Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Debesarhandil opin
Debesarhandil opin PDF Print E-mail

Nýtt er tað, ið sjáldan sker!img_2643_medium

Debesarhandil upp aftur latin - hvør hevði væntað tað?.

Í 1883 byrjaði Óli Debes at handla her, og uttan slit var Debusarhandil - og seinni Sofusahandil - opin til nýggjársaftan 1992. Tá vóru tíðirnar mestsum farnar frá slíkum bygdahandlum, so eisini hann legði kongin.

Men - stik den - seinasta leygardag (13.mai 2006) læt Debesarhandil uppaftur. Hamurin er tann sami, men útboðið er sera nógv broytt. Nú er handilin á tremur av klæðum, gávulutum og prýðislutum - tað mesta virkað av føroyskari hond. Áhugavert - ikki minst fyri tann ferðandi.

Tað stuttligasta av øllum er kanska tað, at nú kunnu gjáarfólk - eins og aðrir heimsbúgvar - bókstaviliga fara út at eta - tí í krókinum uttan fyri handilin er ein spildurnýggj cafe, so tað fæst altíð eitthvørt á tunguna. (Myndir eru annars at siggja á myndasavninum)

 

 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla