|
"FØROYAPRO, list langt úti" |
|
|
|
|
Føroyapro er eitt mentanartiltak, sum fer fram við Gjógv nú í summar.
11
íslendsk listarfólk koma higar. Tey flestu eru myndlistarfólk, men
eisini eru nøkur tónlistarfólk. Myndlistarfólkini fara at hava
work-shop við Gjógv - í tvær vikur - og síðani verður framsýning av
verkum teirra úr work-shoppini.
Opið atelier (opið
hús) verður leygardagin 15. juli, klokkan 13:00-18:00, tá kunnu
áhugasom vitja listarfólkini, sum fara at búgva í Ovara Hoygarði og í
skúlanum. Har kunnu tey, sum vilja, tosa við listarfólkini og fylgja
við, hvussu verkini verða til. Í tiltakinum verður dentur lagdur á
úti-list so sum: høggmyndalist, umhvørvislist og ljóðverk.
Framsýningarrúmið
verður bygdin Gjógv og umhvørvið rundan um Gjógv. Føroyaproframsýningin
letur upp 20. juli klokkan 14.00, tá verður tónleikur og gestum boðið
okkurt leskiligt.
|