Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Gjómađur endurreist Olsensa gróthús
Gjómađur endurreist Olsensa gróthús PDF Print E-mail

Leygardagin 11.08.07 var tað seinna útitiltakið hjá Gjómanni í ár. Hesaferð átti Olsensa gróhús á áarbakkanum í Fússagerðinum tørn. Tað var fínasta veður, og eini 30 fólk í øllum aldri fóru til verka um 10 tíðina. At reinsa innan úr húsinum og at samla grót var tað drúgførasta arbeiðið.

Merkiligt nokk manglaði nógv grót, men áin og okkurt einstakt kráarlag vóru góð mið í so máta. Reinsing, grótbering og laðing gingu hond í hond, men tá ið skuffukakurnar - og harímillum (apropo dagin) sjálvsagt abbasaskegg - vóru vøllreiddar, sessaðist fjøldin á grønum sæti. Út á seinnapartin var alt komið so mikið áleiðis, at yvirtromin skuldi leggjast á. Ein avkubbaður SEV-peli varð lagdur úr enda í enda. Síðani varð sperrað - við hegnpelum - og tætt tróður lagt á. Nævur varð so løgd eftir takskegginum, og so var bara eftir at flaga. Men áðrenn alt hetta var fingið frá hondini, var stór grilling á skránni. Serliga tað yngra ættarliðið tók henda nýggja rættin til sín, og hetta man vera fyrstu ferð, at Olsensa gróthús hevur kent tann rama roykin av grillaðum pylsum. Fram ímóti nátturðatíð stóð gróthúsið liðugt, og sigast má, at tað tekur seg væl út. Ein bági er tó - tað stendur nakað einsligt - burtur frá alfaravegi, men kemur tú til bygdar - út um Grøndalsaleiti - út um Brúnastein - út í hálvt Fússgerðið, so sært tú tað har niðri á áarbakkanum. Set bilin! Gróthúsið hjá Olsen er eina vitjan vert. Gjómaður er komin væl í gongd við tveimum góðum útiátøkum í ár. Mestur hava teir eisini okkurt tílíkt í kvittanum at ári.

Trýst fyri at síggja stóra mynd

Olsensa gróthús 10. august 2007

Trýst fyri at síggja stóra mynd

Olsensa gróthús 11. august 2007

Eitt sindur um OLSEN

Jóan Jacob Olsen var føddur 09.09.1859. Pápi hansara var Óli Yviri í Stovu (Ole Christian Hansen, frá Gjógv), og mamma hansara Kristianna Sofía Pedersdatter, úr Havn. Í fólkateljingini 1860 verður Jóan Jacob skrivaður Joen Jacob Ole-Christiansen, soleiðis sum tann gamli navnasiðurin hevði verið, men í fólkateljingini frá 1870 verður hann bert nevndur Joen Jacob Olsen, sum tann nýgggi navnasiðurin, ið kom at virka í 1850árunum, gav møguleikar til. Um hetta eftirnavnaskiftið hevur givið honum heitið OLSEN er ilt at siga, men hann bar so einki annað navn. Leggjast kann aftrat, at Olsen var 2 ferðir giftur og átti eingi børn. Olsen skar nógv torv í Fússagerðinum - og var so nógv har heimi - at alt bendir á, at tað er hann, ið hevur laðað gróthúsið, ið kallast Olsensa gróthús ell Gróthúsið hjá Olsen. Millum manna verður tað stundum nevnt Fússagróthúsið, tí hetta er tað einasta gróthúsið í Fússagerðinum.

Fleiri myndir frá degnum eru at siggja í myndasavninum.

 
< Prev   Next >
(C) 2008 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla