Aftur í ár royndu feðgarnir Absalon og Herman Eysturoy – nú saman við Fróða Samuelsen – at taka Búgvan.
Týsmorgunin 18. juli vórðu teir settir á land í Skarvseyganum – stutt innan fyri sjálvan Tangan á Búgvanum (út imóti havinum). Teir vóru væl útgjørdir við góðari og nógvari útgerð. Tað tók sína tíð at fáa alt hetta upp á Smørklett og so víðari upp í Bólið, har teir skuldu húsast og sova. Týsdagurin royndist einki til veður – tað regnaði illa til tíðir – vánaligt bjargaveður - so tað var gott at sleppa undir ta bláu presendingina í Bólinum um dimmið.
Mikudagurin royndist munandi betur, og tað gekst teimum væl. Teir arbeiddu seg fyrst upp hagar, ið teir vóru í fjør - úr Bólinum, upp gjøgnum Silkiennið og upp á eina rók undir Stóra Studningi. Teir vóru væl nøgdir við dagin og gongdina annars, tá ið teir aftur komu í Bólið - undir bláu og sovnaðu sum kópar á skeri. Hósmorgunin kl. 06.00 vóru teir vaktir av floytuni hjá Brimli, sum var komin vestur á Heimara Búgvabarm við myndafólki. Fínasta veður - í dag verður tað - í dag koma teir á toppin - nú verður Búgvin tikin. Teir vóru nú komnir so nær, at koma teir upp um tað bratta bergið - Stóra Studning - so er leyst og liðugt. Teir gomlu hongdu eina galvanaseraða ketu har í 1892, men hon man hava endað sínar dagar á Heimara Búgvabarmi. Aftur til bjargamenninar: teir væntaðu at koma á toppin stutt eftir døgurða, so tyrlan hjá Atlantsflogi fylgdi gongdini eina góða løtu, meðan teir stríddust við Stóra Studning, og síðani setti hon myndafólk av á Ambadali. Myndafólkini - og onnur við - sótu so spent har norðuri á Rivinum og fylgdu við. Framvegis fínasta veður - onkur lítil mjørkaflóki - men Stóri Studningur var seigur at taka hjá teimum - uppeftir gekk tað tó, men sera spakuliga. Tímarnir liðu, tað tjúknaði samanum - fór at sirma - mjørkin fjaldi Búgvan - fór at regna - ja, oysregna. Fólkið á Ambadali fækkaðist í tali, nærum niður í einki - ringt lag - nei, teir koma ikki víðari - teir mugu bara gevast - vát skræpa á hellu - vandafult - treiskir eru teir - klokkan 19.20 - nú tóku teir Stóra Studning - síðstu stóru forðing á leiðini - nú verður tað skjótt. Men so komu boðini frá teimum: Vit fara ikki víðari - vit hava mist streymin - fáa tískil ikki tryggja okkum - tung, men sera skilagóð avgerð - drúgv og móðsom niðurkoma - aftur í Gjónni, tá tað lýsti fyri fríggjadegi - enn er Búgvin ósigraður..
(um trýst verður á sjálva myndina, kann støddin broytast - annars fara myndir frá túrinum at síggjast í myndasavninum). |