|
Gjómaður samlar gamlar myndir |
|
|
|
|
Hvørt mánakvøld í vetrarhálvuni samlast bygdarfólkið til hugna í Bygdarhúsinum. Har verður prátað um leyst og fast - kortini eru á lofti, og stokkarnir glinta dúgliga. Og gloym so ikki drekkamunnin við ymiskum leskiligum kakum - jú, eitt fínt tiltak við sosialari vælveru, ið styrkir einstaklingin og bygdarfólkið sum heild.
Seinasta mánakvøld - 21.01.08 - vóru umboð fyri nevndina í Gjómanni við til hugnakvøldið, og tey vóru heldur ikki púra ørindaleys. Nei, Gjómaður ætlar sær eisini at vera virkin vetrarhálvuna, tí nú er hann farin undir at avrita og skráseta gamlar myndir. Mannagongdin er henda: tú lænir Gjómanni gamlar myndir - hann avritar myndirnar, og tá tað er gjørt, fært tú myndirnar aftur. So nú er ikki at halda seg aftur. Tað ræður bara um at finna myndirnar fram - seta seg í samband við Gjómann, og so gongur restin av sær sjálvum. Í hesum sambandi er tað týdningarmikið at staðfesta, at tit eisini mugu hjálpa til at navngeva persónarnar á teimum myndunum, ið tit lata Gjómanni, tí tað eru teir navngivnu persónarnir, ið geva myndini tað eyka fokusið. Og so er tað tað - óivað koma tit fram á myndir, har torført er at navngeva persónarnar. Men, men - Gjómaður fær eina leinkju her á heimasíðuni við heitinum "Gjómaður - gamlar myndir". Á hesari leinkjuni koma at liggja myndir av persónum, ið ikki eru navngivnir - soleiðis at skilja - at tann hyggjarin, ið heldur seg kenna onkran ónavngivnan persón, kann viðmerkja hetta undir sjálvari myndini ella við at senda ein e-post. Og hvat er so ein gomul mynd? Gjómaður hevur áhuga fyri myndum, ið eru eini 20 ár og eldri. Gjómaður gevst ikki so - nei, hann hevur eisini áhuga fyri filmum, og í tí sambandinum nevnir hann 8-mm filmarnar, ið vóru so vanligir í 1970unum, tí teir eru sanniliga eisini søguligir. Við filmunum er mannagongdin henda: tú lænir Gjómanni filmin, ið síðani verður spældur yvir á eina DVD-fløgu - tú fært so filmin aftur saman við einum avriti á fløgu, samstundis sum Gjómaður eisini fær eitt avrit á fløgu. Gjómaður sigur, at endamálið við øllum hesum er at samla so nógv sum gjørligt, sum knýtir seg til bygdina, áðrenn ov seint er. Gjómaður læt eisini leka út, at tiltakið fer at enda við eini framsýning - kanska á páskum, so --- tað ljóðar spennandi. |