Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Gjómaður endurreist Ólastovugróthúsið
Gjómaður endurreist Ólastovugróthúsið PDF Print E-mail

Leygardagin 26.07.08 fór felagið Gjómaður aftur til verka. Hetta triðja átak felagsins var at endurreisa Ólastovugróthúsið í Lágunum. Sólin skein av heiðum himni við 24 hitastigum - hoyggingini í hásæti - brúðarvígslu í bygdini, so vánirnar fyri væl mannaðum gróthúsaliði vóru ikki tær bestu. Havandi umstøðurnar í huga má kortini sigast, at undirtøkan var góð, arbeiðið gekst avbera skjótt og væl, og hugnin var í hásæti allan samlan dagin.

Ikki var so nógv at grava út úr húsinum, men nakað av grótinum var forsvunnið. Meðan út varð grivið, og laðað varð, trillaðu kvinnur og børn grót úr Funningsdjúpdini. Grótmenn felagsins hava nú ognað sær góða venjing av kráunum á Skarðinum og Olsensa Gróthúsi, so tað var ikki so leingi, til yvirtromin átti tørn. Henda dagin var felagið so mikið væl stillað við drivnum handverkarum (við framúr góðum amboðum), at tey við "tumlunum" bara hildu seg burturfrá. Longu um nátturðatíð var alt liðugt - og trolverjan var eisini komin á. - Eitt prýðiligt gróthús aftur komið til sín rætt.

Tann sosiali parturin í einum slíkum tiltaki má ikki undirmetast. Fólk, við tilknýti til bygdina, koma úr ymsum ættum, og felagsskapurin ger, at hesi ymisku fólkini so við og við kenna seg sum ein part av einari eind. Pylsurnar við Funningsdjúpdina - sjálvtøka av kaffi og kakum allan dagin - eiga sín stóra leiklut í samansjóðingini. Skuffandi við ongari skuffukaku - helt onkur - men skuffilsið varð dyggiliga gjørt til einkis og gloymt, tá rómi og súrrómi við alskyns fyllu var bøsett.

---

Eitt sindur um Ólastovugróthúsið.

Ólastova var eitt av teimum stóru ognarhúsunum í gamlari tíð og hevur sum slíkt sett sær varandi minnir. Her verður hugsað um Ólastovuánna, Ólastovuheyggin, ið nú mestsum er farin sum byggilendi, Ólastovuheyggin Heimi í Barmi (í sambandi við torvheiðar) og so Ólastovugróthúsini. Tey vóru nevnliga tvey - eitt oman fyri Lutastað og so hetta Heimi í Lágunum. Gróthúsið oman fyri Lutastað var sjálvsagt tað eldra, og tað er avdankað fyri langari tíð síðani. Heimildarmaður, føddur í 1920unum, minnist væl grundarsteinarnar. Farvegurin hevur verið sjónskur til fyri fáum árum síðani, og navnið hevur hingið við í bøstykkjum líka til samanleggingina av bønum. Tikið kundi vera soleiðis til: "Eg havi sligið Eysturi við Ólastovugróthúsið"! --- "Í ár ætli eg mær at velta Heimi við Ólastovugróthúsið"!

Eftir samanleggingina av bønum kom Petur Jacob Sigvardsen at eiga Ólastovugróthúsið í Lágunum, og soleiðis er ættarbandið við Ólastovu framvegis heilt.

 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla