Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Forsætisráðharri í Hoygarðinum
Forsætisráðharri í Hoygarðinum PDF Print E-mail
 Mikudagurin 05.08.09  háttaði sær sum ein vakur summardagur - og teir hava ikki trotið í summar - við nógvum fólki á Lítlafløtti og í Ánni annars - ella sólandi sær undir teimum ymsu húsaveggjunum í bygdini.  Um nátturðatíð - og uttan at nakar óraði tað - stóð sjálvur danski forsætisráðharrin undir skjøldrinum á Hoygarðshúsunum sum ein annar bygdarmaður í (posa)troyggju og kovboybuksum. Hann var m.a.komin til Føroya í sambandi við tað, at flokkur hansara Vinstri hesaferð helt landsfund sín í Havn. Saman við konu síni Sólrun og børnunum Lisu og Símuni gjørdi hann sjálvsagt ein avstingara til Gjáar og  í Hoygarðin (summarhúsið), sum familjan hjá Sólrun eigur. Lars Løkke er lættur at koma á tal við og hevur einki pátikið yvir sær, og so skilir hann eisini føroyskt og smæðist heldur ikki fyri at samskifta á føroyskari tungu. Hann prátaði um leyst og fast við Hoygarðsgrannarnar og spurdi m.a., hvat ið vorðið var av teimum gomlu spísku træbátunum á Lítlafløtti. Tað skiltist á lagnum, at honum dámdi betur træbátarnar enn hesar modernaðu avkubbaðu plasttunnurnar. Steðgurin í bygdini var ikki langur, men saman við familjuni - og trimum PETmonnum - fór hann ein túr í Gjónna, prátaði og heilsaði upp á fólk á Gjónni, fór út á Nasa, oman á Gulaklett og so aftur í Hoygarðin til ein góðan drekkamunn, og eftir tað helt forsætisráðharrafamiljan leiðina aftur til Havnar.  Bygdarfólkið var, sum vera man, fegið um hesa serstøku vitjanina og plagar eisini at reypa sær av, at forsætisráðharrin eigur hús við Gjógv og jørð í Sáttarenni, har hann eisini plagar at vera á fjalli, men við fjallinum man tað fara at vera so sum so, nú hann skal velja í millum blóðpylsu og fyrireikingar til veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember. Men - livst so spyrst!
Nakrar myndir eru annars at síggja í myndasavinum - august 2009.
 
< Prev   Next >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla