Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Gjómaður farin til verka
Gjómaður farin til verka PDF Print E-mail

Leygardagurin 30.06.07 gjørdist fyrsti aktivi dagurin hjá tí endurstovnaða felagnum Gjómanni. Rættuliga fitt av fólki - yngri sum eldri - samlaðist á Skarðinum kl. 10.00 henda morgunin til at laða kráir. Hann stóð frá havinum, og sjálvt um veðrið var gott, so kendist landnyrðingsondin kølin á Skarðinum - soleiðis er landnyrðingurin bara.

Fyrst var farið undir at laða Rættarkrónna - beint uttan fyri Tassistein. Meðan nøkur laðaðu, fyltu onnur grót og bøkkar inn í krónna, og at enda varð hon tyrvd. Tað var nú ikki gamalt at venda svørðin upp, m.a. tí at neytini kundu leggjast á kráirnar, men nú eingi neyt eru, er hesin mátin tann haldbetri í longdini. Tann heiti kaffimuðurin við frálíkum skuffukakum kom sera væl við, áðrenn farið var undir ta næstu krónna. Tann krógvin er sunnan fyri vegin, og hana átti Karl Jacob. Framferðarhátturin undir laðingini var tann sami, og tá ið tað leið nakað út á seinnapartin, varð rundað av við at grilla pylsur til laðararnar. Ein hugnaligur dagur, og bygdin tvær kráir ríkari. Kemur tú um Gjáarskarð og hyggur til vinstru - ella høgru - so sært tú dagsverkið. Gjómaður ætlar okkurt aftur í august mánaði, men tað verður umrøtt til ta tíð. Myndir frá kráadegnum eru í myndasavninum.
 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla