|
20. mai var valdur sum ruddingardagur hjá Sunda kommunu
- og tískil eisini hjá Gjáar bygd. Árstíðin skuldi verið góð,
men høgættin leikaði í og menti seg út á kvøldið. Tað var
rættuliga nógv brim, og ímóti kvøldi kavaði hann oman í hálvan hagan,
so nógvur krapi var um skørðini. Klokkan 9 á morgni samlaðist
tó væl av fólki í Bygdarhúsinum til kaffi/te við morgunbollum,
rullupylsu, kjøtpylsu, súltutoyi og osti afturvið. Høgættin forðaði
ikki bygdarfólkinum at rudda bygdina, ánna, Gjónna og innnangarðs
annars, meðan høgættin sjálv tók sær av óruddinum í Fjøruni. Kaffi og
viðskeri kundu fáast allan dagin, so tað var sjáldan manntómt í
Bygdarhúsinum, tí kuldin dró fólk til kannurnar.
Klokkan
17 skuldi Gjáargarður koma við døgurða, og ta løtuna gleddu fólk seg
til. Eini 50 fólk mundu vera til døgurða, og døgurðin var góður:
kalkunbringa, eplir, sós og grønmeti - og so kaffi omaná. Prátað var
dúgliga um dagsins verk, og mitt undir prátinum reisti Hans Edvard seg
upp og skar út í at syngja: So vakrar moyggjar og knappar menn,
og tað var skjótt, at hvør njóraði í sínum lagi. Væl hýrd, mett og
væl sett fóru fólk at húsum, og tey vóru samd um, at hóast høgættin tók
sjarmuna, so var dagurin góður kortini.
(Ruddingardagurin sæst annars í myndasavninum, og eisini er ein sera sjáldsamur gestur at síggja Eysturi á Bakka)
|