Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Búgvin tikin 20.07.2007
Búgvin tikin 20.07.2007 PDF Print E-mail

Trýst fyri at síggja stóra myndBúgvin er tikin. Síðani 1913 ella 1914 hevur mannafótur ikki verið á toppinum, men 20.07.07 broyttist søgan. Kl. 17.47 hetta vakra fríggjakvøldið sást maður á Skortinum út ímóti Havinum - hálvt gangandi - hálvt grulvandi - tað síðsta pettið móti toppinum. Knappliga stóð maðurin - Absalon Eysturoy - á sjálvum toppinum veipandi og skríggjandi til teir trúføstu áskoðararnar á Ambadali.

So kimaði fartelefon: "Hetta má vera heimsins vakrasta panorama!" Kropp á kroppi komu so hinir fýra honum á baki. Teir vóru: Herman Eysturoy, Rasmus Eysturoy, Heini Hátún og Fróði Samuelsen. Allir løgdu so armarnar um herðarnar á hvørjum øðrum - við Merkinum í millum sín - og skríggjaðu sigursróp yvir Ambadal, yvir Barmarnar báðar og yvir Rivtangan, ið noyddi teir at fáa sær bát av Eiði. Høgættin og Rivtangin hava í alt summar roynt at lagt fótonglar fyri garparnar, men teir snýttu bæði við at fáa sær bát av Eiði. Ikki var hugsingur um at koma á land á Tanganum ella í Skarvseyganum, men inni ímóti Sjóvarrókini eydnaðist tað tó. Hódagin kl. 13.00 vóru allir 5 komnir upp á Smørklett, og "undirløgubáturin" setti aftur kós móti Eiðisflógva. Tað, ið eftir var av degnum, arbeiddu teir seg uppeftir við allari útgerðini, og um náttina fingu teir sær ein blund í Bólinum. Fríggjadagin løgdu teir so til brots, og tað gekst væl upp til Stóra Studning - har teir endaðu í fjør - men so kom stígur í. Men við bit og slit - tumma fyri tumma - otaðu teir seg uppeftir, og tá ið Stóri Studningur var tikin, var síðsta forðingin skúgvað til viks. Vallingin omanfyri var løtt at taka, og so kom tann stóra løtan - BÚGVIN TIKIN.

Trýst fyri at síggja stóra mynd

Fyri 93 ella 94 árum síðani lesti tann síðsti maðurin av 6, ið á toppinum høvdu verið - Jógvan í Sámalsstovu - seg niður av toppinum. Búgvin er tikin aftur, og bragd tykkara hevur kastað nýggja ljósglæmu á Búgvan, og umrøðan vellir minnir fram um teir, ið undan tykkum gingu og søktu Búgvan fyri at lívbjarga sær og sínum. Tøkk fái tit 5, ið framdu hetta bragd, og vónandi fær hetta ta ávirkan, at Búgvin eisini í framtíðini - upp á ein ella annan máta - gerst meira "livandi".

 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla