Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Ger ein avstingara til Gjáar í atventini
Ger ein avstingara til Gjáar í atventini PDF Print E-mail

Aldargamli Debesarhandil smæðir seg ikki burtur í nútíðini. Síðani hann læt upp í 1883, eru karmarnir teir somu og innbúgvið tað sama - skuffur, hillar, lodd, vektir og petroleumspumpan og mangt annað, men innihaldið kennir tú ikki aftur. Teir aldargomlu karmarnir bjóða nútíðini av.

Debesarhandil hevur nevnliga latið hurðina upp á víðan vegg fyri jólunum. Tann gamli handilin er í sjálvum sær eina vitjan verdur, og nú hann er fyltur við spennandi heimagjørdum jólagávum, jólaprýði, dekoratiónum og mongum mongum øðrum, fert tú óivað at minnast aftur á sunnudagstúrin til Gjáar í atventini.

Eyðvitað fert tú eisini at minnast til tann heita munnin - gløgg, kaffi/te - við holukakum á handilsloftinum. Tess kaldari tað er í veðrinum, tess betri er tann heiti muðurin.

Men nú er tað tað: Debesarhandil er bara opin 1., 2., og 3. sunnudag í atvent - kl. 15:00 - 19:00, so nú er ikki at sita.

 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla