferð í tíðini var landfast Inni á Hálsi. Tað er einki at ivast í, at so hevur verið, men so langt aftur, sum nakar veit, hevur Búgvin staðið leysur úr landi. Í góðum líkindum hevur tað borið til hjá smærri bátum at siglt innanfyri. Samband hevur verið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, men í vetur gjørdust teir sjálvstøðugir. Skal frágreiðingin um sambandið barmanna millum vera heilt neyv, so bar tað til - sum áður nevnt - at sigla innan fyri Búgvan, og tað bar nevnliga eisini til at ganga av Urðini Inni á Hálsi (á  Heimara Búgvabarmi) og á Vestara Búgvabarm í gjøgnum eitt hol inni á  fastlandinum (sjá myndasavnið). Nú er alt hetta broytt: Siglingarleiðin innan fyri Búgvan er burtur, Urðin inni á Hálsi er burtur, Holið millum Heimara - og Vestara Búgvabarm er burtur og Steinurin á Vestara Búgvabarmi (stutt vestan fyri Hálsin) er eisini burtur. Einstøk staðanøvn fara í gloymskuna, men hesi eru snøgt sagt farin í søguna og liggja nú undir urðini (hvussu man hon forrestin fara at eita?) 
Búgvin juni 2009 - Í summar vóru Hans á Skipinum og eg - frá báti hansara - uppi á landi á teimum flestu plássunum frá Vambarkletti og heimeftir ( -- "har fram við bergsins fót!". Tað er ein  ikki sørt løgin kensla at vita sær, at vit sigldu innan fyri Búgvan, vóru á Urðini Inni á Hálsi og gingu í gjøgnum holið av Heimara Búgvabarmi og á Vestara Búgvabarm. Hetta kemur nú eingin at gera okkum eftir (reyp), men myndirnar eru varðveittar, og tær eru eisini at síggja í myndasavninum.
--- Tað sær út til at vera so mikið smátt grót í tí nýggju urðini, at tey ógvusligu høgættarbrimini hava óivað rættuliga góðar uppruddingarmøguleikar, men nær ið tað verður siglandi aftur innan fyri Búgvan, er (sum tey plaga at siga) ein góður spurningur ---- !

Fleiri myndir eru í myndasavninum - Omanlop 2009

(ovara myndin er tikin í desember 2009 og tann niðara í juni 2009)
 
< Prev   Next >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla