Home News Sitemap Contact
Welcome
This site is dedicated to and revolves around the tiny village of Gjógv. We are situated on a tine group of islands in the middle of the North Atlantic, the Faroe Islands.
Most of the info on our page is still only available in Faroese, but do check our Picture gallery, read about our beautyfull village in the The village Gjógv section and be welcome to post a message in our Guestbook
 
Hovudsbannari
Home arrow News arrow Ruddingardagurin 23.05.09.
Ruddingardagurin 23.05.09. PDF Print E-mail
 Ruddingardagurin byrjaði við góðum morgunmati  í Bygdarhúsinum kl. 10.00 - og góðum veðurlíkindum, men út á seinnapartin loysti hann regnið, so hugnin mestsum hvarv, og manntalið tyntist munandi. Ruddingin skuldi fevna um tað, ið skemmar náttúruna - og ikki kjallara- og úthúsarudd. Áin bleiv ruddað væl og virðiliga, stabbasteinar settir aftur í rætta legu - Gjógvin fekk ein umgang við brandslangu - tann skitni og slýggjuti hylurin við minnisvarðan varð reinsaður (ótespiligt) - ullarnispar og órudd hentað upp av bønum - Barmsbrekkugil (handilstoftir) ruddað - rennan niðan á Gjógv reinsað - gras grivið burtur fram við ymsum vegum og húsum og mangt annað. Sum tit síggja, kom væl á skaftið, men sigast má, at samanumtikið var ikki nógv órudd at síggja. Tó so - tær bøtandi hendurnar gjørdu góðan mun, og hevði regnið ikki tikið hugin, so hevði okkurt  annað eisini fingið vitjan av teimum bøtandi hondunum. Regnið setti ein stoppara fyri hesum, so helst hava fleiri av ruddingarfólkum vitja sær sofuna, meðan bíðað var eftir døgverðanum, sum skuldi koma av Gjáargarði í Bygdarhúsið umleið kl. 17.00. Tá ið Eirikur Súni kom við døgverðanum, var húsið mestsum fult í neðra - eykaborð máttu setast upp. Øll tóku til døgverðan (oksasteik) - øll fingu nóg mikið - einki avlop. Hetta var ein hugnalig løta, har bygdarfólk og kenningar hittust til gevandi prát. Samanumtikið er ruddingardagurin eitt fínt tiltak, sum er gott fyri bygdina og bygdarfólkið og gevur samstundis fráflytarum við familju eitt gylt høvi til at føla seg sum ein part av bygdini - og tøkk eigi bygdaráðið fyri tiltakið.
 
< Prev   Next >
(C) 2010 Bygdin Gjógv - Sigvardsen.net
| loysn frá 7bit.fo | bygd á Open Source Joomla