|
Myndir frá Búgvatúrinum 2006 |
|
|
|
|
Tá ið teir triggir garparnir - Herman, Absalon og Fróði - vóru í Búgvanum (18. - 20. juli 2006), fingu vit nakrar fínar myndir frá túrinum. Tað eydnaðist at sleppa við Brimli og Tyrluni, og tyrlumyndirnar eru serdeilis góðar at hava í sambandi við meiri nágreiniliga staðfesting og staðlýsing av nøvnunum í Búgvanum og bjørgunum annars, tí loftmyndirnar kunnu takast frá øllum møguligum vinklum. Tú fært t.d. eina heilt øðrvísi fatan av, hvussu "gott pláss" er í bjørgunum í mun til tann vinkul, haðani tú vanliga sært bjørgini og Búgvan. Tað verður spennandi at "nærlesa" hesar myndirnar. Høvdu teir gomlu sæð og kunnað greitt frá!! Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at Búgvatúrurin higartil hevur kastað ljós á Búgvan, birt lív í hann aftur og givið okkum virðismikið tilfar úr bjargasøguni. Tøkk eigi garparnir fyri tað, og vónandi taka teir toppin at ári. Vit hava gjørt eina lítla myndarøð av Búgvatúrinum, og í dag (16.08.06) eru myndirnar lagdar í myndasavnið - og har uppií er onkur av umrøddu loftmyndum .
|