Fyrst og fremst er heimasíðan - bygdin.fo - ein skráseting við myndum og frágreiðingum av øllum staðanøvnunum við Gjógv, men tó er innmarkin ikki teldutøk enn. Myndasavnið, ið kann takast sum eitt klípi í varðveitsluni av virksemi og persónum, verður dúgliga vitjað. Tað er stuttligt at merkja. Heilsanir í gestabókini og viðmerkingar til myndirnar fløva.
Heimasíðan hevur frá byrjan av itið sigvardsen.net, men ætlanin hevur allatíðina verið at fingið eitt føroyskt heiti, so frameftir fer síðan nú at eita bygdin.fo, men tó so – framvegis ber eisini til at brúka tað gamla heitið: sigvardsen.net.
Staðanøvnini hava alla tíðina verið sjálv beinagrindin á heimasíðuni. Í byrjanini høvdu vit bara yvirlitsmyndir á síðuni, men so við og við eru nærmyndir eisini tiknar við. Sum tit síggja, manglar ein rúgva av nærmyndum, men ætlanin er at fáa fleiri og fleiri nærmyndir tiknar og lagdar út, men tað verður trupult (og lutvíst ómøguligt) at taka myndir av øllum – men tær koma so við og við. Nøvnini innangarðs – og í sjálvari bygdini – eru samlað, og tað er framvegis ætlanin at fáa tey út á heimasíðuna eisini. Tað er ikki sum at siga tað, tí tá ið tað var matrikulerað í 1978, vóru yvir 2000 stykkir í innmarkini, og sjálvt um tey nógvu nøvnini ganga aftur, so er kortini ein rúgva av ymiskum nøvnum í savninum. Í løtuni verður kannað, hvørjir tøkniligir møguleikar skulu veljast fyri at lýsa bygdina og innmarkina so væl sum gjørligt.
At samla staðanøvn við viðmerkingum er eitt ítriv, ið ongatíð kann sigast at vera komið á mál. Allatíðina stingst okkurt nýtt undan – okkurt er ikki komið við – okkurt er komið skeivt fyri. Tað er hugaligt at fáa viðmerkingar – og nýggjar upplýsingar, so liggur onkur inni við onkrum navni, upplýsingum – ella hvat tað nú kann vera – so eru tit meira enn vælkomin at skriva til
.
Myndasavnið er tann parturin av heimasíðuni, ið verður mest vitjaður. Í 2008 hava verið yvir 62.000 vitjandi. Nógv tey flestu eru úr Føroyum (36.000), meðan restin av top-10 listanum er Danmark, USA, Ongland, Noregi, Ísland, Frankaríki, Týskland, Svøríki og Spania. Tíverri gerst myndasavnið eitt sindur einstáttað, nú fólkatalið er komið niður á 40, men tey fráfluttu – við familju – eru ófør at koma norður, tá eitthvørt er á skránni. Ta ljósu tíðina av árinum – tá ið Lítlifløttur er byrgdur – er altíð okkurt forkunnugt at fáa á skíggjan.