|
Sjáldsamur steinur í Rossabotni |
|
|
|
|
Navnleysur liggur hesin stóri steinurin har - uttarlaga í Rossabotni - men tað eru bara nøkur fá ár síðani, hann fann sær hesa leguna. Øld eftir øld hevur hann verið partur av brúnni - nakað uttan fyri Rossastíggin, ið funningsmenn trúliga brúktu, tá ið teir komu av Ambadali og heim eftir Sløttunum - ávegis til Funnings við rossum sínum. Tað er einki nýtt undir sólini, at steinar í brattlendi kunnu fara á bólt og skifta legu. Soleiðis var tað eisini í hesum førinum.
Meðan hann enn sat fastur í brúnni uttanvert Rossastíggin, høvdu menn lagt til merkis, at eitt trillrunt hol - so vítt sum armurin á einum vaksnum manni - gekk mestsum vatnrætt tvørtur í gjøgnum steinin.
restin ..... |