Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Kirkjan 80 ár
Kirkjan 80 ár PDF Print E-mail
 Kirkjan var vígd av Jákup Dahl, prósti, 26. mai í 1929, og fylti sostatt 80 ár í ár. Kirkjuráðið avráddi at halda føðingardagin sunnudagin 31. mai - fyrsta hvítusunnudag. Tað var av fínasta veðri henda dagin, og vanlig deknagudstænasta var hildin á middegi, men so kl. 17 hevði Emil, prestur, messugudstænastu, og samstundis segði hann nøkur orð um sjálva kirkjuna. Ein serligur sálmur var yrktur til dagin, og eisini vígdi Emil ein nýggjan altardúk, ið Anna Johannesen (Anna hjá Oddvør) hevur baldýrað (broderað). Tey, ið skil hava á slíkum handverki, siga, at hetta er ikki løtuverk og hartil vælaverk úr odd í egg - og tøkk eigi Anna fyri hesa stórfingnu gávu. Tað var nógv fólk í kirkju, og sum vanligt er, tá ið okkurt serligt er í bygdini, so leita fráflutt bygdarfólk og onnur , ið hava tilknýti til bygdina, aftur á steinarnar slíkar dagar. Til stuttleika kann nevnast, at Hans Edvard Joensen - betur kendur sum Gubbi - ið var fyrsta barn, ið var doypt í kirkjuni, nú situr sum formaður í kirkjuráðnum. Kirkjuráðið var heldur ikki smáligt, nú kirkjan fylti runt - nei, øll, ið vóru í kirkju hetta kvøldið, vórðu boðin í ein sera góðan føðingardag á Gjáargarði, har væl búgvið sjálvtøkuborð (buffet) forsýnaði teimum mongu gestunum. Samanumtikið - ein hugnaligur dagur.
-- Føðingardagurin er farin afturum, men her nevna vit bara eitt søguligt við kirkjuvígsluni fyri 80 árum síðani - ið mong bygarfólk plaga at reypa av  - og tað verður hervið reypað eina ferð aftrat: Hetta er tann fyrsta kirkjuvígslan, ið er farin fram á føroyskum máli!!
Myndir frá 80ára degnum eru í myndasavninum: Kirkjan 80 ár.
 
< Prev   Next >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla