Forsíða Tíðindi Síðubygnaður Samskifti
Um bygdin.fo
Fyrst og fremst er heimasíðan - bygdin.fo - ein skráseting við myndum og frágreiðingum av øllum staðanøvnunum  við Gjógv, men tó er innmarkin ikki teldutøk enn.  Myndasavnið,  ið kann takast sum eitt klípi í varðveitsluni av virksemi og persónum, verður dúgliga vitjað. Tað er stuttligt at merkja. Heilsanir í gestabókini og viðmerkingar til myndirnar fløva.
 
Hovudsbannari
Forsíða arrow Tíðindi arrow Nýggj síða
Nýggj síða PDF Prenta E-post
Heimasíðan “Staðanøvn við Gjógv” hevur nú verið virkin í eini 2-3 ár, og síðani vit fóru at leggja myndir rættuliga regluliga út á síðuna, er tey vitjandi økt munandi í tali.
 
Tøknin broytist alla somlu tíðina, so tann gamla heimasíðan var vorðin ótíðarhóskandi . Tessvegna hava vit nú fingið eina spildur nýggja, tíðarhóskandi síðu – við nógv fleiri møguleikum.
 
Nøkur dømir:
  • Myndatilfarið hevur hægri góðsku
  • Tvær tær nýggjastu myndirnar síggjast á forsíðuni
  • Myndirnar eru skipaðar soleiðis, at tær nýggjastu eru fremstar
  • Tað ber nú til at hava longri frágreiðingar (ella tíðindastubbar)
  • Vit fara at hava eina gestabók
Øll staðanøvnini í høgum, bjørgum, fjøru, Gjónni og í Búgvanum verða flutt frá gomlu síðuni við myndum og frágreiðingum.
Sostatt manglar innangarðs. Hetta arbeiðið er nú komið so mikið væl áleiðis, at tað fer skjótt at vera búgvið at leggja út so við og við – men tað má taka ta tíð, tað tekur (sum løgtingsmenn plaga at verja seg við). Í hesum partinum er eisini ætlanin at hava myndir av øllum bygningum í bygdini. Í sambandi við sethúsini verða haraftrat myndir av teimum fólkum, ið hoyrdu til Gjáar kommunu, tá ið hon varð niðurløgd og fór upp í Sunda kommunu.
 
< Fyrra
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla